Hóast tey á Eirargarði 16 A í fleiri ár hava søkt landsstýrið um ein buss til búfólkið, so er als einki hent enn.
Eirargarður má sigast at vera tyngsti stovnur hjá serforsorgini við tað, at 11 av teimum 15 búfólkunum eru koyristólbrúkarar.
- Vit hava eisini søkt Hjálpartólamiðstøðina um motorar til koyristólarnar, men har siga tey seg ikki hava skyldu at veita hjálpitól til ein stovn, sigur Bjørg Mohr, leiðari á Eirargarði.
Ikki kann sigast annað, enn at búfólkin á Eirargarði eru illa fyri. Tey hava ikki rætt til hjálpartól og hava ongan møguleika at útvega sær tey sjálvi, tí tey fáa onga pensjón.
Tann játtan, sum stovnurin fær, er ikki nóg mikið til so stórar íløgur, sum t.d. ein handikappbuss ella eldrivnar koyristólar.
Savna inn sjálvi
Av tí, at flestu búfólkini eru í koyristóli, hava starvsfólkini ikki møguleikan at fara út við teimum, uttan at taka eyka fólk inn til arbeiðis.
Tí hevði tað verið ein øgiligur lætti, um tey høvdu ein buss, sum hoyrdi til stovnin.
- Tá høvdu vit havt møguleikan at farið út við øllum í senn, sigur Bjørg.
Sum nú er, eru tey bundin av at biðja um bil frá MBF, og tað kann við hvørt verða leingi at bíða, tí tann bussurin skal nøkta tørvin hjá fleiri stovnum.
- Til dømis hevur tað hent seg, at vit hava bíðað upp í ein tíma eftir bili aftaná eina veitslu inni í Eysturoynni, sigur Bjørg.
Hon sigur, at tað eru ikki umstøður, vit kunnu bjóða fólki í dag. Í dag verður bilurin ikki roknaður sum nakað luksus; hann er ein sjálvfylgja, sum hoyrir til nærum hvørt húsarhald.
Ein handikappbussur kostar um 400 túsund krónur. Í eina tíð hava tey á Eirargarði savnað inn fyri bussin, og eiga tey nú eini 200 túsund krónur.
Og nú verður so skipað fyri einum tiltaki aftrat til frama fyri bussin. Tað verður í Norðurlandahúsinum komandi leygardag, har kendi danski ungdómsbólkurin, B-Boys, fer at syngja.
Tað eru Angela Petersen og Mark Joensen, sum skipa fyri konsertini.
- Vit eru Angelu og Mark sera takksom fyri, at tey vilja gera eitt so
stórt tiltak at stuðla okkum, sigur Bjørg Mohr at enda.










