Super Tuesday sannleikans tími

Teir demokratisku veljarararnir í USA hava ein trupulleika: Teir vilja ikki taka dagar ímillum Hillary Clinton og Barrack Obama

 

 

Nógvir veljarar hjá demokratunum vildu helst sloppið undan at taka dagar ímillum tey bæði valevnini, Hillary Clinton og Barrack Obama. Sum eitt nú tann kendi, svarti tónleikarin og sangarin Stevie Wonder. Hann sigur seg hava eina kenslu av, at nakað stórt er í ferð við at henda, og at hann fegin vil gera sítt til, at USA fær ein svartan forseta. Men samstundis sum hann stóð á pallinum og eggjaði fólki til at velja Barrack Obama, bað hann Hillary og Bill Clinton um umbering.

 

-Tvær ferðir havi eg atkvøtt fyri honum sum forseta, og eg styðjaði hana sum senator. Men hesaferð fer mín atkvøða til Barrack Obama, segði Stevie Wonder, meðan Michelle Obama, sjónvarpsstjørnan Oprah Winfrey og Caroline Kennedy fagnaðu honum og valevninum. Rómurin inni í fundarhølinum gjørdist næstan elektriskur, tá Stevie Wonder fekk mannamúgvuna at rugga við sær í takt aftur við slagorðinum hjá Obama, "Yes,we can".

 

 

Í tvíningum

 

Tað vóru tó ikki øll í fundarhølinum, ið gera sum Stevie Wonder.

 

-Tað besta hevði verið, um tey stillaðu upp sum forseta- og varaforsetavalevni, tí so kundu vit fingið bæði tvey, segði eitt av fundarfólkunum við Aftenposten. Hon er ikki tann einasti demokratiski veljarin, sum er í iva, og sum kennir seg í einari tvístøðu. Fleiri demokratar hava lítlan hug at velja annað valevnið, tí tað merkir, at teir sleppa hinum. Hinvegin vita teir, at teir kunnu skriva ein nýggjan kapittul í amerikonsku søguni við at velja ta fyrstu kvinnuna ella tann fyrsta svarta mannin til forseta.

 

Demokratiski flokkurin gongur tí í tvíningum, og eitt gott dømi um tað er tann kenda Kennedy-ættin. Edward Kennedy, senatorur og sonurin Patric styðja Barrack Obama, og tað ger Caroline Kennedy, dóttir John F. Kennedy, forseta, eisini. Ethel Kennedy, einkjan eftir Robert Kennedy, styðjar eisini Obama, men trý av børnunum hjá henni og Robert styðja Hillary Clinton.

 

 

Stavn um stavn

 

Fleiri meiningakanningar, sum eru almannakunngjørdar teir seinastu dagarnar, vísa, at tað verður sera javnt ímillum Hillary Clinton og Barrack Obama í dag.

 

Hinvegin tykist gongdin vera tann sama allastaðni: Tann stóra leiðslan, sum Hillary hevði leingi, er tódnað og at er kalla burturi nú. Tað er Obama, sum vinnur fram, meðan Hillary stríðist fyri at varðveita sítt.

 

Ein kanning, sum tíðarritið USA Today hevði í gjár, vísti, at Hillary Clinton fær 45 prosent av atkvøðunum í dag, meðan Barrack Obama fær 44 prosent. Washington Post hevði eisini eina kanning. Eftir henni fær Hillary 47 prosent, meðan Obama fær 43. Loksins hevði sjónvarpið CBS eisini eina kanning. Hon vísti, at tað stendur á jøvnum við 41 prosentum í part.

 

 

McCain á odda

 

Hjá republikanska flokkinum er spenningurin ikki nær námind so stórur sum hjá demokratunum. Í áðurnevndu kanning hjá USA Todag siga 42 prosent av teimum republikonsku veljarunum, at tey fara at atkvøða fyri John McCain. Mitt Romney er væl aftanfyri við 24 prosentum, og Mike Huckabee, sum hongur í enn, fær væntandi umleið 17 prosent. Kanningin hjá Washington Post vísti at kalla tað sama.

 

Stríðið ímillum McCain og Romney er harðnað í seinastuni, so hvørt sum Super Tuesday er komin nærri, og orðaskiftið teirra millum hevur verið rættiliga hvassorðað teir seinastu dagarnar. Men eru meiningakanningarnar eftirfarandi, kann tað væl henda, at McCain kann tryggja sær uppstillingina í heyst longu í dag. Men tað hóvar ikki øllum republikanarum, tí fleiri halda tann 71 ára gamla fyrrverandi krígvfangan gera ov nógv av viðhvørt.

(Kelda: Aftenposten)