Frísk fleyr í føroyska sangskattin

Teir tríggir vinnarasangirnir frá sangkappingini vera millum frísku fleyrini í nýggju skúlasangbókini, sum skal nútímansgera føroyska sanskattin


Gongst, sum ætlað, verða "Sólskinsvísa", "Tankanet" og "Kensunar stríð" millum sangirnir, vit líka lættliga fara at tríva í framyvir, sum var tað "Í góðum veðri hann dyrgdi".

Í øllum førum verða teir tríggir vinnarasangirnir frá stóru sangskrivarakappingini við í nýggju skúlasangbókini, sum skal vera við til at nútímansgera og endurnýggja føroyska sangskattin.

Tað sigur Pauli Hansen, ið er ein av stigtakaranum til nýggju skúlasangbókina.

- Onki ilt um teir góðu, gomlu sangirnir, men vit hava eisini brúk fyri nútímans sangum, sum tey ungu kenna seg aftur í og kunnu taka til sín, sigur Pauli Hansen. 



Øll kunnu ikki vera stjørnur

Eftir ætlan kemur nýggja sangbókin út í august 2010, og ikki færri enn 400 føroyskir sangir vera við í bókini. Sangbókin verður sostatt tann størsta av sínum slag, sum er serliga ætlað til felagssang í skúlanum.

Spurdur, hví tað hevur so stóran týdning at hava felagssang sum ein part av skúla og uppaling, sigur Pauli Hansen

- Tí vit kunnu ikki øll verða "stjerne for en aften". Vit hava eisini brúk fyri at vera saman um okkurt, og til tað er felagssangurin eitt gevandi høvi. Nógv bendir á, at felagssangurin ikki stendur so sterkt longur, og gera vit onki, hava vit mist hesa siðvenjuna, áðrenn vit vita av, sigur Pauli Hansen, sum hevur góðar vónir til nýggju sangbókina. 



Fevnir breitt

Og tað hevur hann nokk eisini orsøk til. Heili 87 sangir komu inn til sangskrivarakappingina, og umframt vinnarasangirnir, vera fleiri av innkomnu sangunum við í bókini.

Eisini hava fólk havt høvi at senda inn uppskot til sangir, sum tey halda, eiga at vera við í bókini. Higartil eru meir enn 500 uppskot komin inn, og sjálvir hava stigtakararnir eisini loyvt at sær koma við ymsum uppskotum.

- Vit hava valt at taka nakrar nýggjar sangir við, sum vit annars bara hoyra á fløgu ella í útvarpinum. Í heila tikið royna vit at fevna so breitt í bókini, at øll skúlabørn kunnu hava okkurt við sær, tá tey fara úr skúlanum, sigur Pauli Hansen 



Oyrafangari

Tað gjørdust Finnur Jensen og Høgni Fagraberg, sum vunnu sangskrivarakappingina við sanginum "Sólskinsvísa"

Í grundgevingini legði dómsnevndin dent á, at lagið er sangbært og væl egnað til felagssang. Teksturin er um at fara úr eini skuggasíðu og inn í ljósið, at finna kærleika við fyrsta eygnabrái. Lag og tekstur eru smeltað saman og skapa eina hægri eind. Tey ljósu og tey myrku orðini fylgja lagnum. At lag og tekstur eru so samantvinnað, ger lagið fangandi og til eitt av hesum góðu løgunum, sum um tú hoyrir tað eina ferð, so slepst ikki av við tað.


Vinnararnir


Lætt og avbjóðandi

Aðru viðrisløn vann Unn Patursson við sanginum "Tankanet".

Í grundgevingini segði dómsnevndin millum annað, at hóast lagið er lætt at syngja, er tað avbjóðandi hjá áhoyraranum. Orð og lag ganga hond í hond. Talan er um eina modernaða yrking – ein ógvuliga organiskan tekst, sum rakar teir tankar og tær kenslur, sum tey ungu hava. Hann er lættur, men er samstundis opin fyri tulkingum.


Dregur áhoyraran til sín

Triðja virðisløn fór til sangin "Kenslunar stríð" hjá Eivør Pálsdóttir.

Í grundgevingini vísti dómsnevndin á, at lagið liggur liggur lætt og hevur tað, sum ein sangur skal hava fyri at hann er lættur at læra. Tað er vakurt og dregur áhoyrarin til sín. Sum tittulin sigur, er sangurin ógvuliga kensluligur og hann er fyltur við mótsetningum sum til dømis eldur og vatn, lív og deyð.