- Hetta er steinur oman á byrðu.
Theresa Turidardóttir Kreutzman, leiðari á kunningarstovuni í Havn, sigur, at nýggja grindalógin er ótrúliga óheppin fyri føroyska ferðavinnuna.
Tað, hon sipar til, er at tað stendur beinleiðis í grindalógini, at øll, sum síggja eina grind, hava skyldu at boða frá, annars kunnu tey fáa 25.000 krónur í bót.
Theresa Turidardóttir Kreutzman sigur, at tey, sum fáast við ferðavinnu í Føroyum hava lagt stóran dent á at greiða útlendingum frá, at grindadráp og ferðavinna hava onki við hvørt annað at gera.
- Men so kemur hendan nýggja grindalógin, og gevur fjølmiðlum úti í heimi eitt høvi til at skriva at kalla hvat sum helst.
Hon sigur, at hetta hevur eisini vakt ans, tí Facebook, og internetið sum heild, varð at kallað tapeserað við ótespuligum myndum og teksti um grindadráp.
Hon vísir á, at nú hava føroyingar sett sær fyri at leggja alla orku í at menna ferðavinnuna og hon heldur at myndugleikarnir áttu at víst arbeiðnum størri virðing, enn at koma við hesum.
Les eisini: Nú hava vit drigið ferðafólk upp í grindadráp, har eisini tey í Ferðaráðnum eru samd í, at grindalógin er óheppin fyri ferðavinnuna, og eigur at verða broytt
- Tað er ikki í ordan, at vit skulu fáa hetta at dragast við, tí skal nógv orka brúkast til at svara einum tonsi av teldubrøvum um grindadráp, sigur hon.
Og hon heldur, at grindalógin eigur at verða broytt. Tað skal bara ein lítil broyting til, so er trupulleikin loystur, heldur hon.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat leiðarin á kunningarstovuni í Havn, heldur um nýggju grindalógina.