máltevið hjá dananum, sum fekk gøtufólk at fagnast og argjafólk at hveppast. AB hevði annars við sínum sigri í Vági skapt nakað av optimismu kring møguleikan at bjarga sær. Og ein sigur á GÍ vildi eisini [...] langt ífrá altíð eydnaðist, so royndu teir at spæla seg út á kantarnar, soleiðis at bóltar kundu stingast inn um AB-verjuna, og nakrar ferðir var eisini nær við, at hetta gav úrslit. Mál fingu teir tó bert [...] seinasta korterið megnaði AB at skapa nakað, sum líktist spenningin. Við at toga Allan Mørkøre og innskifti Bjarna Jørgensen út í hvør sítt borð megnaði AB nú brádliga at toga GÍ-verjuna sundur, og brádliga
Eftir steðgin royndu vertirnir at stríðast, men tá Clayton Soares skoraði við brotssparki stutt undan leikloki, var spenningurin at kalla fokin. Og so munaði lítið, at heimaliðið minkaði um munin í seinastu [...] roynt samanleggingar av ymsum slag, fyri at fáa eitt nóg sterkt felag. Bæði hvat viðvíkur spælaratilfeingi, men eisini fyri at fáa fíggjarliga grundarlagið at røkka. - Nú er sjálvandi ymiskt, hvussu s [...] so eri eg ikki í iva um, at hetta er einasta gongda leiðin. Royndir hava nú eisini verið gjørdar við at leggja yngru liðini saman. Geva hesar royndir ikki eisini vónir fyri, at ein samanlegging kann virka
birtist fyri at jødarnir kundu fáa sítt egna land. Beinanvegin var greitt, at peningur mátti útvegast til at menna hetta nýggja heimland teirra, og at byrjast skuldi frá berum botni. Frá tí at staturin varð [...] Hayesod“ hava føroyingar nú høvi at stuðla jødunum at flyta til Ísraels og at hjálpa teimum við fyribils bústaði, skúlagongd o.ø., soleiðis at teir verða førir fyri at standa á egnum beinum í nýggja heimlandi [...] eisini Heini Lützen og Sigrið Rasmussen at syngja á konsertini. Saman við songkvinnuni úr Ísrael, koma eisini føroyavinirnir Jan Rosenberg og Jakob Snir, sum fara at greiða frá aktuellum viðurskiftum í Ísrael
ein lóg sum sigur, at øll børn í Føroyum skulu ganga í skúla. Men nær verða barnagarðar fyri øll børn, nær fer hann at eita fólkabarnagarðurin? Nær fer tað at standa í dagstovnalógini, at børn í barnagarði [...] ðnum fyri jól. Sera góð grein, ið varpar ljós á, hvat ið skal til fyri at eitt barn kann fara í 1. flokk. Gott at hava okkurt at halda seg til, tá ið ein arbeiðir við børnum í hasum aldrinum. Men øll børn [...] byrja í 1. flokki. Kanska er tað tí, at 1. flokkur er tann truplasti flokkurin at fáast við í Fólkaskúlanum, sum tað eisini stendur í somu grein. Eg veit eisini, at í nógvum barnagørðum hava tey meira skipaði
stórt er í ferð við at henda, og at hann fegin vil gera sítt til, at USA fær ein svartan forseta. Men samstundis sum hann stóð á pallinum og eggjaði fólki til at velja Barrack Obama, bað hann Hillary og [...] demokratar hava lítlan hug at velja annað valevnið, tí tað merkir, at teir sleppa hinum. Hinvegin vita teir, at teir kunnu skriva ein nýggjan kapittul í amerikonsku søguni við at velja ta fyrstu kvinnuna [...] veljarunum, at tey fara at atkvøða fyri John McCain. Mitt Romney er væl aftanfyri við 24 prosentum, og Mike Huckabee, sum hongur í enn, fær væntandi umleið 17 prosent. Kanningin hjá Washington Post vísti at kalla
er um, at svartkjafturin fer at taka seg upp vestanfyri Írlandi, men hinvegin er ikki vist, at fiskiskapurin í føroyskum sjógvi fer at halda fram, nú svartkjafturin er á veg suður á leiðirnar at gýta. Fiskurin [...] góvu fyri fiskin. Á Havsbrún siga tey annars, at útlit eru til, at onkur norsk landing verður á Havsbrún, sum tíðin líður. - Vit hava skilt á norðmonnum, at reiðaríir eru misnøgd við sonevnda nox-avgjaldið [...] nox-avgjaldið, sum myndugleikarnir hava samtykt at leggja á hesa veiði. Hetta er eitt umhvørvisavgjald. Í Fuglafirði siga tey, at enn er ov tíðliga at siga, hvørja ávirkan hetta avgjald fær á møguligar landingar
rørir í. Lítið í senn, til at tú sært at emulgeringin fer fram. Fer at skilja, kanst tú lata eitt sindur meira av eggjareyða í. Og her brúka vit hitaviðgjørdar eggjareyðar fyri at fyribyrgja salmonellu-ilsku [...] Kalda ljósagula sósin, ið vit rópa fyri majones er so einføld at gera, at tað næstan ikki er til at trúgva. Plantuolja og eggjareyðar verða blandaði saman og so kryddað við eddiku og salt. Tað er alt! [...] eitt sindur av sinoppi fyri at fáa góðan mjúkan og støðugan konsistens. Kynstrið at røra majones sjálvi, er at bæði oljan og eggjareyðarnir hava sama temperatur og gjarna ikki beint úr køliskápinum. Lat
hava fólk havt høvi at senda inn uppskot til sangir, sum tey halda, eiga at vera við í bókini. Higartil eru meir enn 500 uppskot komin inn, og sjálvir hava stigtakararnir eisini loyvt at sær koma við ymsum [...] ymsum uppskotum. - Vit hava valt at taka nakrar nýggjar sangir við, sum vit annars bara hoyra á fløgu ella í útvarpinum. Í heila tikið royna vit at fevna so breitt í bókini, at øll skúlabørn kunnu hava okkurt [...] Í grundgevingini legði dómsnevndin dent á, at lagið er sangbært og væl egnað til felagssang. Teksturin er um at fara úr eini skuggasíðu og inn í ljósið, at finna kærleika við fyrsta eygnabrái. Lag og
hann heldur, at hon er ein stórur møguleiki fyri seg. - Mítt samstarv við Brandy fer uttan iva at lata hurðar upp fyri meg aðrastaðni í USA, sigur Hans Fróði. - Eg haldi, at hetta vísir, at alt ber til [...] make-up linju, og hon hevur spurt meg, um eg havi hug at samstarva við hana um hetta. Tað er serliga spennandi fyri meg, at eg havi fingið fulla ábyrgd at gera brandið, og so skulu vit selja og branda tað [...] Hans Fróði Hansen heldur, at føroyingar eru alt ov varnir við at føra seg fram mótvegis útheiminum og í útlandinum. - Vit undirmeta okkum sjálvi og verða næstan uppvand við, at einki ber til. Eg havi tilvitað
greitt, at møguleikin var størri fyri flúgvandi enn flótandi fótbóltsspæli, tí so mikið av vindi var oman úr Havnardali, at skjótt kundi vera at missa bóltin, var ikki spælt við skili og uttan at senda bóltin [...] nakað úti í høgru síðu og skjeyt so væl, at bólturin umvegis aftaru stong fleyg í málið, uttan at Heðin Stenberg fekk gjørt nakað við tað. Og hóast AB royndi at manna seg uppaftur, fekk 07 Vestur eisini [...] hildu bóltin niðri á jørðini, meðan teir í AB høvdu í so góðan hug at gyppa og senda bóltin upp í loft. Men hóast 07 Vestur dugdi betur at spæla, var tað AB, sum fekk teir størstu møguleikarnar í fyrra hálvleiki