teir hava havt fleiri framførslur á tiltøkum kring landið síðani. Nú ætla teir at geva fleiri sangir út aftrat, og tann fyrsti er komin. Sangurin "Camping" er lættur sangur um lívið við húsvogni út í náttúruni [...] náttúruni. Árni Andreasen er gestasangari á sanginum. Teir, sum spæla við 21KNM, eru Jens Eli Ellefsen Ólason, Petur Fjallsbak, Brandur Reynstind og Hans Oluf Johannesen. Her kanst tú hoyra sangin: ##med2##
Jógvan Isaksen hevur skrivað enn eina krimibók um Hannis Martinsson. Bókin "Altartalvan" er komin í bókabúðirnar. Í umrøðuni av bókini verður sagt soleiðis: "Altartalvan "Tann heilaga Kvøldmáltíðin" frá [...] Haraldi í Sátudali royna at fáa skil á fløkjuni." Bókin "Altartalvan" er framleidd á Føroyaprenti og fæst nú í bókabúðum. Jógvan Isaksen hevur verið sera virkins sum rithøvundur. Hann skrivað 21 krimibøkur fyri [...] summarkrimi. Hannis Martinsson er høvuðspersónur í trettan bókum, William Hammer í seks bókum, og báðir eru høvuðspersónar í einari bók. Haraftrat hevur William Hammer minni leiklut í onkrari bók um Hannis
uppihaldsloyvir ganga út tann 17. mars 2025. Enn er kríggj í Ukraina, og útlit eru ikki fyri, at kríggið endar í næstum. Ukrainar, sum eru riknir úr heimlandinum, hava tørv á fyribils vernd í øðrum londum. Føroya [...] burturriknu ukrainunum møguleika at verða verandi í Føroyum fram til 17. mars 2026. Í Føroyum hava vit eitt mark á 250 fyribils uppihaldsloyvir til burturriknar ukrainar. Útlendingastovan upplýsti í november [...] fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum. Tað snýr seg um 138 kvinnur, 34 menn og 70 børn. Umleið 49 av hesum eru farin av landinum aftur. Móttøkan av burturriknum ukrainum í Føroyum hevur sum heild gingið væl. L
Spurningurin er, um vinnan skal sleppa alt, ella um nakrar treytir skulu setast. Har eru vit ósamdir við hinar listarnar, tí vit halda, at nakrar treytir skulu vera, sigur Ólavur Larsen. Hann sigur, at tað kennist [...] atkvøður, sum svaraði til 30,6 prosent av atkvøðunum. Tað gav listanum ein sess afturat, so listi Á nú hevur 4 sessir í nýggja býráðnum. Men listi F og listi, sum báðir gingu aftur, hava ávikavist 3 og [...] hinum báðum listunum og kunnu fáa formanssessin í sosialu nevnd og í orku- og umhvørvisnevndini. Men vit at bíða eitt sindur við at kalla býráðið saman, so er ein spinkul møguleiki fyri, at onkur teirra umhugsar
einans var 62 ár, nú hann doyði tann 27. november, so hevur hann lagt ómetaliga nógv eftir seg. Thomas, sum var sjúkur av krabbameini seinastu lívsárini, skrivaði umleið 60 bøkur, sum eru útkomnar á fleiri [...] Noregi, eftir at eg fekk prógv í sosialantropologi Oslo, so hevur hann tvær ferðir verið her í Føroyum. Vit báðir fyrireikaðu og undirvístu á væleydnaða ph.d.skeiðinum Antropologi og føroysk mentan , sum Fr [...] Honum dámdi væl at koma til Føroya, og hann hevur nevnt Føroyar ymsastaðni í sínum tekstum. Men tá ið vit ætlaðu at fáa hann aftur til Føroya at undirvísa á sama ph.d.-skeiði, so forðaði versnaða heilsustøðan
fingið. Eg bleiv so rørd.” Omanfyristandandi er bert ein av mongu afturmeldingunum, vit hava fingið fyri jólakortátakið, sum vit hava koyrt í skúlunum seinastu vikurnar. – Tað hevur verið sera stuttligt at síggja [...] omma í Havn fekk enntá heili fimm jólakort frá sínum ommubørnum. Til útheimin eru eisini heilt nógv jólakort send. Jólakort eru so at siga farin til allan heimin, greiðir Bára á Lag frá Posta frá. ##med2## [...] fremmant fyri børn og ung í dag. Eitt nú er tað ikki nøkur sjálvfylgja, at næmingar vita, hvat eitt frímerki er, ”brævbjálvi” er fyri summi eitt fremmandaorð, og tað eru langt frá øll, sum kenna sína fulla
ferðandi á omanfyrinevndu vegateinum ofta eru darvað av vindi og kava. Slík trygdarviðurskiftir eru sera viðkomandi at viðgera í Kringvarpi Føroya sostatt, at vit fáa skilabestu og tryggastu vegaføringina [...] hevur undirritaði á umrødda fólkaslagnum. Sum onkur segði - ikki øll havnarfólk eru tíðindafólk, men øll tíðindafólk eru havnarfólk (skal eisini skiljast sum skemt). Verjandi tjøldur, sum lýst í “Fuglakvæðnum” [...] Onkur noyðist at loysa posabandið, nú okkara almenni mentanar- og tíðindaberi í rúma tíð hevur lagt nógv fyri at dyrkað neilig tíðindi um Suðuroy og Suðuroyartunnilin. Trupulleikin er ikki, at tunnils
ásetingar um skyldur hjá krígsførandi pørtum. - Tað er av alstórum týdningi, at vit tryggja mentanararvin, so at vit vita, hvørji átøk vit skulu seta í verk, skuldi ein neyðstøða tikið seg upp. Eg fari at taka [...] skráseting og tilbúgvingarætlanum fyri mentanararvin eru, umframt at virka sum vernd í krígsstøðu, eisini viðkomandi, tá talan er um aðrar hóttanir, eitt nú av veðri, eldi, stuldri ella yvirgangi. - Myndugleikarnir [...] sáttmálan í verk. Sáttmálin, sum varð undirskrivaður í Haag í 1954, staðfestir, at mentanarvirði ikki eru lóglig álopsmál í krígsstøðu, og at mentanarvirði ikki eiga at verða brúkt sum liðir í hernaðarligum
fáum okkara unnist at røkka so høgan aldur, sum tygum nú hava rokkið. Ofta verður nú á døgum tosa um “hin triðja aldurin”, sum er, tá fólk framvegis eru virkin eftir pensjónsaldur. Og virkin hava tygum verið [...] yngra ættarliðið er stórur, og tey ungu í familjuni eru gimsteinar tygara, tí tygum hava altíð verið so familjukær og ikki minst vinsæl. Av tí sama eru tey nærmastu, tygum hava verið so góð við, framvegis [...] var hátíðarhald á Lágargarði í Havn, tí Jastrid Olsson fylti 100 ár. Hetta skrivar torshavn.fo. Her eru brot úr røðuni, ið Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt fyri Jastrid. - Góða Jastrid
Tróndur Patursson. Limir í Steinbrá eru vælkomnir at heinta sítt gávuprent sum Hanni Bjartalíð hevur gjórt í ár. Heilt 6 prent eru at velja ímillum. Nýggir limir eru sum altíð hjartaliga vælkomnir og kunnu [...] Meðan harðast leikar á gera vit klárt til myndaódnina sum letur upp leygardagin kl 15-17, boðar Steinprent frá. Vit vísa verk eftur listafólkum sum hava arbeitt á verkstaðnum í ár. Marius Olsen, Tóroddur [...] fyri limagjaldi fyriliggur. Grafikkfelagið Steinbrá er stuðulsfelag hjá Steinprenti. Steinprent hevur nú í mong ár verið ein høvuðsmotorur í føroyskari samtíðarlist og er sera høgt í metum millum bæði listafólk