Todi: - Brandur hevur verið heppin og dugnaligur

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Todi Jónsson kemur heim at hava fótbóltsskúla og at spæla legendsdyst

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við føroyska fótbóltslegenduna, Toda Jónsson.

 

Todi er hugtikin av avrikunum hjá Brandi Olsen í FC Keypmannahavn, og hann heldur, at Brandur Olsen hevur verið bæði dugnaligur og heppin, og hevur tikið av møguleikanum.

 

Sjálvur kemur Todi heim til Føroyar at hava fótbóltsskúla við servenjingum hetta vikuskiftið. Fótbóltsskúlin fer fram á fótbóltsvøllinum í Leirvík. 

 

Sjálvur skal Todi spæla legends-dyst við KÍ í dysti ímóti GÍ, tá 1990-ara liðini hjá KÍ og GÍ hittast á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík, leygardagin klokkan 17.30. Todi minnist ilt á árini, tá hann spældi á miðjuni hjá KÍ, og skuldi stríðast við Magna og Paula Jarnskor, sum orkaðu at renna sólina svarta. Tí vónar Todi, at hann sleppur at byrja í álopinum hjá KÍ í legends-dystinum.