eru fyri, eitt nú spurningurin um gjaldoyra, so er tað ikki so lætt at fáa tingini at fella saman. Løgmaður vil tó meta, at danir áttu at prioriterað hetta fram um nógv annað. Men hann er so ikki harri yvir [...] samráðingunum. Tað er har slagið kemur at standa. Løgmaður sigur, at teir hava fyrireikað seg væl. -Vit hava eitt mál, og tað eru nógvir mátar at skrúva tingini saman uppá fyri at røkka málinum. Kunnu vit tí fara [...] komandi samráðingum sigur løgmaður, at hana hava vit sum er eina greiða avtalu um. -Eg dugi ikki at síggja, at man skal taka skuldina uppí samráðingarnar uttan so, at man frá danskari síðu ynskir tað við
vísir á, at øll tann náttúran, vit áttu at vart, verður allarmest víst fram á sosialu miðkunum í royndunum at marknaðarføra Føroyar sum eitt óspilt stað. – Men fyri tað fyrsta er tað lygn, at Føroyar eru [...] hevur ein stórur partur av kjakinum snúð seg um rættin til at ganga í fjøllunum. Magnus Gaard vísir á, at tað var ikki fyrr enn í 1970, at vit fingu eina náttúrufriðingarlóg og áðrenn tað snúði øll lóggávan [...] lívfrøðingurin. Magnus Gaard vísir á, at sorinskrivarin skrivar í viðmerkingunum til føroysku náttúrufriðingarlógina, at »Det er vistnok meget meget sjældent at der er lagt de mennesker hindringer i
1 í Gøtu, var tað samstundis orsøkin til, at GÍ misti tvey stig. Tað kann í síðsta enda fara at vísa seg, at tað verður hesin stigamissurin, sum fer at gera, at GÍ ikki vinnur FM heitið og harvið ikki komandi [...] møguleikan ímóti einum oddaliði, tí tá skal GÍ vestur til Miðvágs. At B36 næstan brendi seg í Vágum eigur at hava við sær, at GÍ so at siga fer at binda um heilan fingur. [...] í dag fyri at spæla í Gundadali í kvøld. Tað vil siga, at teir missa ein hálvan arbeiðsdag, tí HB ferðalagið kom í Vágar leygardagin og ikki fríggjadagin, sum tað snilt átti at borið til at komið. Tað
annars kunnu tey fáa 25.000 krónur í bót. Theresa Turidardóttir Kreutzman sigur, at tey, sum fáast við ferðavinnu í Føroyum hava lagt stóran dent á at greiða útlendingum frá, at grindadráp og ferðavinna [...] heild, varð at kallað tapeserað við ótespuligum myndum og teksti um grindadráp. Hon vísir á, at nú hava føroyingar sett sær fyri at leggja alla orku í at menna ferðavinnuna og hon heldur at myndugleikarnir [...] rnir áttu at víst arbeiðnum størri virðing, enn at koma við hesum. Les eisini: Nú hava vit drigið ferðafólk upp í grindadráp , har eisini tey í Ferðaráðnum eru samd í, at grindalógin er óheppin fyri f
bendir á, at vit hava eitt bygnaðarligt hall á fíggjarlógini, sigur hann. Men hann sigur, at samgongan arbeiðir við at fáa hallið burtur næsta ár og hann leggur dent á, at tey fara at gera tað, tey eru ment [...] eitt uppskot frá Jørgen Niclasen um at taka eitt lán upp á 155 milliónir til landskassan til hall og fyri at lúka minstukrøv um gjaldførið. Bárður Nielsen vísir á, at tey flestu hava tað rættiliga gott og [...] ment fyri at røkka tí endamálinum. Kristina Háfoss, tingkvinna fyri tjóðveldi heldur, at orsøkin til, at landskassin ikki gevur avlop, er, at tann førdi fíggjar- og búskaparpolitikkurin er skeivur. Og serliga
sum vónleyst at fáa børn inn á ansingarstovn, og tí var hann í Nólsoy at hyggja eftir einum húsum, sum tá stóðu til sølu. - Mær dámdi tey húsini sera væl, men eg bjóðaði so ongantíð upp á tey, sigur Terji [...] mær, so eg bleiv við at tosa um, ’hvat við Nólsoy’, men tað var ’tað visti hon ikki’. Hon var Havnarteys – akkurát sum eg, sigur Terji Rasmussen. Tey samdust so um at royna tað, tey kundu jú altíð fara [...] man siga, at tað var útmerkað, at hon valdi so, sum hon gjørdi sigur Terji Rasmussen. Tað var eitt sindur rokaligt at koma til Nólsoyar. Hann kendi ongan, og hevði ikki so ógvuliga lætt við at koma í samband
fyri 200 økjum. Men alt talar fyri, at tey kunnu gerast enn fleiri í framtíðini. - At eftirspurningurin er so stórur nú, kemur sjálvandi av at tunnilin er komin. Lætt er at ferðast hjá fólki millum heim og [...] koyrandi eftir hesum vegnum í ár. Stutt at ganga Fleiri hava hildið, at ov fá pláss vóru at seta bilarnar frá sær inni í býnum. Men hetta seinasta árið hevur prógvað, at hesin trupulleikin ikki er so stórur [...] koma inn alla tíðina, sigur Steinbjørn, sum viðgongur at teir áttu helst at havt lagt enn størri dent á útstykkingarnar. Flestu teirra sum ynskja at seta búgv í næststørsta býi okkara, hava eitthvørt tilknýti
fagurt, og heimaliðið vann stórsigur. Tá trúgvu KÍ viðhaldsfólkini fóru at húsum, mundu tey iðra seg um, at skráin ikki er løgd soleiðis, at teirra lið eigur ein dyst eftir ímóti HB. Men fyribils eru tað si [...] púra leysur, tá hann við handara stólpan fekk loyvi at heilflukta dygst innanfyri handaru stólparótina. Breiður bonkur Meðan gøtumenn vóru noyddir at taka til neyðloysn ? Jóan Petur Olsen hevur vant millum [...] fleiri væl kvalifiseraðir KÍ spælarar á beinkinum og trippaðu eftir at sleppa upp í part. Tveir teirra komu á vøllin, og báðir áttu lut í málunum, sum bóru trivaliga heimasigurin við sær. Spælið hevði
stóran týdning. Tey høvdu mist so nógv á sjónum, og tey áttu onga grøv og ongan gravstein at koma til. Nú kendu tey, at minnisvarði varð reistur yvir teirra, og nú hava vit eisini fingið ein minnisvarða her [...] bygdum í Norðoyggjum. Steinurin Osvald Sivertsen fegnast um, at tað eydnaðist bygdarráðnum og Livari Nysted at bera so skjótt at, at tað bar til at avdúka minnisvarðan hundrað ára dagin fyri størstu bátsvanlukkuni [...] Sýnini, sum tey siga her í bygdini, sá eg, at tað bar til at brúka steinin sum part av minnisvarðanum. Osvald hevur sagt mær, at eisini onkur, sum fórst henda dagin fyri hundrað árum síðani, plagdi at velta
At hava møguleika fyri at seta føtur undir egið borð – at hava møguleika at keypa sín egna bústað, er eitt tað sum best kann økja um kapitalin hjá tí einstaka. At eiga egnan bústað økir um eins egna kapital [...] hjá teimum at leiga, enn at gjalda aftur lán. Men tá inntøkan er ov lág til at fáa bankalán, og møguliga eisini ov lág at savna eginfígging, samstundis sum mann skal gjalda leigu, er trupult at seta føtur [...] lønarløgum at fáa góðan bústað at leiga, og tað verður alsamt truplari at velja í hvørjum býi mann vil búgva í. Í Bretlandi hevur yvir fleiri áratíggir verið ein upphópan av ogn hjá borgarum, soleiðis, at tey