eydnast honum at fáa Føroya Banka at verða høvuðsstuðul, og tað er bankin, sum letur peningaupphædd til tey bæði fremstu feløgini. Spurdur, hvussu tað ber til, at hann nú einsamallur tekur stig at skipa fyri [...] og tað helt eg verða spell. Eg vóni og vænti, at henda kappingin, sum eg nú havi tikið stig til, fer at hava áhuga millum leikararnar, og at teir fara at taka hana í stórum álvara, sigur hann. Eitt lið [...] kappingini, so noyðist eg fyrst og fremst at hugsa um tað. Tí velji eg fyrst og fremst at verða á síðulinjuni og ansa eftir, at alt gongur, sum tað skal. Eg ivist tó ikki í, at HB-liðið verður eins sterkt, sjálvt
noydd at fara úr Kenya fyri einum mánað síðani, fekk hon at vita, at Carol hevði valt at vísa Miu Jacobsen sítt takksemi við at uppkalla lítlu dóttrina eftir sær. Sjálv kennir Mia Jacobsen tað, sum at hjálpin [...] Mia Jacobsen, sum tí vil tryggja, at peningurin, sum kemur inn frá konsertini, kemur á rætta stað. - Tí havi eg sett mær fyri, sjálv at hava peningini við, tá eg fari at vitja á heiminum aftur í juli mánað [...] Nakuru fram til 1. mars. Men av tí at ófriður brast á í Kenya, varð hon noydd at fara úr landinum ein mánað, áðrenn starvsvenjingartíðin varð liðug. Mia Jacobsen greiðir frá, at sum ung, hvít kvinna í Kenya
plagdu at koma sunnumorgnar at minnast Jesus Kristus. Av tí at føroyingarnir vóru so mikið nógvir, fleiri enn 40 í tali, varð hildið best at tey fáa fáu fólkini í nevndu samkomu í Jerusalem at kom á hotellið [...] kundi vaksa og betri umstøður verða fyri at taka blindar dreingir inn – eisini at búgva á staðnum, so at dagliga komu umleið 50 dreingir at búleikast har. Umframt at taka blindar dreingir vóru seinni eisini [...] verki, við tað at vit komu at hava samband við blindaheimið síðani tá, og hava roynt at stuðla tey í hesum arbeiði. Seinni keypti hon ein bygning og nakað eftir hetta eini grannahús, soleiðis at verkið kundi
ni hjá monnum. Hóast tað enn er eitt umfar eftir at spæla, so er longu greitt, at SÍ ikki verða tiknir aftur, og at tað so er upp til ÍF og Mjølnir, at berjast um silvurið. Tað er bert ein dystur eftir [...] tjúgu, og tá byrja persónligir feilir at vinda uppá seg á heimaliðnum, og Mjølnir dregur somikið frá, at teir vinna settið 25-23, hóast ein lítil stígur var í vanda fyri at tapa teimum settið heilt móti endanum [...] sigrinum leygardagin gjørdist tað greitt, at SÍ eru komnir upp á 13 stig í landskappingini, og tað er ov nógv hjá kappingarneytum teirra, ÍF, Mjølnir og Fleyr, at innheinta. Tískil er SÍ kosin Føroyameistari
sera fegnir um at fáa hendan evnaríka suðringin aftur á liðið, og vóna og vænta at henda góða gongdin fer at halda fram. Bert eitt lið í Vági Frá fyrsta bríksli, var bert eitt lið á vøllinum vesturi á [...] Albert Ari Thomassen spurdur um dystargongdina, og hann visti at siga, at Dysturin eins væl kunid farið til AB. Munurin tóktist kanska at vera neyvleikin í álopspartinum. Sjálvt spælið gekk kanska eitt [...] yvirlutan, og vann 4-3. Bert tríggir dystir Orsøkin til at bert tríggir av fimm dystum vórðu avgreiddir, er tann, at NSÍ og HB, innanhýsis eru komin ásamt um at flyta dyst teirra, vegna luttøkuna hjá formula liðnum
prískríggið. - Eg veit væl, at summi tosa um, at vit nú fáa lágprísflúgving í Føroyum, men hetta ber snøgt sagt ikki til. Modellið, sum t.d. Ryan-Air og onnur bjóða, krevur, at tú hevur eitt stórt flogfar [...] samstarvi sera gott. Men vil tað siga, at talan verður um føroyskt flogfelag á fremmandari grund? - Avgjørt ikki. Vit koma fyrst og fremst at vera eitt føroyskt felag. Vit koma at hava høvuðsskrivstovu í Føroyum [...] er ótrúliga spennandi og avbjóðandi. Men hvørjar førleikar hevur tú at brynja teg við, nú tú kemur í ein slíkan sess? - Eg rokni við, at báðar mínar útbúgvingar koma mær til góðar í hesum. Innlit í fígg
somikið nøgdur, at hann vil seta punktum við hesum. - Vit eru sjálvandi øgiliga væl nøgdir um at hava spælt okkum víðari, men síggja eisini ein møguleika at koma enn eitt fet víðari. -Vit vita, at FC Midtjylland [...] merkir, at Klæmint Matras verður partur av verjuni? - Eg vil siga, at tað sum heild á øllum liðnum, so hevur Fróði nakrir sera týdningarmiklar eginleikar. Hann megnar at halda trýstinum burtur við at koyra [...] vit vita, at talan er um eitt rættiliga komplett lið. Teir duga væl at gera sær dælt av møguleikunum, og á heimavølli eru teir sera sterkir. So vit kenna nakað til teir. Men hinvegin er trupult at ímynda
Fyri ikki at gerast ov langrøkjutur, fari eg at enda her, onnur kunnu taka táttin uppaftur. Mín meining er, at útfyllingin er ein syrgilig gøla! Sagt varð at byrja við, at hetta var fyribils, og at útfyllingin [...] hevði vitjan av donskum listarmanni nú um dagarnar. Eftir at hava heilsað hvør upp á annan er eitt tað fyrsta hann sigur: “Jeg ser, at I er ved at fylde godt op inde i jeres smukke vig, den slags gjorde [...] Hjemme hvor jeg bor er man ved at grave det hele op igen for at sætte det i oprindelig stand”. Fyrstu ferð eg hoyrdi um ætlaða keypssentrið í miðbýnum, var eg í iva, helt tó, at hetta ljóðaði spennandi. Miðbý
fínum eyga fyri at spæla í tómrúmini. At teir ikki megnaðu at umseta yvirvágina til økta leiðslu komst partvís av, at B71 var væl skipað kring egnan brotsteig. Men tað komst eisini av, at NSÍ hevur trupulleikar [...] gulu og svørtu megna avbjóðingina at lyfta seg heilt upp á toppin, bar ikki til at staðfesta 2. hvítusunnudag. Mótstøðuliðið av Sandi kundi ikki brúkast sum barometur fyri at finna út av toppdygdunum hjá NSÍ [...] hugaliga staðfestingin, at tað nú bara er eitt stig upp á toppin. Tað stigið átti tað at verið møguleiki fyri at tikið, sum tað líður út á summarið!
Tit royndu alt, tit kundu at hjálpa honum og tað er kanska ein troyst í sorgini. Jónhard visti alla tíðina, at tit elskaðu hann, og at tit vildu ganga gjøgnum eld og vatn fyri at hjálpa honum. Ongantíð vóru [...] hugsaði hann um familjuna hjá sær. Tá hann og Hanna fluttu til DK at búgva mitt í 90-unum, ringdi hann heim so at siga hvønn dag, bara fyri at tosa um, hvussu tað gekk heima. Tey búðu í Keypmannahavn til 2003 [...] Gud vildi tað øðrvísi, Gud valdi at taka Jónhard til sín, meðan hann enn stóð mitt í sínum persónliga stríði at fáa fótafestið aftur og meðan vit nærmastu høvdu vónir um, at hann nokk skuldi vinna á teimum