Meðan harðast leikar á gera vit klárt til myndaódnina sum letur upp leygardagin kl 15-17, boðar Steinprent frá.
Vit vísa verk eftur listafólkum sum hava arbeitt á verkstaðnum í ár. Marius Olsen, Tóroddur Poulsen, Hansina Iversen, Torbjørn Olsen, Louise Aakerman Nielsen, Marco Evaristti, Hanni Bjartalíð, Fríða Matras Brekku, Heirikur av Heygnum, Julie Boserup og Tróndur Patursson.
Limir í Steinbrá eru vælkomnir at heinta sítt gávuprent sum Hanni Bjartalíð hevur gjórt í ár. Heilt 6 prent eru at velja ímillum.
Nýggir limir eru sum altíð hjartaliga vælkomnir og kunnu velja sær eitt gávuprent, tá prógv fyri limagjaldi fyriliggur. Grafikkfelagið Steinbrá er stuðulsfelag hjá Steinprenti. Steinprent hevur nú í mong ár verið ein høvuðsmotorur í føroyskari samtíðarlist og er sera høgt í metum millum bæði listafólk og listaáhugað. Her verður arbeitt á hægsta listaliga støði við myndlist, ið verður til á verkstaðnum uppiá og framsýnd á gallarínum niðriundir. Steinbrá hevur eina Facebooksíðu, har boð frá felagnum verða send, umframt við telduposti, skrivar Steinprent millum annað í tíðindaskrivi.