Eitt føroyskt madador

Barónurin eitur eitt nýtt føroyskt borðspæl, sum Sjúrður Hammer og Reimund Langgard hava givið út

Í dag er spælið Barónurin komið til landið.
Barónurin minnir nógv um enska Monopoly og danska Matador. Men Barónurin er føroyskt, og spælið er lagað eftir føroyskum viðurskiftum.
Tað eru teir báðir Sjúður Hammer og Reinmund Langgard, sum hava gjørt spælið.
Meira enn 100 ár eru liðin, síðan borðspælið Monopoly var spælt fyrstu ferð – tá æt tað Landlord´s game.

Monopolyspælið er prentað í meir enn 275 milliónum eintøkum og spælt av meir enn einari milliard fólkum. Í Føroyum kenna vit best donsku útgávuna, Matador, sum er lagað til donsk viðurskifti.
Á føroyska spælinum er einki fongsul, men í staðin er ein feria, og í staðin fyri reiðarí hevur føroyska spælið peningastovnar. Eisini ber til at lenda á Gekkinum.
Danska spælið hevur gøtunavn, sum í føroyska spælinum eru fyritøkur. Hugskotið aftan fyri hetta er, at tær stóru nevndu fyritøkurnar hava goldið til spælið, sum á tann hátt kann seljast bíligari enn slík spøl annars kosta.
Reimund Langgaard heldur spælið vera læruríkt fyri børn, tí tey læra bæði, hvussu føroysku fyritøkurnar eita, hvussu vinnulívið sær út, og um at keypa og selja vinnufyritøkur. Fyritøkurnar eru býttar upp í vinnugreinar.
Nógv fólk rokna ongantíð í høvdinum, men hetta spælið gevur fólki møguleikan at menna tann førleikan.
Eins og í útlendsku spølunum ræður um at leggja allar fyritøkurnar undir seg, og hinir spælararnir fara av knóranum.

Familjuspæl
- Hetta er eitt familjuspæl, og best er, um vaksin spæla saman við børnunum, tí tey vaksnu kunnu tá læra børnini um samfelagið, at geva aftur og so víðari, sigur Reimund Langgaard.
Spurningarnir eru allir um føroysk samfelagsviðurskifti.
Á pengaseðlunum eru andlitinum á formonnunum í politisku flokkunum.
Upphæddirnar á pengaseðlunum svara ikki júst til tað, sum vinnufyritøkur kosta at keypa.
- Tað er rætt, at upphæddirnar ikki samsvara við hesa tíðina, men valdu hetta fyri at gera tað lættari hjá børnunum at rokna.
Reimund Langgard væntar ikki, at nakar trupulleiki verður at fáa børn at spæla Barónin, tí børn tíma altíð at spæla. Truplari kann vera at fáa tey vaksnu at spæla, men tey flestu vaksnu kenna Matador og kunnu tí óivað lokkast at spæla nýggja spælið.
Nógv fólk minnast aftur á Matadorspælið, at tað tók fleiri tímar at spæla, men hetta spælið er gjørt á ein annan hátt við samráðingarumfari, og til ber at býta um fyritøkur.
- Eg havi nú spælt tað einar 30 ferðir, og tað hevur vart niður í ein tíma, sigur Reimund Langgaard.