Mett var ikki, at talan var um nakra ítøkiliga hóttan. Sosialurin fekk heldur onga ábending um, at ónøgdu ungu starvsfólkini ætlaðu sær at gera seg inn á stjóran. Tey vildu bara hava løn. Ikki limir í fakfelagi [...] tey, ið ikki longu hava latið sakførara taka sær av lønarinnkrevjingini, fóru at gera tað sum dagur leið. Hóast fleiri starvsfólk søgdu hann vera væl dámdan at byrja við, vórðu føgur orð ikki havd á munni [...] um støðuna, men annað enn gitingar vóru ikki frammi eftir fundarlok. Álitismaðurin skuldi á fund við íslendska tøkningin í gjár, og Jógvan Páll væntaði fyri heilt vist, at Atlantic Radio er farið í søguna
kunnu ikki longur lata sum um umheimurin ikki er til. Lívið í Spania Nú hava Durita, Erik og Freyja búð í Spania í eitt gott ár. Og tað verður latið væl at liviumstøðunum har niðri. - Eg kann ikki siga [...] stuttur vetur. Tey yvir 3000 metrar høgu Sierra Nevada fjøllini beint uttanfyri hurðina. Ikki so langt til havið, og ikki so langt til at standa á skí, sigur Durita vera orsøkina til, at valið fall á Granada [...] einum húsum. - Tá gjørdist eg varug við, hvussu fantastiskt hetta økið er uppá heilt nógvar mátar. Men tey trý fluttu ikki niður til Spania fyrr enn í august 2002. Og seinasta árið hevur Durita so skrivað
Líkindini at spæla fótbólt vóru heilt góð, tá ið sæð verður burtur frá, at ljósið ikki var nakað serligt. Áskoðararnir kendu heystarkuldan vera komnan, men tað tóktist ikki bila, tí lagið var í toppi, nú KÍ [...] Tað var satt kæti við Løkin mánakvøldið. Heimaáskoðararnir vóru rættuliga fáir, men gestirnir vóru heilt nógvir – ivaleyst fleiri enn tvey hundrað – og teir hugnaðu sær, frøddust og skemtaðu. Líkindini [...] kappast er gott. Mikkjalsmessa stendur fyri durum, og tí verður tað ikki so leingi, inntil fenaðurin fer at verða handlaður og vigaður. Ikki var tað sørt, at áskoðararnir hetta kvøldið í Runavík handlaðu
Dramatiskur endi TB, sum ikki hevur verið partur av bestu mansdeildini síðani 2005, er eitt av feløgunum, ið livir í vónini um aftur at koma upp millum tey bestu. Men ikki gongst heilt eftir vild – og tað gjørdi [...] stig síðstu tríggjar dystirnar, og tað kann verða so skjótt, at VB/Sumba er við heilt har frammi. NSÍ og Víkingur, sum ikki kunnu flyta upp allíkavæl, liggja oman fyri niðurflytingarstrikuna, meðan Skála [...] tað heldur ikki leygardagin. Í dystinum í Runavík ímóti NSÍ vóru tað vertirnir, sum høvdu teir heldur betru kjansirnar fyri steðgin, men sum seinni hálvleikur leið, økti TB trýstið. Tó kom ikki hol á fyrr
klokkan 20.00. Lagið er sera gott á spælarunum. Tað kendist heilt væl á venjingini í fvyrrakvøldið. Sámal Joensen og Pól Thorsteinsson, sum ikki vandu saman við hinum sunnudagin, høvdu ongar trupulleikar [...] hava vunnið seg heilt aftur, eftir stríðið í Litava. Lagið var gott, og teir gingu uppí venjingina við lív og sál. Onkuntíð kendi venjarin seg noyddan at biðja teir ansa sær, at teir ikki skaddu hvønn annan [...] ivaðist hann ikki, men vísti á Toda Jónsson, og tað var eisini eftir álopsmanninum hjá FCK, at skotsku tíðindamenninir fregnaðust eftir, tá teir fylgdu við venjingini. Tað gjørdi tað ikki verri, tá teir
samanberast við onkran minni landslut í hansara egna landi. - Men tað passar slett ikki. Hetta er heilt øðrvísi, og kann als ikki samanberast við nakað, sum eg kendi til áðrenn, flennir hann. Tær báðar donsku [...] tann eina gentan frá. Men løtan var tó ikki long á diskotekinum, tí har var nærum einki fólk inni. - Øll tey ungu sótu uttanfyri, og tey flestu vóru so rúsaði, at ikki bar til at tosað við tey. So býtúrurin [...] koyra tey bara runt í bilum teirra alla náttina, og tað kann ikki vera nakað serliga spennandi, heldur Haraldur. Viltust á Viðareiði Tað er ikki einans í Klaksvík, at Nord Jobbarir eru í løtuni. Fleiri onnur
Prix finaluni í 1999. Soleiðis bleiv tað tó ikki, men nú eru teir fimm havnardreingirnir vendir aftur í við einum meira poleraðum og stílreinum Tangz, sum ikki kann renna undan teimum vónum, sum verða settar [...] Og tað skiftir allatíðina hvat vit hava hug til at spæla og hvat situr best hjá okkum, so tað er ikki heilt greitt hvørji løg vit fara brúka á finaluni. Eg havi varhugan av at nógvir av finalubólkunum eru [...] finaluna. Hvør er favorittur? ? Tað er All That Rain eftir mínari meting. Eg ivist heldur ikki í at Týr kann gerast heilt spennandi fyri dómararnar. Hvat við Tangz? ? Vit trúgva uppá, at alt kann henda. Er tað
og IM-normur. Eitt satt bragd av 21 ára gamla kollfirðinginum. Sjálvur skilti Hans Kristian ikki heilt hví tad gekk so væl hjá honum á Tvøroyri. - Eg helt meg undan kappingina ikki vera í serliga góðum [...] góðum formi og havi heldur ikki telvað nakað serligt seinastu tveir mánaðirnar, segði fegni vinnarin eftir kappingina. Hans Kristian hevur ikki nakrar ávísar talvætlanir beint nú, men ivaleyst fer hann út [...] býttu 6. plássið vid 4,5 stigum. Hetta kann John Arni, ið var triðhægst styrkismettur, sjálvsagt ikki vera heilt nøgdir vid. Hinvegin var 50% skoran hjá Carl Eli í sínum elddópi í IM-kapping á góðari leið.
javnur, hóast eg helt, at vit høvdu munin. Í seinna hálvleiki vóru vit heilt greitt betri, og sjálvur brendi eg einar tveir heilt stórar, men tíbetur fekk Lukasz málið, sum avgjørdi til okkara fyrimun [...] fyrimun, sigur B36-liðformaðurin, Jákup á Borg, ið ásannar, at tað er ikki heilt lætt at seta seg upp, nú lítið og einki er at spæla fyri: – Vit hava tosað eitt sindur aftur og fram um hatta við motivatiónini [...] Kanska vit ikki fáa so nógv burtur úr tí sjálvir, men vit kunnu kanska ávirka, hvat onnur fáa burturúr, sigur Jákup á Borg. Sær einki út hjá B68 Verri er vorðið hjá B68, sum avgjørt ikki er í ongamannalandi
meistaralið, sum skal royna at verja leiðsluna í seinna dystinum, og sum kunnugt, so er eitt mál ikki tann heilt stóra leiðslan í hondbólti, tá tað framvegis eru 60 harðir og vónandi spennandi minuttir eftir [...] snaraði sær, og tað stóð alt fyri eitt greitt, at tað var ikki hugsingur hjá honum um at halda fram í dystinum. Hvussu álvarsligur skaðin er, bar ikki til at fáa staðfest, áðrenn blaðið fór til prentingar [...] á royndu at muta ímóti. Og á vøllinum var spenningurin ikki minni. Intensiteturin var í hæddini, og viðhvørt var hondbóltsspælið tað eisini. Ikki minst mundi takið flogið av høllini, tá Harald Bjørgvin