EB/STREYMUR-SKÁLA
EB/Streymur vann sunnudagin oddasessin aftur. Tað gjørdu teir við 2-0 sigri á heimavølli móti Skála. Serliga síðsta hálva tíman var gott snitt yvir oddaliðnum, og tað var tá, at teir gjørdu tey bæði málini.
Fyrra umfarið var leikliga einki at reypa av. Vindurin, sum lá upp á tvørs, plágaði, og tá ið bólturin ofta var í luftini, so vóru fyritreytirnar fyri samanhangandi fótbóltsspæli einki serligar.
Í spælbýti vóru gestirnir væl við. Málmøguleikarnir vóru tó ikki so nógvir. Eina ferð noyddust teir á heimaliðnum at bjarga á strikuni, og heimaliðið átti ein góðan møguleika stutt undan steðginum.
Skála misti í uppspælinum, Rafal setti ferð á, spældi Hans Paula Samuelsen, sum sneiddi framvið verjuspælara og royndi móti málinum. Bólturin fór framvið málverjanum og rakti í stólpan.
Tað sigur seg sjálvt, at Skála er darvað av, at fleiri av stuðulsspælarunum ikki eru tøkir. Sum 2. hálvleikur leið, gjørdist heima yvirvágin alt meiri týðulig, og nú fingu teir væl betri skil á fótbóltsspælinum, enn teir høvdu havt tað í 1. hálvleiki.
Vlada Filipovic var framúr aftasti skansi hjá alt meiri sperda Skála liðnum. Talan tóktist tó vera um tíðarspurning, áðrenn hol fór at koma á. Málið kom, tá ið 2. hálvleikur var hálvrunnin. Leif Niclasen, sum stutt frammanundan var innskiftur, setti hol á. Liðformaðurin og miðverjin Egil á Bø legði langa sending fram í høgra borð. Verjan beindi burtur við høvdinum, men Sorin Anghel, sum var komin fyri seg, hóast hann í vikuni næstan ikki hevði fingið stigið fótin til, var fyrstur á, spældi tvørtur um til Rafal, ið legði eitt sindur aftur eftir til Lei Niclasen, sum smekkaði til, og hesa ferð var Vlada Filipovic seldur.
Lætti og fagnaður millum heimamenninir sum hildu fram í somu øði. Eftir gott uppspæl millum Hans Paula og Rafal gjørdist Sorin blankur ikki so langt úr málinum. Skotroyndini bilti einki, og tað tóktist sum um, at bólturin var á veg í málið, tá ið Skála málverjin á framúr hátt megnaði at verja fyri.
EB/Streymur, sum var í 4-5-1 útgangsstøðu við Sorini Anghel einsamallum á toppinum, hevði stóra leikliga yvirvág, og tíggju minuttir undan dystarenda varð staðfest, at øll stigini fóru at vera eftir á Mølini.
Jóhann á Stongum, ið var komin á vøllin í 2. hálvleiki, spældi Sorin Anghel í vinstru, Sorin fór til baklinjuna, áðrenn hann sendi innfyri. Skála verjan megnaði í fyrstu atløgu at beina burtur, men ikki longri enn at miðvallarin Bárður Olsen, sum fyrr í ár hevur lagt upp til nógv av málunum, sum felagsliðið hevur fingið, kundi smekka til, og enn eina ferð sang bólturin í Skála málinum.
Heimafagnaðurin var øgiligur. Sum hann so ofta hevur verið tað á Skála tvey tey seinastu árini. Sunnudagurin í Gundadali móti B36 og mikudagurin í næstu viku á heimavølli móti KÍ fara at geva heilt góða ábending um í hvussu stórum álvara EB/Streymur skal takast í oddastríðnum. Í løtuni mugu teir finna seg í, at teir eru eitt tað besta og kanska tað besta boðið upp á nýtt meistaralið.
Tað skoðsmálið góvu mong Skála undan kappingarbyrjan. Gongdin í fyrstu seks umførunum hevur víst, at tað eru nýggjar tíðir á Skála. Fyritreytin undir, at tað skal fara at hilnast betri, enn tað higartil hevur gjørt, er fyrst og fremst at fleiri av teimum, sum higartil fyri tað mesta hava hugt at, tí teir ikki hava verið førir fyri at spæla, koma fyri seg aftur. Tað síggja teir fram ímóti skal gerast veruleiki á Skála. Men tað tekur sína tíð!