Tað er gott at búgva í Klaksvík

Mánadagin komu seks umsóknir, og týsdagin tvær umsóknir aftrat um at fáa grundøki í Klaksvík. Hetta skuldi verið besta prógvið um, at nógv vilja búseta seg her.
- Alt bendir á at tørvurin á grundøkjum bara fer at vaksa, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri við Sosialin.

- Tað hava neyvan nakrantíð verið so nógv vitjandi her sum hetta seinasta árið, sigur borgarstjórin.
Umframt stóra hátíðarhaldið, tá tunnilin lat upp, hevur býurin verið vertur fyri fleiri stór og væleydnað tiltøk, m.a. Summarfestivalinum, Sjómannadegnum, Torradøgunum og ikki at gloyma Norðoyastevnuna.
Eingin veit við vissu, hvussu nógv vitjandi hava verið í Klaksvík síðani 29. apríl í fjør. Klaksvíkingar kunnu bert staðfesta, at tað eru munandi fleiri fremmandafólk at síggja í gøtunum gjøgnum árið.
- Alt bendir á, at talið av vitjandi bara fer at økjast enn meiri í framtíðini, sigur Steinbjørn.
Samstundis sum hann kann fegnast um hesa positivu gongdina, er neyðugt hjá kommununi at tryggja býarfólkinum ein framhaldandi vøkstur og trivna.
Í dag búgva beint undir 4700 fólk í Klaksvík. Hetta er ein evarska lítil afturgongd í mun til fólkatalið fyri einum ári síðani.

Spjaða ferðsluna
Nógvir spurningar vóru frammi í býráðnum, tá tað fór at nærkast tíðini, at Norðoyatunnilin skuldi lata upp.
Ein av hesum viðkomandi spurningum var, hvussu ferðslan mundi fara at koyra gjøgnum býin og víðari norðureftir. Spurningurin var hesin einfaldi: Kundi Klaksvík svølgja allari hesi nógvu og øktu ferðsluni?
Steinbjørn sigur, at hetta gekk væl henda dagin fyri einum ári síðani - og at tað framvegis gongur væl. Eisini teir dagarnir, tá ókeypis er at koyra undir Leirvíksfjørð gongur ferðslan væl.
- Hetta vóru vit kortini eitt sindur ovfarnir av, sigur hann.
Eitt ávíst arbeiði var gjørt frammanundan við m.a. rundkoyringum, sum høvdu til endamáls at spjaða ferðsluna inn í býin, soleiðis at ikki allir bilarnir fóru ein og sama veg.
Í løtuni verður arbeitt við at gera ein annan veg inn í býin. Hetta arbeiðið verður gjørt undir Fossum, og gongur sum ætlað, verður koyrandi eftir hesum vegnum í ár.

Stutt at ganga
Fleiri hava hildið, at ov fá pláss vóru at seta bilarnar frá sær inni í býnum. Men hetta seinasta árið hevur prógvað, at hesin trupulleikin ikki er so stórur hóast alt.
Fyrimunurin í Klaksvík er nevniliga tann, at skalt tú vitja fleiri handlar, so liggja teir flestu á einum rættiliga avmarkaðum øki báðumegin víkina.
- Tá tú setur bilin frá tær á einum plássi, er ikki langt at ganga til teir ymisku handlarnar, sigur borgarstjórin.
Býráðið hevur haraftrat samtykt at ein parkeringsvørður skal setast í starv. Hetta fer at henda í nærmastu framtíð.
Eitt annað mál við ferðsluni í býnum er tørvurin á skeltum fyri tey fremmandu ferðafólkini. Sum skilst, verður eisini arbeitt við at betra um hetta.

Langur bíðilisti
Bæði áðrenn tunnilin lat upp - og ikki minst síðani - hevur eftirspurningurin á grundøkjum verið stórur.
Trupulleikin hevur bert verið hann, at kommunan ikki hevur megnað at nøkta henda tørvin. Bara í hesi vikuni komu ikki færri enn átta umsóknir um byggiloyvi!
Í næsta mánaði verða kortini lutaði 48 øki út á einum øki tey nevna Millum Hjalla, men bíðilistin er framvegis langur.
- Hetta er bert ein brøkpartur av tí veruliga tørvinum. Tað standa í dag eini 250 fólk á bíðilista, og nýggjar umsóknir koma inn alla tíðina, sigur Steinbjørn, sum viðgongur at teir áttu helst at havt lagt enn størri dent á útstykkingarnar.
Flestu teirra sum ynskja at seta búgv í næststørsta býi okkara, hava eitthvørt tilknýti til Klaksvík. Men tað eru eisini umsóknir frá fólki, har hvørgin parturin er higani.
Í Havn skulu fólk verða búsitandi í kommununi fyri at kunna søkja um grundøki. Henda sama treytin er ikki galdandi í Klaksvík.

Lætt at ferðast
Næsta útstykkingin hjá kommununi skal gerast Undir Fossum, har nýggi ringvegurin somuleiðis fer at koma inn í býin. Hetta økið verður haraftrat tað, sum fer at uppliva ein stóran vøkstur tey næstu árini.
Uppi á Fossum er eitt gott og slætt lendi, sum eisini skal stykkjast út. Sambært borgarstjóranum verða í fyrsta umfari pláss gjørt fyri 200 økjum. Men alt talar fyri, at tey kunnu gerast enn fleiri í framtíðini.
- At eftirspurningurin er so stórur nú, kemur sjálvandi av at tunnilin er komin. Lætt er at ferðast hjá fólki millum heim og arbeiði, og tí vilja mong búseta seg her, sigur hann.
Í býnum finst ein hópur av tiltøkum og tilboðum til fólk, bæði innan ítróttarfeløg, samkomur og onnur feløg til børn, ung og eldri. Nevnast kann eisini, at ein nýggjur dagstovnur letur upp í næstum.
Eitt virkið Virkishús er í býnum, eins og ein nýggj badmintonhøll er í gerð. Og um stutta tíð verður eisini fyrsta veruliga baðilandið í Føroyum klárt at taka í nýtslu í svimjihøllini.

Ídnaðurin økist
Eitt er ferðsla, grundøkir og trivnaður. Uttan vinnuligar møguleikar og umstøður ber ikki til at menna ein bý.
Klaksvík er fiskivinnuhøvuðsstaður okkara, men har finst eisini onnur vinna. Og henda vinnan krevur eisini økir at virka í.
Kommunan liggur eisini inni við nógvum umsóknum um vinnubygningar. Hetta ætlar kommunan eisini at gera nakað við.
Upprunaliga hevði kommunan gjørt av at gera fleiri øki úti á Skarðhamri, men henda ætlanin varð seinni slept. Ístaðin fyri er eitt øki við Borðoyarvík avlagt til hetta endamálið.
- Vit hava givið loyvi til sjey bygningar, men hetta er ikki nóg mikið. Tørvurin er nógv størri enn hetta, sigur borgarstjórin.
Talan er her um eitt fjølbroytt virksemi við Borðoyarvík, bæði innan vinnuligt og tænastuvirksemi.

Góð byrjan í Ánunum
Tá ætlanin um eina góðshavn í Ánunum kom fram, vóru tað mong sum hildu at hetta var ein veruleikafjar ætlan.
Tað hevur tíbetur víst seg, at hetta havnalagið var ein góð og røtt íløga - og er í roynd og veru longu vorðið ov lítið.
Í dag eru 200 metrar av atløgubryggju, men ætlanin er nú at leingja hetta við 100 metrum aftrat, eins og eitt frystihús verður bygt her.
Verksmiðjutrolarin Atlantic Navigator hevur havt Ánirnar sum sína føstu havn, og tá tað ikki hevur viðrað í Havn, hevur flaggskip okkara Norröna lagt at her.
Klaksvíkar kommuna og Smyril Line gjørdu í fjør eina trý ára avtalu um at Ánirnar skuldu vera eyka havn hjá Norrönu.






FAKTA

Fólkatal í Klaksvík

Talið av íbúgvum í Klaksvík hevur verið skiftandi hesi seinastu árini.
Eitt yvirlit, sum Hagstovan hevur gjørt um talið av íbúgvum í februar mánaði vísir hetta:
1985: 4.720
1988: 4.815
1989: 4.845 (hægsta talið seinastu 22 árini)
1990: 4.844
1996: 4.345 (lægsta talið seinastu 22 árini)
2000: 4.535
2005: 4.690
2006: 4.670
2007: 4.673