fiska rækjur við Canada ella Svalbard meta vit hevur lítið upp á seg. Eg eri sannførdur um, at ein oljuvinna vil vera kærkomin fyri okkara land. Hon vil menna og stabilisera okkara búskap. Eg havi ongan
hevur alstóran týdning fyri okkum og ein avgjørd fyritreyt skal tú gera tær vónir um at finna olju her. M.a. hava teir funnið sandstein í Norðoyggjum. -Tað var ein av teimum gomlu kolanámsarbeiðsmonnunum [...] av tí stóru luttøkuni sigur Terje Hagevang. Hann vísir á, at uppfylging av hesi verkætlanini verður ein av fyrstu arbeiðsuppgávunum hjá nýggju skrivstovuni hjá felagnum í Føroyum. Væleydnaðar kanningar Fyrr [...] vóru eitt landaøki við vulkanskum virksemi, áum og skógum við stórum trøum og vøtnum við havinum í ein útsynning. Vit hava m.a. funnið restir eftir eina skóg, sum varð yvirfloymd við lava eftir eitt stórt
Vestmannatrolararnir, Grønanaes og Vestmenningur, fingu 50 tons ein dag á Munkagrunninum. Meginparturin, eini 40 tons, var upsi. Restin var toskur og hýsa. Pauli Poulsen, skipari á Grønanesi, sigur, at [...] nøgdin nú knappliga er so stór, sigur hann. At upsi ferðast, hava fiskifrøðingarnir vitað leingi . Ein vanlig ruta er úr norskum, yvir føroyskan og í íslendskan sjógv. Eisini er upsi hiðani fingin aftur [...] ferðast. Tað, sum kemur aftur av merktum fiski, velst alt um, hvussu stórur merkti árgangurin er, eins og tað hevur nógv at siga, hvussu nógv royndin er, har fiskurin verður tikin aftur. Fiskifrøðingarnir
Havnar Kirkju. Sangluttøka verður úr samkomuni í Hoyvík. Magni Christiansen úr Kvívík fer at luttaka, eins og ungdómskór eisini fer at syngja. Stórur dentur verður lagdur á sangin, sigur Sverri Steinhólm. [...] at leita sær í kirkjuna í annaðkvøld. Aftan á guðstænastuna, verður farið oman á Sjómansheimið, har ein drekkamunnur verður at fáa.
framvegis ikki at góðtaka, ein ávísur bólkur í samfelagnum fær skattalætta framum ein annan. Í fjør hóttu tey báði tingið og landsstýrið við aðalverkfallið um alt landið, fekk ein ávísur bólkur serligar [...] við fiskimenn. Eg unni saktans fiskimonnum skattalætta. Men tað er grundleggjandi skeivt at taka ein samfelagsbólk burturúr heildini, og viðgera hann øðrvísi enn øll hini. Ingeborg Vinther sigur, at tað
»Norðfarið« var fyrsta skip úr Europa, sum kom inn til Holsteinsborg, og har fingu teir sera góða móttøku. Ein teirra, sum var við, var tann 87 ára gamli Magnus Jacobsen á Nesi í Vági. Føroyingar hugsaðu um hetta [...] Kappast um Føroyingahavnina Føroyingahavnin var enn sum áður miðstøðin hjá føroyingum. Har tók seg upp ein kapprenning millum føroyingar øðrumegin og norðmenn og danskarar hinumegin. Norðmenn og danir gingu
m. Hon sigur sjálv, at tað fyri ein part er hepni, men eisini, at tað snýr seg um at verða á rætta stað til rætta tíð. - Tá eg var útnevnd skrivstovustjóri, ringdi ein føroyskur løgfrøðingur, sum starvast [...] sum grønlendskir politikararnir áður førdu seg fram. - Ein sjálvkensla er íkomin, sum politiskt byggir víðari á tað, sum er, sigur Sólja. Hon eins og onnur, ið komu til Grønlands, vóru ávarað, hvussu vandamikið [...] Grønlandi, á almennari vitjan í Føroyum. Við í fylginum vóru embætisfólk í grønlendsku landsumsitingini. Ein teirra var Sólja í Ólavsstovu, úr Havn. Hon er skrivstovustjóri í deildini fyri lógar- og innanríkismál
tað merkir at útisetin kann fylgja við í Føroyum nógv betur enn fyrr. Men ein slík útgáva forpliktar eisini hjá blaðleiðsluni. Ein stórur trupulleiki fyri útisetar er júst, at føroysku fjølmiðlarnir hanga [...] Fyri bert fáum árum síðan, so skuldi ein grein sum hendan gjøgnum fleiri hendur, áðrenn hon kom í blaðið. Hon skuldi fyrst skrivast av blaðfólkinum, síðan skuldi ein setari seta greinina. Frá setaranum [...] uppá 1000 orð og kostaði 755.28 amerikanskar dollarar ella 5200 føroyskar krónur. Ein øgilig upphædd tá á døgum. Tað tekur ein minutt á Internetinum at senda eina opnu úr Singapore og heim til Sosialin og
við bróður í farnu viku, men har hendir einki av tydningi heima. Tá ein so kemur heim til Føroyar í summarfrí ella jólafrí, so fær ein søgurnar. ? Hevur tú ikki hoyrt tað. Jú, jú hann smildraði bilin sundur [...] Gardar Úr Oslo: Hvussu stendur til heima? Fært tú nøkur bløð sendandi? Tosar tú oftani heim? Hetta er ein spurningur, eg fái javnan, og sum allir føroyingar í útisetu fáa. Eg svari sjálvandi, at eg fái bløðini [...] jú, jú hjá teimum gongur stak væl nú. Mær hevur altíð dámt at fáa tíðindi heiman úr Føroyum, men tá ein tosar við vinir og kenningar, so er sjáldan nakað at tosa um. Í bløðunum stendur nakað, men tey eru
kom út í 1995 og á donskum eitur hon: Det digitale liv. Skal vera ein verulig tænasta Eins og hinar bøkurnar, so er bókin hjá Negroponte ein lýsing av framtíðini. Lýsingin er sjálvandi merkt av, at nógv er [...] at læra og øðrvísi mátar at skaffa okkum undirhald. Í síðsta enda eru teldurnar ein samfelagsspurningur, og eisini ein spurningur um mentan ella mentunarpolitikk. Teldurnar lætta um og gera heimin minni [...] hvussu viðurskiftini millum teldur og menniskju skulu vera. Tá ið teldur nú einaferð fara at verða ein so stórur partur av okkara gerandisdegi, sum spátt er, og sum tekin eisini longu eru um, so er tað