Hon telist millum størstu songstjørnur í USA nakrantíð. Hon hevur eisini gjørt um seg sum sjónleikari, hon hevur verið modell, og hon hevur framleitt tónleik og film.
29 ára gamli Brandy er ikki ein og hvør. Og nú hon skal framleiða sítt egna smyrsl at selja til amerikanarar og onnur, hevur hon biðið leirvíkingin Hans Fróða Hansen um hjálp.
Í farnu viku gjørdu Brandy nevniliga avtalu við Hans Fróða Hansen um, at tey í felag skulu framleiða henna nýggju smyrsl-vørur, og at Hans Fróði fær ábyrgdina at gera nýggja brandið hjá teimum báðum.
- Hetta er tað størsta, sum eg havi nátt í míni tíð í USA. Brandy er heimskend, og samstundis sum hetta í sær sjálvum er eitt stór frambrot fyri meg, fer tað eisini at geva mær enn fleiri møguleikar í USA, sigur Hans Fróði Hansen.
Framtíðin er ljós
Hans Fróði Hansen hevur seinni árini roynt at vunnið fram í USA, tað hevur bæði gingið væl og minni væl, men Hans Fróði er langt frá ferdigur sum poppsangari í Hollywood.
Og við nýggjasta frambrotinum heldur hann sjálvur, at framtíðin sær sera ljós út.
- Eg hitti Brandy fyrstu ferð, tí onkur, sum kendi meg og hana, helt, at vit skuldu hittast. Vit funnu skjótt út av tí og hava hildið sambandið í eina tíð. Mamma hennara er umboðskvinna fyri hana, og eg havi eisini havt nógv samskifti við mammu hennara – millum annað um hesa nýggju avtaluna, sigur Hans Fróði Hansen.
- Brandy skal framleiða eina nýggja make-up linju, og hon hevur spurt meg, um eg havi hug at samstarva við hana um hetta. Tað er serliga spennandi fyri meg, at eg havi fingið fulla ábyrgd at gera brandið, og so skulu vit selja og branda tað saman, sigur Hans Fróði Hansen.
Brandy millum tær størstu
Brandy Rayana Norwood, sum er ættað úr Mississippi, er kend undir listarnavninum Brandy, og hon hevur serliga verið frammi sum sangari. Hon gav fyrstu fløguna út sum 15 ára gomul, og hennara fyrsta stóra hitt var sangurin The Boy Is Mine.
Síðani hevur hon havt eina røð av hittum, og fløgurnar hava selt sera væl.
Felagsskapurin hjá tónleikaútgevarum, RIAA, metir, at Brandy hevur selt fleiri enn 35 milliónir fløgur kring heimin, og tað ger hana til eina av best seljandi amerikansku songkvinnunum nakrantíð. Og sum um sølan av tónleikinum ikki var nóg stórt avrik, so hevur Brandy eisini vunnið 100 stórar og minni virðislønir fyri sín tónleik.
Brandy hevur eisini roynt seg sum sjónleikara – bæði í spælifilmi og í sjónvarpsrøð.
Tað ber til
Hans Fróði Hansen er sera fegin um nýggju avtaluna hjá sær, og hann heldur, at hon er ein stórur møguleiki fyri seg.
- Mítt samstarv við Brandy fer uttan iva at lata hurðar upp fyri meg aðrastaðni í USA, sigur Hans Fróði.
- Eg haldi, at hetta vísir, at alt ber til, og um tú trýrt upp á tað og arbeiðir fyri tínari søk, so kanst tú røkka langt, sigur hann.
Hans Fróði Hansen heldur, at føroyingar eru alt ov varnir við at føra seg fram mótvegis útheiminum og í útlandinum.
- Vit undirmeta okkum sjálvi og verða næstan uppvand við, at einki ber til. Eg havi tilvitað sagt við meg sjálvan, at alt ber til, og alt tað, sum eg havi nátt higartil, er ein frukt av tí, sigur hann.
Og seinasta skotið á stammuni er eitt samstarv um smyrls við eina av stóru stjørnunum í USA.