UEFA-Cup smakkar av meira

Setningurin er ikki ókendur fyri altjóða føroyska luttøku. Tað ræður um at standa rætt, og halda mótstøðuni frá møguleikum. Og so annars at taka av, um møguleiki býðst, heldur Mikkjal Thomasen hjá B36.

Ein av teimum meira royndu spælarunum hjá B36, sum hóskvøldið skal royna seg í næsta umfarinum í UEFA-Cup kappingini er Mikkjal Thomasen. Bæði í HB og B36 hevur hann fyrr verið partur av altjóða dystum, umframt at hann eisini eitt stutt skifti var í landsliðshitanum hjá Allani Simonsen.
Hann var eisini sjálvskrivaður partur av liðnum, sum ólavsøkuaftan vann søguliga sigurin á ÍBV, men hóast hetta førdi B36 eitt fet víðari í kappingini, so tykist Mikkjal ikki vera somikið nøgdur, at hann vil seta punktum við hesum.
- Vit eru sjálvandi øgiliga væl nøgdir um at hava spælt okkum víðari, men síggja eisini ein møguleika at koma enn eitt fet víðari.
-Vit vita, at FC Midtjylland hevur eitt betri lið enn, og spæla teir upp til sítt besta, so er okkara møguleiki ógvuliga lítil. Men hinvegin, so eru vit til reiðar at taka av, um teir ikki eru nóg fokuseraðir.
Nú er FCM eitt lið, sum hoyrir til betra endan av superliguni, og í løtuni eru teir á einum fjórða plássi. Hvussu nógv kenna tit til teir?
- Fleiri av okkum fylgja væl við í superliguni, so vit vita, at talan er um eitt rættiliga komplett lið. Teir duga væl at gera sær dælt av møguleikunum, og á heimavølli eru teir sera sterkir. So vit kenna nakað til teir. Men hinvegin er trupult at ímynda sær teirra styrki í mun til okkum. Tað er nakað, sum tú ikki merkir, fyrr enn tú stendur á vøllinum.

Svár leikbann
Sum um uppgávan hjá B36 ikki er nóg stór, so er liðið eisini skert, nú tríggir spælarar eru burtur frá. Herbert í Lon Jacobsen er skaddur, og hann er als ikki við í ferðalagnum til Danmarkar. Tað eru Fróði Benjaminsen og Bergur Midjord hinvegin, men hvørgin teirra fær tikið lut í fyrra dystinum, tí teir báðir longu hava fingið tvey gul kort í kappingini.
Og spurdur um hetta sigur hart arbeiðandi miðvallarin, at hetta heilt víst er ein vansi fyri liðið.
- Tað merkir øgiliga nógv, og eftir mínum tykki, so ger tað liðið hjá okkum munandi veikari, enn tað annars vildi verið.
Og tað at menn sum Herbert og Fróði eru burtur. Ger tað uppgávuna á miðvøllinum enn truplari, tá hetta helst merkir, at Klæmint Matras verður partur av verjuni?
- Eg vil siga, at tað sum heild á øllum liðnum, so hevur Fróði nakrir sera týdningarmiklar eginleikar. Hann megnar at halda trýstinum burtur við at koyra bóltin runt. Og hann vinnur eina rúgvu av nærdystum. Ikki minst í luftini, og tað ger, at vit koma at brúka so nógva orku upp á aðru-bóltarnar.
- Og Bergur verður heilt víst eisini ein missur. Ikki minst í hesum høpinum, tí júst teir báðir dystirnir móti ÍBV vóru kanska teir, har hann stóð seg best, heldur Mikkjal.

Teir fáa tað ikki lætt
Men skerdir ella ikki, so skulu B36'arnir í eldin hóskvøldið. Og her verður uppgávan fyrst og fremst at dyrgja eftir einum so góðum útgangsstøði til seinna dystin, sum tað nú einaferð ber til.
- Vit fara inn í vónini um, at teir kanska undirmeta okkum eitt sindur. Og at teir so verða bilsnir av, hvussu væl skipaðir vit eru. Standa vit væl og rætt á vøllinum, soleiðis sum eg rokni við, so verður tað ikki lætt hjá teimum at skora. Tað eri eg rættiliga sannførdur um. Tað skal í øllum undra meg, um vit koma út fyri einum sovorðnum tapi, sum vit fingu móti AB á sinni. Ta ferðina var talan eftir mínum tykki slettis ikki um eitt so gott B36-lið sum tað, ið vit nú hava, sigur Mikkjal Thomassen at enda.