POSTHÚS
Fríggjadagin 10. januar letur postavgreiðslan á Argjum aftur fyri síðstu ferð.
Hetta hendir útfrá teirri einføldu orsøk, at ov fáir kundar vitja Posthúsið á Argjum.
Í skrivi til argjafólk sigur Postverk Føroya, at postavgreiðslan er dýr at reka, og hetta samsvarar ikki við talið av kundum.
?Vit hava tríggjar aðrar postavgreiðslur í Tórshavnar kommunu, og vit meta at geva argjafólki eina góða tænastu við hesum avgreiðslum, sigur Bergur í Garði.
Í løtuni er leiðslan fyri Postverk Føroya í gongd við at hyggja at postavgreiðslunum kring landið; hvussu hesar virka, og hvussu betringar og rationaliseringar kunnu fremjast.
?Ein partur av virkseminum á Argjum er longu fluttur á høvuðsdeildina á Òðinshædd. Millum 1,5 og 2 ársverk hava verið knýtt at avgreiðsluni á Argjum, og hetta spara vit so, sigur Bergur í Garði.
Orsakað av at Postverkið hevur havt trupulleikar við at manna aðrar avgreiðslur, verða starvsfólkini á avgreiðsluni á Argjum flutt á aðrar avgreiðslur at arbeiða.
Frímerkjadeildin verandi
Eftir í bygninginum á Argjum er fyri so vítt bert Frímerkjadeildin. Henda deild hevur eini hálvtrýss fólk í arbeiði, og deildin verður verandi á Argjum. Hóast Postverkið gott kundi hugsað sær at savna mest møguligt á Óðinshædd, so eru umstøðurnar ikki til at flyta Frímerkjadeildina aðrastaðni.
Postboðini, sum bera post út á Argjum, fara framhaldandi eisini at húsast á Argjum. Eisini boksirnar verða verandi í bygninginum á Argjum.
Postverk Føroya hevur eisini umhugsað at savna fyrisitingina á Argjum, men hesar ætlanirnar eru sleptar, tí alt postvirksemið verður framhaldan á Óðinshædd, og ynskiligt er at hava alt á einum stað.
Í aðrari grein á síðuni ber til at lesa meira um ætlanirnar við sjálvum bygniginum.
Gott ár
Spurdur um farna árið, sigur postverkstjórin, at teir skulu ikki klaga.
?Vit hava sum onnur merkt stagneringina við minkandi aktiviteti í samfelagnum, men okkara rakstur hevur verið betri enn væntað, sigur Bergur í Garði.
Hann dugir ikki enn at siga, hvussu tey heilt greiðu tølini hava verið, men hóast teir ikki kunnu tosa um stóran vinning, so letur hann væl at.
?Vit hava fingið nýggj virkisøki, eitt nú við skundfluttningi í samstarvi við DHL, og hetta hevur givið okkum heilt fitt av inntøku, sigur Bergur í Garði.