Hallbjørg Lamhauge
----
Fyri tíð síðani varð eg biðin um at stilla upp til komandi býráðsval á Tjóðveldislistanum. Hetta kom eitt sindur óvart á meg, tí eg havi ongantíð verið í nøkrum politiskum arbeiði áður.
Eg ráðførdi meg tí við familjuna, og gjørdist skjótt greið yvir, at hetta var eitt gylt høvi hjá mær til betur at tæna teimum hjartamálum, sum eg havi, bæði í mínum dagliga arbeiði og sum eg eisini arbeiði fyri sum privatpersónur.
Hesi hjartamál eru serliga tey sokallaðu bleytu virðini, og vil eg virka fyri menning innan tað sosiala økið. Tað verið seg til dømis innan barnaøkið, tey ungu og eldraøkið.
Átrokandi er eisini at bøta um støðuna hjá teimum, sum detta úr ALS-skipanini og hjá teimum, sum fáa almannaveiting, nú løgtingið hevur samtykt, at frá 1. januar 2013 verða forsorgarveitingar ikki longur roknaðar eftir tørvi hjá tí einstaka, men verða fastar bruttoveitingar.
Eitt annað hjartamál hjá mær er mentanin og listin. Eg meti hesi hava alstóran týdning í nútímans samfelagnum, og tí kundi eg eisini hugsa mær at verið við til at bøtt um korini hjá tónleikinum, málningalistini og ikki minst hjá sjónleikinum í kommununi.
Svarið til Tjóðveldi upp á fyrispurningin um at stilla upp til býráðsvalið var tí eitt greitt ja, og tí fari eg fram til valið at hava nakrar smærri greinar um nøkur av hesum hjartamálum, sum eg kundi hugsað mær at arbeitt fyri.
Men hví so hasa yvirskriftina?
Jú. Tá eg hevði ráðført meg við mína familju, høvdu synirnir, tvíburarnir Høgni og Bogi nevnt fyri teirra vinfólkum, at eg ætlaði at stilla upp. Beinan vegin var tað ein teirra, sum var so hittinorðaður, at hann kom við hesum á Facebook. Takk fyri tað Bjarni Kárason Petersen.
Hesi orð skulu vera míni slagorð til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu 2012.
Ta røttu at ráða? - vel mammu Høgna og Boga.