tá eg soleiðis siti og hugsi. Tað var so hugnaligt at hoyra teg og mammu tosa. Altíð so vinarliga. Tit stóðu hvørjum øðrum sera nær. Men lítillátin sum tú var, so gjørdi tú ongantíð nógv burtur úr tær [...] upp á Egg. Tú, eg og Lisa. Tú visti so nógv at siga frá. Sum barn var eg von at standa niðri í bygdini, og tað var so mangan, tú kom gandandi út eftir ella heimeftir, so fekk eg eina krónu í hondina. Nógv [...] at fáa teg inn á gólvið. Onkuntíð bleiv tað bara til eitt stutt prát í hurðini, og so var tú úti aftur. Men eisini, so sat tú eina góða løtu. Vit her í húsinum hava kent teg alt vit kunnu minnast, og nógvar
í minninum so leingi vit liva. Tú vart sonur Janu og Dánjal Petur Højgaard í Rituvík – og vart næstyngstur av tíggju systkjum. Nú eru øll tit systkini farin – tit vóru øll okkara varðar, so sera hugnalig [...] 1953 og tit fingu 8 børn, harav eg var yngsta dóttur. Pabba, tú vart ein fyrimynd fyri okkum øll uppá so nógvar mátar. Tú vart sera humoristiskur og sást oftast tað stuttliga í tilveruni. Tú vart so nærlagdur [...] nøkur byrða fyri nakran. Sjálvt um tú vart nógv burtur, eins og aðrir føroyskir sjómenn, so føldist tú altíð nærverandi atlíkavæl. Tað var altíð so spennandi tá tú so komst heim frá skipi, tí tá hevði
minkað og nú skuldi eg biðja um farloyvi. Tá eg so hevði sagt tað, tókst tú um meg, mussaði meg á kjálkan og segði, at tú so hopaði, at tað var ein lítil Robert, hvat tað so eisini, til tína gleði bleiv [...] góður við tykkum øll og tit hava øll, nógv góð minnir um hann. Til tín góða Frynhild og børn tíni, ið hava verið sera nógv um Bobby tey seinastu árini. Takk fyri at tit vóru so góð við hann. Eisini tykkum [...] sjúkur og við árslok 1995, avgjørdu tit at halda uppat við heilsøluni. Til alla lukku, knýtti tú seinni vinarbond við Frynhild og fingu tit nøkur góð ár saman. Tit vóru fleiri uttanlandstúrar, sum tú var
ferð, um teir ikki lógu og beistaðust í ovfarakæti á gólvinum ella í onkrari song. Eg minnist henda leikin sum nakað av tí vakrasta, sum eg havi upplivað. Til føðingardagar og viðhvørt annars fingu vit okkurt [...] Charlie Chaplin. Viðhvørt lukkaðist tað okkum at fáa Louis at fortelja um merkisverdar upplivingar. Louis greiddi livandi frá um ta ferðina hann var á haruveiðu og kom fram á eina snjóuglu, sum knappliga [...] "Skulu tit egna?" Hann mundi halda, vit sóu nakað vesaligir út til at klára hetta jobbið. Tá trein Oddmar fram og segði við myndugleika: "Bíða nú, eina ferð má vera fyrstu ferð!". Oddmar riggaði so til,
Tað, ið tit játtaðu í Hvalbiar kirkju, hildu tit - heilt til seinasta andadrátt. Saman fingu vit sagt: Verði vilji tín. Hvíl trygt hjá honum, sum tú hvørt kvøld bað til og hevði fulla vissu um. Tøkk mamma [...] tilsaman hava livað. Dugdu at reiðrast av nýggjum í barnaheimi tínum, ið tú vart so góð við. Okkum fýra gentur tit fyrst fingu. Forelskilsið og felagskapurin í hjúnarlagnum var tykkara stavnhald, bæði í logn [...] gongustjørna var um mann, børn og ommubørn. Hevði arbeiðslív og trygga tilveru. Tú vart stuttlig! Góða, vit tær takka fyri allar lívsperlurnar, ið tú okkum gav - sangirnar og søgurnar um mannalagnur - lív
flagveltu til næsta ár, um Gud vildi og tit hevði lív og heilsu, men so bleiv ikki. Tit vóru so glað fyri at Jan altíð var os raskur at hjálpa tykkum at seta epli niður. Vit skundaðu okkum til Havnar, og [...] tú ikki hevði tað so gott, og at tú skuldi á hospitalið. Eg hevði jú akkurát tosað við teg í telefon um kvøldið, har tú segði, at tú og Eli høvdu sitið og tosað um, at nú skuldi tit fáa tykkum eina flagveltu [...] leygardag at vera saman við tær, og eg eri so takksom fyri tey deiligu ár, ið tú fekk saman við Eli. Tit vóru so góð og tað var altíð so deiligt at koma til Norðragøtu at vitja, og deiligt at fáa tykkum
brøður, at tit skulu vera óvitandi um, hvussu er við teimum, ið sovnað eru – fyri at tit skulu ikki syrgja sum hini, ið onga vón eiga. Tí so satt sum vit trúgva, at Jesus doyði og reis upp aftur, so skal Gud [...] mammu, um tú kundi hava meg har úti meðan hann var burtur, og sjálvandi var svarið ja, so vit høvdu nógv okkara millum bæði í álvara og gaman. Tú vart so løtt í sinni og elskaði at spæla býtt, so tú fekst [...] Hann vitsti av royndum hvat hann tosaði um. Jákup og tú fingu 28 ár saman og 4 børn. Góðu Jákup og børn, tit hava mist eina góða konu og mammu; tað dýrabærasta tit áttu. Paulus skrivar í 2.Tessalonikabrævi
komu heim til tín og fingu okkum døgurða, vit hildu altíð at tað var so spennandi, um hvat tað var vit fingu at eta frá tær, tí tað var altíð góður matur man fekk frá tær, og tú dugdi so væl at gera mat, tað [...] sat og prátaði við teg og abba um mangt og hvat, so man kom ongantíð orðfátækur úr húsinum hjá tykkum aftur. Tað sum tit ikki vistu var ikki vert at vita. Eg eri í hvussu so er komin væl víðari ígjøgnum [...] tíni ørindir, tá letur so fitt úr tær: Fær tú bara niðan til abba so fært tú ein góðan drekkamun frá honum, onkuntíð kom man bara sjálvur og vitjaði, men tað var ofta, tí man búði so tætt uppá, og man kom
lætta um hjá foreldrum tínum, fekst tú stuðulshjálp ein part av degnum. Soleiðis fingu vit ta gleði at koma at kenna teg við tað, at vit, hvør í sínum tíðarskeiði, vóru stuðlar hjá tær. Vit fingu høvi til [...] lærurík tíð, tí hóast títt stóra brek, vísti tú stríðsvilja sum fáur. Tú kundi gleðast um ting, ið ein vanliga ikki hugsar um, og lærdi hetta okkum eisini at virða tey og at gleðast við tær. Vit fara øll at [...] nívdur av líknandi breki. Vit halda, at hesin sangur eisini so væl hóskar til tín, elskaði Eyðfinn. Lítla lívið, bjarta blóma, gleði inn um hurðar bar. Ikki kundu tá vit hóma, at tú ikki frískur var. Lítla
longu liðið, síðani Høgni so brádliga bleiv tikin frá okkum. Ikki ein dagur fer fram við, uttan man hugsar um hann. Ikki er tað lætt at skriva minningarorð um Høgna. Hann, sum var so ungur og frískur og altíð [...] skúlanum, um hann bert gav sær tíð, og tá gingið varð til próvtøku, var hann millum tey bestu. Vit minnast so væl, hvussu hann gleddi seg at gerast liðugur og fáa húgvuna setta á høvdið. Hann tosaðu um at flyta [...] altíð við upp á alt. Boðini, ið vit fingu um at Høgni hevði verið við í eini ferðsluvanlukku, vóru okkum sera tung at bera. Vit tóku beina leið til Havnar at vita, hvussu til stóð. Vit vónaðu øll, at hann