kennir einki til, at landsstýrið ætlar, at Føroyar skulu hava fullveldi innan 2006 ella 2007. Kortini halda landsstýrismenn Tjóðveldisfloksins á at melda út, at Føroyar verða fullveldisríki innan hetta áramál [...] Í samrøðuni segði Tórbjørn Jacobsen, at roknað verður við, at Føroyar verða republikk í 2006 ella 2007. Høgni Hoydal, sum er varaløgmaður og harafturat landsstýrismaður við ábyrgd fyri sjálvstýrismálum [...] lóggávuvald og heimastýrislógin avriggað. Samstundis vísti hann eisini á, at hetta sjálvsagt kann gerast innan ta tíð. Løgmaður hartaði í fjølmiðlunum Høgna Hoydal eftir hesa viðmerking og gjørdi greitt
Torra-kafé, siðsøgulig gonguferð, heilsurenning og heilsu-kafé, framløgur, hugleiðingar og veðurlagsráðstevna eru nakrar av yvirskriftunum, ið standa í drúgvu og áhugaverdu skránni. Hetta er 10. ferðin, at [...] ein stuttan fyrilestur: “Streymurin kring Føroyar og veðurlagið ta komandi øldina”. Terji Nielsen, verkætlanarleiðari frá SEV, sum eru “brúkarar av veðrinum”, fer eisini at greiða frá teirra útbyggingarætlanum [...] tiltak, ið fólk hava tikið til sín, og verða tey ymsu tiltøkini væl vitjað. Uttan at taka nakað framum eitt annað, so verður ein verðurlagsráðstevna við kenda og virda veðurmanninum hjá DR, Jesper Theilgaard
FSF-bossur Tað var sama kvøldið, sum Russland og Føroyar spældu landsdyst á Tórsvølli, at FSF formaðurin í Dimmalætting almannakunngjørdi tað, sum inntil tá høvdu verið óváttað leysatíðindi. Torleif Sigurðsson [...] lagt frá sær: ? Eg vóni, at tann, sum verður valdur, fer at hava góða undirtøku. Tað verður óheppið, um talan verður um kampval millum seráhugamál, og at annað valevni verður valt við teprum meiriluta, heldur [...] num, so endurtók hann, at hann helt tað vera sera óheppið fyri Fótbóltssambandið og føroyskan fótbólt, at tað aftur og aftur er talan um afturval, tá nevndin í FSF skal mannast. Hetta er tað sama, sum
Albert Nielsen, Bogi Kristiansen, Guðmundur Joensen, Gunnar Dahl Olsen og Súsanna Skylv Sørensen, sum skulu kappast fyri Føroyar í teimum siðbundnu súkkluteinunum á oyggjaleikunum á Bermuda. Á oyggjaleikunum [...] ”roadrace”, sum tað verður nevnt á enskum. Talan er um ein tein, sum er millum 100 og 140 kilometrar. Eftir tað kemur einkultstarturin, sum verður ótrúliga langur í mun til hvat føroysku súkklararnir eru [...] har hann hevur koyrt aggresivt, og hevur verið har, sum tað hendir nakað. Torkil hevur staðið sterkur í myndini higartil í ár, so eg havi ótrúliga góðar vónir, at hann fer at standa seg væl á Bermuda, slær
ristir við høvdinum, tveitir brævið til viks og savnar seg um at skipa Forældre og Børn, Politikken, Dimmu og Sosialin í rætta røð. Hann prátar alla tíðina og er sera beinrakin í sínum niðurstøðum. Líkist [...] stuttar. Sum ein roynd bankakona telur hann seðlar og myntir meðan tey gomlu sita kúrr og eygleiða títtu fingrarnar. Farvæl og takk fyri, vælsignaður. Kaffi og orðaskifti Nú nærkast hann endanum. Klokkan er [...] sjarmørur Klokkan er tvey og reiðiliga tað, tá ið blái bilurin við nummarplátuni PJ209 fer norður um aftur og út á posthúsið við Sjógv. Dagurin er skjótt farin. Hallstein fer nú at rigga av. Telja upp
forlavaður og eigur eina døttur, og nú ætlar hann sær eisin í politikk. Brádliga áhugaður Sum sagt gjørdist Tony aktivur í Tjóðveldisflokkinum í ár. Áhugin hevur verið til staðar leingi, og tað er serliga [...] vágafólki, og hann kennir seg als ikki illa viðfarnan. ?Tað er ein avbjóðing at stilla upp. Eg haldi, at valevnini sum heild eru rættiliga ung hjá okkum. Tað fer rættiliga orka til at stilla upp og valstríðið [...] veruliga fyri, at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugar, sigur Tony L. Davidsen. Hann gjørdi ikki mætari enn at stilla upp. ?Tað bleiv bara soleiðis. Teir vildu hava meg at stilla upp, og eg var áhugaður,
ráki, sum breiðir seg og spjaðir hatur um alt Evropa. Hetta var ein sorgarleikur, vit ongantíð mugu gloyma og ein váttan um, at vitloysi og ekstremisma finst í øllum samfeløgum og í øllum átrúnaðum. Vit [...] inn. Hesa løtuna savnast vit við okkara kæru, og vit takka fyri tað farna og ynskja hvør øðrum tað besta í tíðini, sum kemur. At vera saman í gleði eins og í sorg er ein gáva. Hesa løtuna leita tankarnir [...] mist ein kæran, er sorgin og longsulin sterkastur nú um jóltíðir. Tá er gott at hava familju, vinir og kenningar at leita sær til. Føroyar skulu vera eitt gott stað at liva í, og rúm skal vera fyri øllum
øki eru í heiminum, tá ið tað kemur til agentur. Sum er, eru vit í einum øki, sum fevnir um Grønland, Føroyar og Danmark. Í hesum øki skal ein fyritøka hava ein agent, og av tí at 98% av umsetninginum [...] aftur við at vit fara í handlarnar og keypa vørur. Tí kann tað tykjast fyri henda bólkin, eins og tey koma at missa inntøku, um so er, at vit gerast eitt sjálvstøðugt ríki og skulu liva av okkara egnu framleiðslu [...] farið til verka og økt um sínar inntøkur. Hetta hevði vaksið um útflutningsvirði okkara, og tað sum útflutningsvinnan gav av sær, hevði funnið fram til kassaapparatini í handlunum eins væl og teir donsku pengarnir
setrini eru sett upp, men hann roknar við, at talið fer at liggja onkra staðni millum fimm og seks túsund, og tað vil við øðrum orðum siga, at pláss fer í minsta lagið at verða fyri einum túsund áskoðarum [...] grundlógardag, 5. juni, móti Skotlandi, Bosnia kemur at vitja 9. juni, og fyrst í september koma Estland og Litava at vitja. Estland skal spæla í Føroyum 4. og Litava 8. september. Úrslitini móti omanfyri [...] um nýggja grasvøllin í Gundadali. Millum lítið og einki hevur verið at hoyrt um, hvussu tað fer at verða við grasvøllinum, sum toftamenn gjørdu í 1992, og sum var orsøkin til, at altjóða heimavøllurin hjá
heppin, og hevur tikið av møguleikanum. Sjálvur kemur Todi heim til Føroyar at hava fótbóltsskúla við servenjingum hetta vikuskiftið. Fótbóltsskúlin fer fram á fótbóltsvøllinum í Leirvík. Sjálvur skal Todi [...] MYNDINI, og hoyr samrøðu við føroyska fótbóltslegenduna, Toda Jónsson. Todi er hugtikin av avrikunum hjá Brandi Olsen í FC Keypmannahavn, og hann heldur, at Brandur Olsen hevur verið bæði dugnaligur og heppin [...] 1990-ara liðini hjá KÍ og GÍ hittast á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík, leygardagin klokkan 17.30. Todi minnist ilt á árini, tá hann spældi á miðjuni hjá KÍ, og skuldi stríðast við Magna og Paula Jarnskor,