Taka sálmasang upp í Vágs kirkju

Útvarpið hjá Kringvarpinum ferðast kring landið og tekur sálmasang upp, so Kringvarpið fær nýggjar sálmaupptøkur í savnið. Í morgin, týskvøldið 19. oktober, verður sungið í Vágs Kirkju klokkan 19:30.

Heitt verður á fólk at møta fjølment og at hava sálmabøkur við.

Kirkjuráðið bjóðar kaffi eftir sangin.

Sálmarnir eru hesir:

 

38- Nærri, mín Guð til tín

53- Ongum er so trygt at fara

84- Lat hurðar upp, ger borglið breið

154- Eg veit ein góðan seyðamann

163- Tá Kristus vár Guð

205- Heiður tá veri

409- So tak tá mínur hendur

522- Guð, ger meg til eitt lítið ljós

531- Guðs góðsku glað nú prísa

555- Nú skínur sólin bjarta

560- Nú dagurin at enda er

580- Slættasti sjógvur og brattastu bylgur

585- Tú alfagra land mítt

 

Ætlandi skuldi upptøkan gerast fyri nøkrum vikum síðani. Nú er Smyril aftur í sigling um Suðuroyarfjørð, eftir at hava verið í dokk, og ferðasambandið tískil regluligari, og nú verður roynt at fáa sálmasang úr Suðuroynni í savn Kringvarpsins.