gjørt lótu vera við at fara til verkstøðini at kanna bilin. Ein annar vansi við gomlu lyktakanningunum var, at ábyrgdin var tikin frá fólki og løgd á verkstøðini, sum eftir at hava kannað bilarnar, jú kvitteraðu [...] Støðan týsdagin 17 nov. var, at einir 8000 seðlar vóru latnir út. Helst eru tað fleiri, sum hava tikið meira enn ein seðil, men hvussu nógv hesi eru, ber ikki til at siga. Einir 850 seðlar eru komnir inn [...] sum fara meira lætt um og krossa av við diskin, uttan at hyggja eftir um hetta nú veruliga passar. Tey siga t. d. at bilurin var til kanning hjá Bileftirlitinum í summar, og so man hann vera í lagi nú eisini
heita á hann. Fyri meg var hetta ein ógloymandi tíð. Ein rík og strævin tíð saman við góðum lagsbrøðrum. Og júst Vøgg var ein lagsbróðir, sum skaraði framúr. Hann veik aldri ein tumma frá sínum hugsjónum [...] Føroyum« í 1983. Blaðnum var lív lagað í 10 ár, mangan undir ófatuliga trongum korum, bæði so og so. Men øll hesi 10 árini var Vøgg ein hollur stuðul, ein sum ongantíð sveik, ein sum altíð kundi lítast á [...] Eysturevropa, og hevði hetta hansara stóra áhuga. Eisini var hann íðin frímerkjasavnari, og hóast eg ikki eri nakar frímerkjasavnari, so má eg siga frá eini hending, mær var fyri í 1993. Eg var sum so mangan staddur
Mátti geva avboð til danska landsliðið Fyri Klæmint var hetta ein góð tíð. ? Eg hevði tað gott í Føroyum og í Mjølnir, men ítróttarlaga var hetta mín besta tíð, eisini tí spælararnir, eg spældi við, vóru [...] tú spælir flogbólt, men eg var ikki nóg sterkur kropsliga til fótbólt tá. Mær dámdi væl í Mjølnir. Felagið koyrdi væl, venjararnir vóru góðir ? tað var eitt danskt par, sum var í Klaksvík tá, sum vandi okkum [...] nevna, at Finngerð Sólbjørg, sum eisini var ein frálíkur flogbóltsspælari, men sum nú er givin, eisini var upp á tal til danska kvinnulandsliðið einaferð. Eg var javnan og hugdi, tá danska landsliðið spældi
Eg kundi ikki svara annað enn sum satt var, at hetta var so. Hevði blaðmaðurin havt ringt aftur, hevði hann fingið at vita, at sjálvan fýra ára dagin, tann 16. november 1998, varð kæran send dómstólinum [...] óivað er hetta eisini galdandi um skipamálið, ið annars mangan ruddaði forsíðurnar á bløðunum tann tíð tað var. Tá skortaði heldur ikki við viðmerkingum frá fútanum og hansara monnum, og lítið var at hoyra [...] hesum kjakinum, hvør tað var, sum setti meg í gongd við at gera kanningarnar. Tað var nevniliga Føroya Landsstýri«. So vita vit tað. Tað er landsstýrið, sum hevur skyldina. Var tað so eisini landsstýrið
heldur ikki ja takk til ein og hvønn konsulent. Fyrsta treytin er, at ein kann hava álit á viðkomandi og at viðkomandi bókmentaliga er væl fyri, sigur Lydia Didriksen. - Ein góð loysn eftir mínum tykki [...] ígjøgnum og givið mær kritikk, sum eg kann brúka til nakað. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur eina skipan við konsulenti og nú gjalda tey eisini fólki fyri tænastuna. Hetta átti at verið ein fastur táttur [...] ár fái eg eina góða vikuløn burturúr. - Ein eldri næmingur spurdi meg ein dagin, hvussu nógv eg fekk fyri at skriva eina bók. Grundin til at hann spurdi so var, at vit júst høvdu lisið eina søgu frá 1884
føroyskum mynstrum. Ein partur av úrvalinum var við á upptøkuroyndini á skúlanum, umframt annað, sum hon hevur bundið seinastu tvey árini, við tí fyri eyga at skipa fyri slíkari framsýning. Hetta er samstundis [...] vanliga síggja á gøtuni. Kann gerast ein vinna Borgný Patursson heldur, at tað eru so nógvir møguleikar at fáa góð, nútíðar pløgg burtur ur føroyskari ull, og at vit eins og framleiðarar í Íslandi hava prógvað [...] skúlan, og segði tí beinanvegin við skúlastjóran, hvussu gomul eg var. Skúlastjórin segði, at skúlin bert hevði eina reglu, og tað var, at bert fólk á høkjum ella í koyristóli sluppu ikki inn á skúlan
Fróði, eiga tvær døtur, Barbara, sum er 9 ár og Rannvá, sum júst er vorðin eitt ár. Tá ið Barbara var lítil var støðan nøkulunda tann sama sum í dag, tó ikki so vónleys, tí eftir sjey-átta mánaðir fekk hon [...] rættiliga planlagt við vitjanum, avtalum og fundum. Arbeiðsgevarin hjá mær skilir tað, hann hevur verið í somu støðu, men í longdini kann hetta ikki halda fram. Fyri at fáa alt at hanga saman brúki eg av feriuni [...] bíðilista, upptøkurtreytir og hvørt av sínum. - Tá ið tú kemur á ansingarkontórið fært tú ein slutur fyri ein slatur ístaðin fyri eini greið boð. Akkurát sum vit ikki tola at hoyra eitt nei. Kommunan hevur
biðja vestmenningar um umbering fyri, at vit í blaðnum í gjár tóku fyrsta plássið frá teimum. Tað var ein roknifeilur frá blaðmansins síðu, sum elvdi til, at vit góvu H71 oddasessin, men veruleikin er tann [...] Vestmanna. Jøvn og góð kapping Sum heild er tað hugaligt at síggja, at so at siga øll liðini kunnu vinna á øllum. Hjá monnunum hevur StÍF vunnið á Kyndli, KÍF hevur vunnið á H71, og VÍF, sum var favorittur undan [...] hoyvíkingum. Nú er Finnur Hansson aftur at síggja á liðnum hjá H71, og hann styrkir nógv um liðið, eins og Neistamenn fingu at kenna mikukvøldið. Kyndil tapti fyri fyrstu ferð mikukvøldið, tá teir lógu
aftaná, sama hvør avgerðin verður, kunnu siga, at hetta var veruliga tað, sum fólk vildu. At fáment fakfeløg eru veikari enn fjølment fakfeløg er ein myta. Eitt nú Prentarafelagið er gott dømi um tað. [...] pengakassanum. Vit liva jú øll av danskari náði, so ella so. So stórtøkið var danska felagið tó ikki ta tíð, Føroya Blaðmannafelag var »en kreds« i Dansk Journalistforbund. Eg haldi, at fjølmiðlafólk kunnu [...] sum eg havi mótmælt nýggja felagnum á fundum í Blaðmannafelagnum. Fundum, sum Eirikur Lindenskov var á, tað eg minnist. Eg havi eisini sett nøkur spurnartekn á hesum fundum. Verri enn so allir limirnir
gnum í óføri, siga teir. Hvat var tað so, sum m.a. javnaðarmenn á odda vóru við til at gera í 80?unum, tá veðhaldini vórðu pumpað úr landskassanum, og hetta gjørdist ein av størstu grundunum til, at Føroya [...] okkurin, ein búskaparfrøðingur og ein bankastjóri, sum javnaðarmenn ofta í seinastuni hava endurtikið til egnan fyrimun, vóru bodnir við. Sagt verður, at Tjóðveldisflokkurin ikki torir í ein dialog, og [...] viðvíkjandi politikki er ein fullkomilig misskiljing av afturhaldinum. Av royndum vita vit, at tað áttu javnaðarmenn eisini at vitað, so ofta teir hava roynt tað, at fyri hvørja ferð, ein víkir fyri afturhaldinum