halda fast, so gjørdist ikki tað heilt stóra. Stýrdu ferðini Kyndil hevði nevnliga alla tíðina tak á støðuni. Eitt skifti í seinna hálvleiki vóru útlit fyri veruligum avsmurningi, men tá Kyndil so slakaði [...] tvey mál, men so setti Kyndil endaspurtin ígongd, og tá var ikki stórt meira at gera. Kyndil hevur sum sagt fingið eina frálíka byrjan upp á kappingarárið, og at meta eftir dystunum higartil, so eigur liðið [...] slíkan, tá teir um tvær vikur skulu royna seg móti Neisatnum. Dysturin í tølum KÍF-Kyndil 25-29 (10-15) Málskjúttar KÍF: Damir Oros 8(2), Petur Martin Poulsen 7, Regin Petersen 4, Kristian Madsen 3, Rógvi
søkt landsstýrið um ein buss til búfólkið, so er als einki hent enn. Eirargarður má sigast at vera tyngsti stovnur hjá serforsorgini við tað, at 11 av teimum 15 búfólkunum eru koyristólbrúkarar. - Vit hava [...] útvega sær tey sjálvi, tí tey fáa onga pensjón. Tann játtan, sum stovnurin fær, er ikki nóg mikið til so stórar íløgur, sum t.d. ein handikappbuss ella eldrivnar koyristólar. Savna inn sjálvi Av tí, at flestu [...] tíð hava tey á Eirargarði savnað inn fyri bussin, og eiga tey nú eini 200 túsund krónur. Og nú verður so skipað fyri einum tiltaki aftrat til frama fyri bussin. Tað verður í Norðurlandahúsinum komandi leygardag
tað, sum kom so megnaði hon ikki einsamøll at forða fyri muninum, sum mátti koma í. Longu eftir fyrsta korterið var gongdin greið, men tó at StÍF fyri tað mesta helt fast eftir hetta, so var tað tó um [...] Kyndli, so hava úrslitini ikki verið nóg góð, og í løtuni eru trý stig upp til næsta liðið, sum er Stjørnan. Júst Stjørnan er næsta mótstøðuliðið hjá Tjaldri komandi vikuskifti, og spurningurin er so, hvørt [...] m, ella um tær verða púrasta isoleraðar í niðara enda av talvuni. Dysturin í tølum StÍF-Tjaldur 21-15 (10-6) Málskjúttar: StÍF: Asta Petrauskiene 6(1), Alina Olaru 4(1), Poula D. Olsen 4, Anna B. Danielsen
Argjum er longu fluttur á høvuðsdeildina á Òðinshædd. Millum 1,5 og 2 ársverk hava verið knýtt at avgreiðsluni á Argjum, og hetta spara vit so, sigur Bergur í Garði. Orsakað av at Postverkið hevur havt [...] fyri so vítt bert Frímerkjadeildin. Henda deild hevur eini hálvtrýss fólk í arbeiði, og deildin verður verandi á Argjum. Hóast Postverkið gott kundi hugsað sær at savna mest møguligt á Óðinshædd, so eru [...] siga, hvussu tey heilt greiðu tølini hava verið, men hóast teir ikki kunnu tosa um stóran vinning, so letur hann væl at. ?Vit hava fingið nýggj virkisøki, eitt nú við skundfluttningi í samstarvi við DHL
mars. Sostatt kennir hon eitt sindur til fólkini og mannagongdina í kappingini, og tí var tað ikki so fremmant fyri hana, tá hon seinasta sunnudag aftur setti kósina í ein landsynning ímóti Danmark, har [...] til hana mánadagin, at tað enn ikki rættiliga var gingið upp fyri henni, at hon skuldi luttaka í eini so stórari sangkapping. Men hon segði seg vera væl fyri og gjørdi ikki stórvegis hóvasták burtur úr luttøkuni [...] framman fyri kameraið í upptøkuhøli 3 í TV-býnum hjá Danmarks Radio. Eftir at hava vant frá klokkan 15 til 19 týsdagin skuldu venjingar eisini vera hósdagin og fríggjadagin, tá aðalroyndirnar skuldu vera
eftir vild í so máta. Hart og kontant Men í seinna hálvleiki raknaðu teir hjá KÍF við. Serliga Damir Oros og Regin Petersen, sum seinast vóru langt undir vanliga støðið, gjørdu nú um seg, og so við og við [...] tóktist annars, sum um vóru kollfirðingarnir langt síðani farnir í summarfrí, men leygardagin fingu teir so nakað av uppreisn fyri hetta, tá tað eydnaðist teimum at basa hoyvíkingunum. Fyrra umfarið vóru tað [...] skulu vinna tey 41 málini aftur, sum kollfirðingarnir í løtuni eru frammanfyri. Og sum ikki einaferð, so kunnu kollfirðingarnir aftur í ár líta aftur á árið við heldur blandaðum kenslum. Til tíðir hevur spælið
mikið bit í álopinum. Í 4. setti megnaði TB so at koma inn aftur í dystin, og eins og í 1. settinum var hetta settið sera gott hjá TB. Nú skuldi avgerðin so falla í 5. setti. 5. settið Tað kann ikki annað [...] ÍF ? TB 3 ? 2 (13-25, 25-21, 25-23, 19-25, 15-12) Flogbóltur Meistaradeild kvinnur Kappingin hjá kvinnunum er langt síðan farin í tvey. Mjølnir og Dráttur dystast um gullið, og ÍF, TB og Fleyr dystast [...] spennandi 5 settara. TB rúkandi byrjan TB-liðið hevur spælt ógvuliga óstøðugt hetta kappingarárið. So var eisini leygardagin, men í 1. setti var spælið í topp. ÍF fekk ongan møguleika, og á øllum økjum
rættiliga illfýsið í nátt, í morgun, fyrrapartin og eisini nú tíðliga seinnapartin, so sær tað út til, at veðrið ikki verður so heilt galið, tá ið fyrsta bríksl verður á Tórsvølli klokkan 19.45, har Føroyar [...] Vindferðin verður 14 – 15 metrar um sekundið, og tað verður turt inntil klokkan 21. Hitin lækkar úr 10 og niður í 7 hitastig. Høgættin er góð í høvuðsstaðnum, og tað er góð lívd á Tórsvølli, so líkindini vera [...] vera kanska ikki so galin, sum tað í løtuni sær út til, at tey kunnu fara at verða. Sølvi Vatnhamar verður í kvøld millum teir fyrstu 11. Hetta verður 60. ferðin, at hann fer at umboða føðilandið. Sølvi sá
Vaglinum, og so marsjera vit øll í takt aftaná inn í summarið. ##med2## - Vanliga setir horntónleikurin dám á býin hiðani og til ólavsøku og langt eftir tað, men tá tílík stevna sum henda er, so er tað sum [...] Hansen hevði lært nakrar menn í Havn at blása í horn, tá var hetta nakað heilt nýtt – og kanska ikki so vælumtókt. Men í dag vita vit, at vit ikki høvdu kunnu verðið tykkum fyriuttan. - Í øllum førum kunnu [...] nevnt fleiri ferðir, at vit eru vælsignað við trimum hornorkestrum í býnum, GHM og Frelsunarherinum og so tí gamla Havnar Hornorkestri. - Og vit kunnu als ikki ímynda okkum allar hátíðarløturnar uttan hor
var millum teir fyrstu ellivu og bara hevur verið einaferð áður á besta liðnum í ein minutt ella so, so stóð hann seg væl. Úrslitið ber við sær, at HB framvegis er við í kappingini um heiðursmerkini, meðan [...] tá ið 25. umfar í bestu fótbóltsdeildini. Meðan næstu kappingarneytarnir í botnstríðnum vunnu stig, so gekk tað verri hjá TB. Onkrir av teimum, sum plaga at vera millum teir fyrstu ellivu, vóru ikki á beinkinum [...] eftir innlegg úr vinstru. Fyrsta lítla korterið av seinna hálvleiki skoraði HB tvey mál aftrat, og so var alt avgjørt. Mikkel Dahl skoraði bæði málini eftir steðgin. Tað fyrra var eftir sending frá mi