Minningarorð um okkara floksfelaga og vin

Høgna Traðará
17.11.80 27.06.03

Ja, hvussu skal man byrja. Eitt ár er longu liðið, síðani Høgni so brádliga bleiv tikin frá okkum. Ikki ein dagur fer fram við, uttan man hugsar um hann. Ikki er tað lætt at skriva minningarorð um Høgna. Hann, sum var so ungur og frískur og altíð við upp á alt. Boðini, ið vit fingu um at Høgni hevði verið við í eini ferðsluvanlukku, vóru okkum sera tung at bera. Vit tóku beina leið til Havnar at vita, hvussu til stóð. Vit vónaðu øll, at hann fór at megna tað, og nógvar vóru bønirnar til Várharra. Nakrir dagar gingu og so komu tey tungu, syrgiligu boðini, at Høgni var tikin frá okkum.
Ikki er lætt at finna orðini, ei heldur er tað lætt at seta seg niður og tosa um, hvat vit skulu skriva. Vit vilja ikki heilt sleppa tær, Høgni. ? Hetta verður okkara seinasta heilsan til tín.
Vit komu at kenna Høgna, tá vit byrjaðu í 1HH. Nøkur av okkum kendu hann frá fyrr av og onnur møttu honum fyri fyrstu ferð. Hann var ein sera góður vinur hjá okkum øllum, og í dag er saknurin eftir hann sera stórur. Hann dugdi væl í skúlanum, um hann bert gav sær tíð, og tá gingið varð til próvtøku, var hann millum tey bestu. Vit minnast so væl, hvussu hann gleddi seg at gerast liðugur og fáa húgvuna setta á høvdið. Hann tosaðu um at flyta av landinum eftir lokna útbúgving. Alt lívið lá fyri framman ? ein framtíð við hundraðtals møguleikum.
Høgni var altíð fyrstur í skúla og møtti væl upp. Hvønn morgun, tá komið var í skúla, var hann har, og altíð smílandi. Ja, nógv eru minnini og góð. Vit fara altíð at minnast Høgna sum okkara góða vin og altíð fer hann at liva í hjørtum okkara.
Dagurin kom, tá hann skuldi til ta síðstu próvtøkuna og húgvan skuldi setast á høvdið. Tann dagin sótu vit við húgvuni og skrivaðu okkara heilsanir til hann í húgvuna. Tað var tungt at sita til próvhandanina og vita, at Høgni ikki kundi vera saman við okkum, hetta skuldi verða ein gleðisdagur fyri okkum øll, men hendan dagin runnu okkum tár á kinn. Høgni var saman við okkum í hjørtunum.
Vit høvdu mangar góðar stundir saman ? bæði í gaman og álvara. Saknurin er stórur, men vit vita, at hann hevur tað gott.
Ja, svárt er tað hjá tykkum, sum eftir sita. Tit hava mist ein góðan son, beiggja, ommu- og abbason og vin.
Vit í 2HH 2003 vilja hervið takka familjuni hjá Høgna fyri, at vit kundu koma til Havnar at vitja Høgna og fyri, at tit søgdu okkum frá støðu hansara líka frá tí, at vanlukkan hendi og til tað síðsta.
Vit vilja hervið lýsa frið yvir minnið um Høgna Traðará.

Johs. 14,1?3:
»Hjarta tykkara verði ikki óttafult!
Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg!
Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir.
Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað;
tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum.
Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum,
komi eg aftur og skal taka tykkum til mín,
til tess at har sum eg eri,
Skulu tit eisini vera.

2HHA 2003 á Kambsdali