haðani fór eg við maskinbáti til Kunoyar og Kalsoyar, har eg hevði góð møtir í roykstovum. Síðan fór eg umvegis Klaksvíkar til Fuglafjarðar, har eg hevði útimøti í átta kvøld, umframt at eg hevði heimamøtir [...] havi eg altíð við mær. Síðan eg kom aftur, havi eg fingið signað brøv frá nøkrum persónum á Sandoynni. Eg vitjaði eisini Skúvoy, og fólk har bóðu okkum um at koma skjótt aftur. Í september var eg aftur [...] tveimum brøðrum í samkomuni. Í august fekk eg møguleika at fara ein túr í Sandoynna, har eg vitjaði fimm bygdir við evangeliinum. Í tveimum bygdum fekk eg dansistovuna til møtir, og her var fitt av fólki. Her
Hetta tykist kortini ikki nerva dunnurnar stórvegis. Tær gleða seg bara til henda matin, sum soleiðis verður tveittur niður til teirra frá vini teirra, Hákuni. - Her vit nú standa, havi eg nýggju dunnur. Men [...] seinnapartin, men tað forðaði kortini ikki Hákuni at leggja leiðina til flokkin av dunnum sínum. Hetta lá væl fyri hjá honum, tí dunnur og gæs sínar hevur hann gangandi ikki so langt frá, har hann býr, her niðanfyri [...] men var heima í nøkur ár, meðan børnini vóru smá. - Men annars havi eg verið burturi, sigur Hákun, og fer niður í spannina eftir seinasta fransbreyðnum á hesum sinni til svongu dunnurnar. Ein bilur fer
viðvirka í filminum. - Eg hevði lisið nakað av skaldskapinum hjá Jens Paula, áðrenn eg fór undir hesa ætlanina. Men eg dugdi ikki at seta skaldskapin inn í eina heild. Tí kendi eg á mær, at eg noyddist at lesa [...] góða viku, og arbeiddi við øllum tættum. Hetta er sjálvandi ikki nøktandi, og er tað eisini orsøkin til at ráðgevi í filmsgerð er knýttir til verkætlanina, greiðir Gulla frá. Upptøkurnar eru gjørdar í Føroyum [...] Tórshavnar Manskór skal syngja og solistur verður Elin Heinesen. Hugtikin av listarfólki ? Eg veit ikki, hvat tað er, men eg havi altíð verið hugtikin av listarfólki. Hví vilja tey tað, tey gera. Tað veri seg
orsøkin sigst vera sama málið. – Ikki sjálvt løgtingsmálið, men fyrisitingin av eini fylgilóg. Skuldi ikki inn í kirkjuna Fyri at lýsa málið frá byrjanini av, so skulu vit aftur til broytingina í hjúnabandslógini [...] sum eitt lógaruppskot ikki er samtykt, so kunnu vit stríðast ímóti tí, men tá tað er samtykt, so er tað lóg. Vit kunnu hava okkara meiningar um lógina, men vit hava ikki loyvi til at gera ímóti henni. Í [...] eina loysn á hesum málinum. Eg ivist ikki í, at tað finnast loysnir, sum gera tað møguligt at sleppa undan at kroysta eina avgerð niður yvir kirkjuna, sum nógvir prestar als ikki kunnu góðtaka. Og hesi loysnini
farleið. Leiðin gekk til Christianshavn, har danska hervaldið áður hevði hildið til. Avbyrgt frá umheiminum, lá hetta frágerða økið bráddliga uttan ætlan, fólk og virksemi. Nú stundar til 30 ára hald í frístaðnum [...] smiðjuni kemur nútíðin til okkum á einum uppslagi við tiltikna trýfalda tví-v?num. Í Christiania hava øll fría og ókeypis atgongd til alnótina. Á heimasíðuni www.christiania.org ber til at kunna seg um øll [...] umtóktar, at verksmiðjan varð flutt til Jútlands. Á heimasíðuni hjá bílfría staðnum Christiania verður upplýst um ymsu sløgini, útgerð og prísir. Tey hálvt triðja hundrað børnini, sum her búgva, ganga í skúla
Tað er ikki ein spurningur um at tora. Eg skuldi taka støðu út frá tveimum tilmælum, tað hjá býráðnum í Havn, sum ásetti 40 loyvi, og tað frá Rúsdrekka og Narkotikaráðnum, sum mælti til ikki at hækka [...] loyvum Eftir hvat skilst - eg havi ikki formliga fingið brævið frá landsstýrismanninum enn, so ber til at tosa um at økja talið av loyvum, so hvørt sum brúk er fyri tí. Tað eri eg nøgdur við, sigur Leivur [...] eisini er neyðugt at umhugsa, at ikki ov nógv útskeinkingarstøð verða, við tí avleiðing at vinnan ikki kann bera seg, sigur Finnbogi Arge. Tordi tú ikki, tá samanum kom, ikki at lata Býráðnum tilmæltu 40
var als ikki nýtt til tað endamál, ið tað varð bygt til, og stóð tað nærum tómt alt árið. Her hava so millum 20 og 30 børn saman við starvsfólkum húsast til dagligt í hesi 5 árini. Hølini vóru ikki 1. Floks [...] at nýta tey til eitt tilhaldsstað hjá einum útibarnagarði, bar hetta væl til. Men nú er Zion selt til brøðrasamkomuna í bygdini, og vilja tey fegin nýta húsið til tað, sum tað er bygt til. Tey hava sostatt [...] hetta síggi eg sum eitt peningaspill, ið kundi verið betri umsitið. Sum foreldur og námsfrøðingur, vil eg altíð geva børnunum tað besta, og tað fái eg ikki gjørt, undir verðandi umstøðum. So eg havi eina
politisku flokkunum. Upphæddirnar á pengaseðlunum svara ikki júst til tað, sum vinnufyritøkur kosta at keypa. - Tað er rætt, at upphæddirnar ikki samsvara við hesa tíðina, men valdu hetta fyri at gera tað [...] Matador, sum er lagað til donsk viðurskifti. Á føroyska spælinum er einki fongsul, men í staðin er ein feria, og í staðin fyri reiðarí hevur føroyska spælið peningastovnar. Eisini ber til at lenda á Gekkinum [...] tímar at spæla, men hetta spælið er gjørt á ein annan hátt við samráðingarumfari, og til ber at býta um fyritøkur. - Eg havi nú spælt tað einar 30 ferðir, og tað hevur vart niður í ein tíma, sigur Reimund
Tilfeingið skal koma til børnini og ikki øvugt. Geva atgongd til allar felagsskapir so sum arbeiði, ítrótt og bústaðir á jøvnum føti við onnur. Í hesi tilgongd er alneyðugt at taka atlit til: Samstarv Møguleikar [...] norska filminum “ flyting frá stovni til egna íbúð”, sum kundi givið okkum íblástur til at hugsa ørvísi – nú býr hann ikki á mínum arbeiðsplássi meira, men nú arbeiði eg í hansara heimi. Vit eiga at savna [...] loysnir. Langtíðar raðfestingar eru neyðugar. So leingi vit ikki raðfesta, taka vit ikki støðuna í álvara. Vit skulu skapa smidligar loysnir eisini til tey við serligum eginleikum. Vit skulu burtur frá kassaloysnum
ítrivi í hjartanum í Havnini, kann viðvirka til betri trivna. Tórshavnar Býráð raðfestir slík spælipláss, og verði eg vald í býráði, vil eg gera mítt til, at hetta ikki bert er ein raðfesting, men eisini ein [...] tey sjálsagt eisini slík spælipláss til teirra børn. Eg síggi fyri mær, at eitt slíkt spælipláss kundi verði nærhendis rennibreytini ella niðri í Gundadali. Børnini kunnu stuttleika sær og spæla, ímeðan [...] Føroyum. So hví ikki gera eitt gott mennandi spælipláss sum er yvirdekka og kann brúkast tá tað regnar, uttan at børn og barnsligar sálir gerast rennvát og skulu verða ílætin regnklæðir. Eg veit, at tað finnast