Høgtflúgvandi løgfrøðingur

Nýggi stjórin í FaroeJet er løgfrøðingur og bankamaður. Tvær útbúgvingar, sum uttan iva fara at koma honum til góðar í stóru avbjóðingini, sum nú stendur fyri framman, heldur Jóhan E. Simonsen

Flogstjóri

Fyrsti stjórin í FaroeJet er fuglfirðingur. 36 ára gamli Jóhan E. Simonsen er útbúgvin bankamaður, og starvaðist hann í fimm ár í Føroya Banka, áðrenn hann fóru undir aðra útbúgving. Í Danmark hevur hann nomið sær útbúgving sum løgfrøðingur, og her starvaðist hann í tvey ár, áðrenn hann flutti heim til Føroya. Her hevur hann starvast hjá Fíggjarmálaráðnum og ALS, áðrenn han nú verður stjóri í FaroeJet.
Men hvat er tað, sum gevur einum bankamanni og løgfrøðingini dirvi at átaka sær stjórastarvið í einum flogfelag?
- Fyrst og fremst, so hevur flogferðsla havt eitt náttúrligt pláss í mínum hugaheimi. Pápi mín (Jógvan Simonsen) hevur jú verið ein pionerunum innan føroyska flogferðslu, og tí hevur hetta í nógvar havt mín áhuga. Tí tók eg eisini av, tá hesin møguleikin stóð mær í boði. Hetta er ein møguleiki, fyri meg er ótrúliga spennandi og avbjóðandi.
Men hvørjar førleikar hevur tú at brynja teg við, nú tú kemur í ein slíkan sess?
- Eg rokni við, at báðar mínar útbúgvingar koma mær til góðar í hesum. Innlit í fíggjarviðurskifit og løgfrøði eru væl lærdómar, sum kunnu brúkast í øllum størvum. Og tí meti eg avgjørt, at hetta er nakað, sum eg fái gagn av.

Ætla sær uttanlands
Komandi tríggjar mánaðirnar skal Jóhan vera maðurin, sum fyrireikar nýggja felagið til kappingina um føroyska marknaðin. Enn vil hann ikki siga so nógv um, júst á hvørjum økjum teir vilja kappast, men talan verður neyvan um tað stóra prískríggið.
- Eg veit væl, at summi tosa um, at vit nú fáa lágprísflúgving í Føroyum, men hetta ber snøgt sagt ikki til. Modellið, sum t.d. Ryan-Air og onnur bjóða, krevur, at tú hevur eitt stórt flogfar, sum tú fært fylt við ferðafólki. Og tað hava vit ongan møguleika til í Føroyum. Fyrst og fremst, so er flogvøllurin ov lítil, og hartil eru vit snøgt sagt ov fá fólk í Føroyum, til at hetta kann lata seg gera, sigur hann.
- Men sjálvandi verða tað so onnur kappingarparametur, har vit ætla okkum at kappast. Vit síggja fleiri møguleikar fyri menning av føroyska marknaðinum, og ikki minst, so síggja vit eisini spennandi menningarmøguleikar uttanlands.
Í fyrsta umfari er ætlanin, at hesir útlendsku møguleikarnir liggja í chartraraflúgving fyri útlendskar kundar teir tímarnar, sum flogfarið ikki verður nýtt á Føroya-rutuni. Men nýggi stjórin sær nógv størri møguleikar enn bara hetta.
- Tað er jú eingin, sum sigur, at FaroeJet bara skal hava eitt flogfar í allar ævir. Við at hava støð í Kastrup, so liggja vit sentralt í Norðureuropa, og tí er útgangsstøði fyri altjóða samstarvi sera gott.
Men vil tað siga, at talan verður um føroyskt flogfelag á fremmandari grund?
- Avgjørt ikki. Vit koma fyrst og fremst at vera eitt føroyskt felag. Vit koma at hava høvuðsskrivstovu í Føroyum, og vit ætla eisini at sum mest av starvsfólkunum skulu vera føroysk. Støðin í Danmark er snøgt sagt ein hangarur. Bæði tí vit við hesum liggja meira sentralt í mun til útlandið, men eisini tí vit ikki hava møguelika at stilla flogfarið innandura í Føroyum.

Minimal umsiting
Jóhan roknar við, at talan alt í alt verður um á leið 25 starvsfólk í nýggja flogfelagnum. Tá eru bæði flogskiparar, tøkningar og starvsfólk annars umborð á flogfarinum íroknað.- Málið - og kanska eisini fortreytin - er, at vit skulu hava so lítla umsiting, sum tað yvir høvur ber til. Hinvegin eru nøkur lógarfest krøv um manningarpartin, og hesum noyðast vit at ganga á møti. Tí inniheldur starvsfólkalistin eisini tríggjar manningar til flogfarið, soleiðis at alt kann ganga fyri seg eftir røttu forskriftunum, sigur hann at enda.