TROYTTUR AV TRÚTTANDI TJÓÐVELDISFÓLKI

Tjóðveldisflokkurin vil ikki vita av, at tað eru tvinnir partar, ið samráðast. Nevniliga Danir og Føroyingar


 

Einki er at taka seg aftur í, at samgongan hevur í landsstýrismanninum við sjálvstýrismálum leingi havt ein trupulleika at dragast við. Hansara kós hevur ferð eftir ferð verið ein sigling í vandasjógvi, ella sum onkur hevur tikið til, at hann ?enntá hevur fleiri ferðir siglt fulveldisskútuna á land?.


Tað er eitt undur, at ikki størri skaði er hendur.


Hetta hevur við tíðini gjørt, at samstarvið millum skipara og stýrimann er versnað.


Høgni spælir solo

Hesaferð fór hesin óroyndi politikarin ? eg vil ikki siga, at hann er ov ungur, men óroyndur ? ov langt, og nú var løgmaður noyddur at steðga honum og seta hann ?upp á pláss?. Vit finna okkum heilt einfalt ikki í hansara solospæli longur, og nú vóna vit, at hann og Tjóðveldisflokkurin skilja støðuna.


Tað stendur nú upp til teirra, um vit skulu sigra.


At vinna fullveldi krevur meira enn bara sjónleik og manipulatión. Seinastu árini hava ávís tjó-veldisfólk dyrkað hesi evni í so nógv.


Eg eri eisini troyttur av, at tað vísir seg hjá øllum flokkunum ? her er einki undantak ? at tað er umráðandi, ?hvussu hann stendur seg?, ella hjá einkultum politikarum ?hvussu teir standa seg?.

Spurningurin vit eiga at seta okkum er: ?Hvussu standa Føroyar og føroya fólk seg?? Tað er veruligi spurningurin vit skulu seta okkum sum politikarar, valdir av fólkinum.


Hinvegin hevur Fólkaflokkurin ikki nóg væl duga selt eina góða vøru. ? Tað er munur á, hvussu fjølmiðlamaðurin Høgni Hoydal hevur duga at verið ein rættur sølumðaur.


Tað eydnaðist kanska eisini hesaferð Tjóðveldisflokkinum at gera hetta álvarsmálið til eina ?procedure-bagatell? við tí ?skeiva postberaranum?, og at fáa landsstýrismannin í sjálvstýrismálum at standa fyri fólkinum sum ein annan pínslavátt. Allur sjónleikurin á Vaglinum var settur upp til tað sama, og tað má sigast at vera meira enn heppi fyri ?sjónleikin?, at tingfundurin kundi útsetast so leingi, meðan føroyingar allir vendu eyguni og oyruni móti Høgna Hoydal.


Sjálvandi átti løgmaður at koyrt Høgna Hoydal til hús beinanvegin


Bíðaðu eftir Høgna

At billa fólki inn, at bíðað var eftir løgmanni, er heilt burturvið. Løgmaður hevði í góðari tíð boðað landsstýrismanninum frá, at tók hann ikki uppskotini aftur, varð hann loystur úr starvi, og løgmaður fór síðani at taka uppskotini aftur. Hetta uppsagnarbrævið var undirskrivað og víst Høgna Hoydal ? kortini valdi hann at spæla sín egna leik og kanska fáa persónligan vinning av leiklutinum sum pínslaváttur.


Tá Høgni Hoydal tosar um, hvat umheimurin fer at siga nú, so vil eg svara, at føroyskur politikkur er álvarsamari enn sum so. Høgni hevur kanska sjálvur sett seg í eitt ávíst ljós hjá útlendingum. Um hann kann liva upp til tað, er hasara søk. Vit í Fólkaflokkinum arbeiða til frama fyri ta føroysku tjóðina - líka mikið hvat so aðrir halda.


Eg haldi eisini, at tað er rætt her at skoyta uppí, fyri at prógva vanvirðing tjóðveldisfloksins fyri løgmanni, at løgtingsmaður tjóðveldisfloksins Páll á Reynatúgvu á samgongufundi tók brævið frá Føroya løgmanni, har m.a. varð sagt, ?at vit ynkja onga fólkaatkvøðu?, meðan samgongulimirnir høvdu eyguni fest á hann, rukkaði taðsaman, gjørdi tað til ein ?bólt?, og kastaði hann í krókin.

? Hetta er ov primitivt, og kann á ongan hátt góðtakast av Fólkaflokkinum.


Eigin semja

Lat meg enn einaferð sláa fast, at full semja var ikki í landsstýrinum um fullveldisleistin, og tað var orsøkin til, at Løgmaður ikki vildi hava uppskotini niðan í Løgtingið. Hetta vitsti Høgni Hoydal og hinir tjóðveldismenninir, og teir vita eisini, at uppskotini ikki fara niðan uttan at full semja er um tey í landsstýrinum ? at uppskotini hjá Høgna so heldur ikki bera juridiskt, sum onkur vil vera við, er ein onnur søga, sum bert styrkir okkara støðu.


Tjóðveldisflokkurin vil ikki vita av, at tað eru tvinnir partar, ið samráðast. Nevniliga Danir og Føroyingar. ? Danir við síni stjórn og so gott sum øllum tí danska fólkatinginum og næstan helminginum av føroysku tingmanningini. Hetta er veruleiki, sum eingin kann renna frá, men takast í álvara.


Eiga vit ikki at minna okkum á úrslititð av fólkaatkvøðuni í 1946 og fylgjurnar av henni.


Lat meg undirstrika, at eg fegnist um, at vit funnu stevið aftur á hesum sinni, men tjóðveldismenn eiga at duga sær hógv i hesum týðandi samstarvinum um tað skal halda. Vit vilja tað besta fyri Føroya fólk. At okkara løgmaður og leiðari í landinum, sum leggur doyðin á júst hetta og ikki vil spæla hasard við framtíðini hjá Føroya fólki, skal verða spiltur út og vanvirdur av tjóðveldisfólki í teirra villa rúsi, er Fólkaflokkinum ovboðið.


Allur hesin sjónleikurin á Vaglinum við geylandi tjóðveldismonnum minti meg so nógv á læknastríðið í Klaksvík, sum tjóðveldisflokkurin avgjørt ongan heiður átti av, at tað varð loyst, men gjørdi sær dælt av hesum sorgarleiki.


Eg vil geva Helena Dam á Neystabø, formanni Sjálvstýrisfloksins rætt í, at samgonguflokkarnir nú eru undir stórari ábyrgd at endur reisa álitið hjá føroyska fólkinum á samgonguna. Hetta kann bert gerast um Tjóðveldisflokkurin fæst at reka seriøsan politkkk, sum førir okkum fram móti endamálinum, vit hóast alt eru samdir um.


Tað tykist, sum teir hóvligu tjóðveldismenninir sleppa ikki at bera seg at sum góðir politikarar, teir verða riknir við einum putti, so allir fáast at ganga í gásagongd.


Eg eri troyttur av trúttandi tjóðveldisfólki.