Mæla til at seta UNESCO-sáttmálan um verju av mentanarvirði í krígsstøðu í verk

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur fingið handað tilmæli frá føroysku UNESCO-nevndini um at seta UNESCO-sáttmálan um at verja mentanarvirði krígsstøðu í verk í Føroyum

Grundarlagið fyri Haag-sáttmálanum frá 1954 var umfatandi oyðingin av mentanarvirðum undir seinna heimsbardaga. Hetta skapti ein tørv á altjóða standardum og tiltøkum, so at list, lutir, skjøl, handrit, bygningar og fornminni kundu vera betri vard, skuldi kríggj brostið á.

 

Føroyar tóku undir við Haag-sáttmálanum í 2003, men eins og í flestu grannalondum okkara hevur ikki verið arbeitt miðvíst við at seta sáttmálan í verk.

 

Sáttmálin, sum varð undirskrivaður í Haag í 1954, staðfestir, at mentanarvirði ikki eru lóglig álopsmál í krígsstøðu, og at mentanarvirði ikki eiga at verða brúkt sum liðir í hernaðarligum ætlanum, hvørki í friðartíð ella í krígsstøðu. Sáttmálin, við tveimum tilhoyrandi protokollum frá ávikavist 1954 og 1999, skipar verju av mentanarvirðum við skráseting, merking, tilbúgvingarætlanum og revsiásetingum fyri brot á ásetingarnar í sáttmálanum. Sáttmálin hevur eisini ásetingar um skyldur hjá krígsførandi pørtum.

 

- Tað er av alstórum týdningi, at vit tryggja mentanararvin, so at vit vita, hvørji átøk vit skulu seta í verk, skuldi ein neyðstøða tikið seg upp. Eg fari at taka málið upp í landsstýrinum, so at allir viðkomandi myndugleikar kunnu vera við í arbeiðinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna og mentamálum. 

 

Tiltøkini við merking, skráseting og tilbúgvingarætlanum fyri mentanararvin eru, umframt at virka sum vernd í krígsstøðu, eisini viðkomandi, tá talan er um aðrar hóttanir, eitt nú av veðri, eldi, stuldri ella yvirgangi.

 

- Myndugleikarnir, ið varða av mentanararvi í grannalondum okkara, eru farin undir at arbeiða við sáttmálanum, so sum at merkja, skráseta og gera tilbúgvingarætlanir fyri mentanarvin, og tað er eitt gott høvi hjá okkum at gera tað sama, sigur Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum og formaður í føroysku UNESCO-nevndini.