NSÍ sigursrøðin heldur fram

Fjórði sigurin á rað varð vunnin ímóti sandoyingum, sum vóru so mikið jánkaligir, at teir tóktust fríganga um hvítusunnuna

Fótbóltur

 

Tað er háspenningur í luftini í og kring NSÍ. Í gjár vann fótbóltsflaggskipið fjórða landskappingardystin á rað, og nú er bara eitt stig fram í oddin.

Um teir gulu og svørtu megna avbjóðingina at lyfta seg heilt upp á toppin, bar ikki til at staðfesta 2. hvítusunnudag. Mótstøðuliðið av Sandi kundi ikki brúkast sum barometur fyri at finna út av toppdygdunum hjá NSÍ.

Sandoyingar tóktust hava fingið skeiva beinið fyrst út um songarstokkin – um teir yvirhøvur vóru útpurraðir! Teir vóru lítið nærlagdir í nærdystunum, vunnu ongantíð næstu bóltarnar, fluttu seg ikki fyri hvørjum øðrum, tá ið teir høvdu møguleika at fara í álop, og tá ið teir royndu við longum sendingum fram til einsamalla Clayton Soares bar illa til, tí NSÍ miðverjan tók sær væl av vandamikla manninum.

Eftir steðgin varð Símun Hansen í roynd at fáa størri tyngd í álopspartin settur fram við síðuna av Clayton. Tað tóktist bøta eitt vet um tann partin, men bara í eina lítla løtu, og tá ið NSÍ hevði økt um leiðsluna til 2-0, var púrt eingin broddur í gestunum.

Í NSÍ miðverjuni var nýggj manning. Liðformaðurin Óli Hansen, sum hevur verið mest eyðsýndi NSÍ spælarin higartil í ár, noyddist orsaka av sjúku at geva avboð. Einar Hansen varð fluttur av vongverjanum og í miðverjuna, har hann saman við einum øðrum ungum manni, Johan Troest Davidsen, greiddi uppgávuna til fulnar, meðan veteranurin Sjúrður Jacobsen tók sær av vongverjanum.

 

Óneyðugur spenningur

Heimaleiðslan var bara eitt mál, inntil tað restaði minni enn ein hálvur tími. Tá ið munurin er so lítil, er møguleiki fyri, at mótstøðuliðið burtur úr ongum skal fáa mál og harvið stinga av við einum stigi.

Tí varð tað óneyðuga spennandi hjá heimaáskoðarunum. Andy Olsen setti hol á, tá ið hann tamdi eftir blokeraða skotroynd og hegnisliga lyfti upp um U 21 málverjan Símun Rógva Hansen.

So svam NSÍ í leikligari yvirvág og nær við og næstan støðum, sum stóðust av góðum flytingum og ofta fínum eyga fyri at spæla í tómrúmini. At teir ikki megnaðu at umseta yvirvágina til økta leiðslu komst partvís av, at B71 var væl skipað kring egnan brotsteig. Men tað komst eisini av, at NSÍ hevur trupulleikar í at umseta leikliga yvirvág til úrtøku.

Hetta síðsta hevur kostað higartil í ár, og tað kosaði eisini fyrsta stóra tíman í gjár. Andersson, Elttør og Frederiksberg eru keyptir til Løkin fyri at skjóta mál, men tað er so sum so við tí partinum.

Andersson fekk aftur hesa ferð allar møguleikarnar í deyðbóltsstøðum. Eftir stórt korter var tætt við, at hann sendi fríspark í málið, men heldur ikki meiri enn tað.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki varð brasilski toppskjúttin feldur, tá ið hann sneiddi framvið B71 verjuni. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum álopsspælarin sjálvur umsetti til mál.

So var tað avgjørt, at øll stigini fóru at verða við Løkin. Tá ið tað restaði lítil løta skifti NSÍ venjarin tríggjar ungar spælarar inn. Hann skuldi kanska havt gjørt onkra av skiftingunum fyrri enn so. Øssur Dalbúð, sum hevur gott máltev og leygardagin hevði skorað á næstbesta liðnum, staðfesti heimasigurin í síðstu sekundunum, tá ið hann umvegis tvørtræið og eftir innlegg úr vinstru frá arbeiðssama Hjalgrími Elttør skoraði til 3-0.

Tá høvdu sandoyingar longu pakkað saman og staðfest, at ímóti NSÍ tykjast teir fáa lítið burtur úr í ár. Tíðliga í ár mistu teir á heimavølli javnleikin á stokkinum, og hesa ferð høvdu teir einki at siga.

Í NSÍ leguni var hugaliga staðfestingin, at tað nú bara er eitt stig upp á toppin. Tað stigið átti tað at verið møguleiki fyri at tikið, sum tað líður út á summarið!