heimin, tá USA, Bretland og Frakland skipaðu fyri teirri kendu loftbrúnni fyri at hjálpa fólkinum í Vesturberlin, tá Sovjetsamveldið stongdi allar farleiðir til býin. Í 11 mánaðir fingu teir 2,5 milliónir [...] Tempelhof. 41 bretskir og 31 amerikanskir flogskiparar doyðu av vanlukkum undir tiltakinum, og teimum til heiðurs stendur ein minnisvarði á tí søguliga flogvøllinum, sum nú fer í søguna. [...] flogvøllurin í heiminum. Tann kendi flogvallarbygningurin bleiv bygdur , eftir at nazistarnir vóru komnir til valdið í Týsklandi. Hann er triðstørsti bygningur í heiminum aftan á Pentagon í Washington og ta risastóru
restin, sum stríddist fyri ikki at flyta niður. Liðini í niðari hálvu skiftust um at vera í niðurflytingarvanda. Rundan um summarsteðgin sá út til, at KÍ hevði mist stevið og tapti fyri bæði 07 Vestur og B71 [...] skoraði upp á brotsspark, meðan KÍ í evstu løtu tapti heima fyri NSÍ. Umfarið eftir vann B36 í Klaksvík og EB/Streymur tapti í Gundadali fyri HB, sum hóast eina ringa byrjan nú aftur hevði samband við oddin [...] heimavølli fyri B68 mátti tað tungu leið niður í 1.deild saman við B71. Steypakappingin EB/Streymur er steypaliðið í føroyskum fótbólti seinnu árini og aftur í ár stóðu teir við gullheiðursmerkinum um
Hinvegin er tað eisini komið fyri, at teir eru farnir skeivir, men hava – av eini ella aðrari orsøk – ikki vilja rættað skeivleikan. Tá eru aðrir starvsbrøður komnir teimum “til handa” og hava greitt frá [...] i, sum prógv fyri at “summi” í Klaksvík “vilja siga”, at Kjølbrofyritøkan hevði ov stóra ávirkan á lívið í Klaksvík...”. Tað, sum kjakið okkara millum og frá mínari síðu frá byrjanini til nú hevur snúð [...] at tað er serliga heiðurligt, at “søgufrøðingurin fráleggur sær próvbyrðuna”, heldur enn at koma við prógvi av máli, hann sjálvur hevur reist, og brúkt sum søguliga undirbygging fyri samfelaganum Klaksvík
starvi, har til hann gjørdist deildarstjóri í Landsstýrinum í 1990, og hann arbeiddi í Mentamálaráðnum, til hann fór frá við eftirløn 60 ára gamal, tí hann vildi brúka tað tíð, sum hann hevði til at granska [...] Thorsteinson var spelkin, í góðum lag og var væl fyri i allar mátar. Tað var søgufrøðin og granskingin, sum lá honum fremst í huganum. Hann var henda dag á veg til Kongaliga Bókasavni, har hann brúkti nógva [...] hann byrjaði til hann var liðugur var stutt, og so hevði hann eisini fult arbeiði afturat. Doktararitgerðin Et Færø som Færø. Studier i Færøernes forfatningsmæssige stilling i forhold til Danmark 1834-1852
eg havi gjørt ein feil í míni seinastu grein, og her má eg geva honum rætt. Eg havi, av eini ella aðrari orsøk, ikki lagt til merkis, at hóast hann spurdi um skattalættar fyri bæði land og kommunur (sum [...] nærri frá hesum. Láturlig villeiðing Tá ABC samgongan samtykti at lækka skattin fyri seinast vunnu krónuna, so var tað fyri, at tað skuldi loysa seg at arbeiða meira. Um vit siga, at hetta eydnaðist, og [...] sær komið, at tað í svarinum, ikki hevur tikið kommunurnar við. Tað átti eg sjálvsagt at lagt merki til. Men tá tað er sagt, so má Høgni geva mær rætt í tí, at skattalættarnir hjá ABC-landsstýrinum kostaðu
hava elvt til stjórnarslit og eitt skammarkent umdømi fyri føroyskan politikk – bæði her heima, og ikki minst fyri Føroyar uttanlands. Havi til tað seinasta vónað, at eitt minstamark av ábyrgd fyri øðrum enn [...] ikki koma til arbeiðis. Karsten Hansen ringir eisini til mín og biðjur meg um loysa málið endaliga. Dagin eftir sigi eg við míni starvsfólk, at hetta er so vitleyst og óprofessionelt sum gongur fyri seg, at [...] og ístaðin fjald við ótespiligum álopum á undirritaða til almenna last, einum heilum politiskum flokki til nærum óbótaligan bága, einum landi til skammar – og nú eisini við at heingja út navngivin embætisfólki
á Beskytteren fyri “deres elskværdige Optræden og Hjælp, da vi i en forkommen Tilstand indkom til Kongshavn (Skálafjørðin).” Tað løgna við hesi kunngerð er, at tað ikki verður takkað fyri sjálva bjargingina [...] søgte vi hen til Trawleren for at faa at vide, om den mon have Forbindelse med Barken, men da dette ikke viste sig at være tilfældet, tog vi hen til Havaristen, hvorfra Mandskabet gjorde Tegn til os med Hænderne [...] komme op til ham for at sætte Sejl og iøvrigt hjælpe til, men for ikke en anden Gang at risikere saavel Baaden som Livet, ventede vi indtil Barken var kommet i læ af Bortangen. Her lagde vi til og lod to
og landi at arbeiða seg frá ósjálvstøðu til sjálvstøðu og frælsi, og at arbeiða við sjálvstøðuni sum grundarlag til eitt forpliktandi samarbeiði til frama fyri allar samarbeiðspartar. At enda skal eg bert [...] nýtist at argumentera ímóti. Hetta stóra landi stríddi fyri at útvega sær fullveldi og fekk tað í 1776 og hevur fyri stóran part verið fyridømi fyri frælsar stjórnarskipanir aðrastaðni í heiminum. Landið [...] nationalstatir eru til longur gongur ikki. Tvørturímóti eru fullveldi og nationalstaturin fortreytin fyri, at samarbeiðið millum lond kann virka. Tí kann eitt føroyskt samarbeiði svarandi til limaskap í ES
eina kvígu, sum kálvaði so seint. Mamma gekk til neyta fyri ommu í Jákupsstovu og eisini fyri tey á Rætt. Tá kom ein kona og spurdi, um vit vildu ganga til neyta uppá kúnna hjá teimum. Afturfyri skuldu [...] Hann giftist inn til Klaksvíkar við Thalu, dóttur Samson. Fýra systkin Vit vóru fýra systkin. Eg var elst og eiti Kristina Sofía, sum er blivið til Dinnafía. Eg eiti Kristina eftir ommu míni á Rætt, og Sofía [...] eftir Djúpunum. Manningin á Langanesi fór til gongu til Funnings. Grindin var komin so langt inn, tá vendir hon út aftur, og teir á Langanesi kastaðu kol fyri at fáa grindina at venda inn aftur. Tað eydnaðist
verður ein fittligur partur tikin við úr hennara frásøgn Margretha var úr Saltangará. Fyri at lýsa upprunan til hesa bygd skal endurgevast partur av grein hjá Mariu Jacobsen úr Keraldinum nr.2/1996, sum [...] Rakul f. 1830, sum var av Toftum. Tey áttu tvær døtur og fýra synir. Rógvast til Havnar at verða doypt Tá ið eg var fødd, áttu míni foreldur tveir synir og eina dóttir. Tá í tíðini skuldu børn doypast sum [...] Krákusteini, kendur kvartermeistari á Skansanum. Mamma fortaldi fyri mær sum barn, at hon hevði ballað eitt stórt sjal um meg, fyri at eg kundi halda hitanum. Niels skuldi sum tann elsti av gubbunum