Ungir kúllar við nýggjum sangi

Bólkurin 21KNM hevur útgivið nýggjan sang, har ein eldri hittsangari eisini syngur við

Hiphop-bólkurin 21KNM hevur útgivið nýggjan sang við heitinum "Camping".

 

21KNM er ungur og framfýsin bólkur, sum hevur verið frammi við sangum sum "Bowla í Leirvík", "Effo Date" og "Mat í Luux".  Bólkurin byrjaði at gera tónleik fyri góðum ári síðani, og teir hava havt fleiri framførslur á tiltøkum kring landið síðani.

 

Nú ætla teir at geva fleiri sangir út aftrat, og tann fyrsti er komin.

 

Sangurin "Camping" er lættur sangur um lívið við húsvogni út í náttúruni. Árni Andreasen er gestasangari á sanginum.

 

Teir, sum spæla við 21KNM, eru Jens Eli Ellefsen Ólason, Petur Fjallsbak, Brandur Reynstind og Hans Oluf Johannesen.

 

Her kanst tú hoyra sangin:

 

##med2##