Hondbóltur
Tað er ikki frítt, at stóru smílini eru komin aftur til Kyndil. Í øllum førum umræður manshondbóltin. Her fekk Kyndil eftir óvanliga langan steðg eitt steyp í fjør, tá liðið vann steypakappingina, og í ár tykist kósin vera sett móti oddinum.
Sunnudagin vitjaði Kyndil í Hoyvíkarhøllini, har KÍF hevur heimavøll, og tað stóð skjótt greitt, at her ætlaðu gestirnir sær at taka alt. Við eyðkenda framfýsna spælinum settu teir grønu seg alt fyri eitt á dystin, og tó at kollfirðingar royndu at halda fast, so gjørdist ikki tað heilt stóra.
Stýrdu ferðini
Kyndil hevði nevnliga alla tíðina tak á støðuni. Eitt skifti í seinna hálvleiki vóru útlit fyri veruligum avsmurningi, men tá Kyndil so slakaði nakað, fekk KÍF høvi til at koma aftur í dystin. Talan mundi eisini blivið um veruligan spenning, tá munurin eitt skifti kom niður í tvey mál, men so setti Kyndil endaspurtin ígongd, og tá var ikki stórt meira at gera.
Kyndil hevur sum sagt fingið eina frálíka byrjan upp á kappingarárið, og at meta eftir dystunum higartil, so eigur liðið at roknast sum ein av favorittunum til gullmerkini. Enn er tó eitt langt kappingarár fyri framman, og talan verður um nógvar styrkisroyndir, áðrenn endaliga útfallið av oddastríðnum liggur fast. Komandi vikuskiftið hava mansliðini frí, tá landsliðið upptekur skránna, men eftir hetta verður talan um satt brak. Tá skal Kyndil á vitjan í Vestmanna, og tað plagar í øllum førum at borga fyri góðum undirhaldi.
Kollfirðingar tykjast fyri fyrst muga smyrja seg við, at teirra leiklutur aftur verður sum tann bleyt millumvøran. Onkran vørrin munnu teir tó fara at gera, og møguliga verður talan um ein slíkan, tá teir um tvær vikur skulu royna seg móti Neisatnum.
Dysturin í tølum
KÍF-Kyndil 25-29 (10-15)
Málskjúttar
KÍF: Damir Oros 8(2), Petur Martin Poulsen 7, Regin Petersen 4, Kristian Madsen 3, Rógvi Weihe 1, Finn Heri Johannesen 1
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 7(3), Janus Einar Sørensen 6, Høgni Klein 6, Jacob Jónsson 3, Ken Zachariasen 2
Brotskøst: KÍF 4, Kyndil 3
Útvísingar: KÍF 1, Kyndil 4
Dómarar úr Tjaldri: Trúgvi Mortensen & Kári Hansen.