Tollfrí søla

Viðhvørt verður ført fram, at tað er ein áhugabólkur í Føroyum, sum beinleiðis hevur áhuga í at vit halda fram við at vera narkotiseraði av tí danska stuðlinum.

Her er ikki talan um tey gomlu, tey sjúku og tey arbeiðsleysu. Tey hava jú øll kent sviðan av tí órættvísu skipan, sum danir og teirra húskallar hava bygt upp her.

 

Heldur ikki er talan um tann vanliga skattgjaldaran. Hann fær einki burtur úr hesi skipan.

Eins lítið er talan um øll tey, sum fáast við framleiðslu av vørum til heimamarknaðin og til útflutnings. Øll hesi hava bara ampa av tí danska studninginum. Hjá nøkrum verður hesin ampin partvíst minkaður av tí at politikararnir geva studning, men tað veit ein og hvør vinnulívsmaður, at sleppa politikarar at blanda seg upp í vinnulívið, so verður úrslitið vánaligt. Politikarar kunnu hava skil á nógvum, men at taka tær knøppu avgerðir, sum takast skulu í fyritøkum, um tær skulu standa seg í kappingini, hava teir so til fulnar prógvað, at teir ikki hava skil á.

Nei, tann einasti parturin av vinnulívinum, sum kann tykjast at fáa nakað burtur úr tí danska studninginum, eru tær fyritøkur, sum fáast við innflutning.

Tað er jú greitt, at teir pengar, sum koma inn i landið, skulu út aftur. Fyri tað mesta fara teir út aftur við at vit fara í handlarnar og keypa vørur. Tí kann tað tykjast fyri henda bólkin, eins og tey koma at missa inntøku, um so er, at vit gerast eitt sjálvstøðugt ríki og skulu liva av okkara egnu framleiðslu.

Er hetta so? Um so var, so hevði tað verið at skilt, um øll hesi fólk velja teir flokkar, sum virka fyri, at vit framvegis skulu vera danskir penganarkomanar.

Men tað sum vit skulu minnast til er, at um so er, at vit ikki fingu nakrar pengar uttanífrá, so hevði tað ligið nógv betri fyri hjá okkara vinnulívi at farið til verka og økt um sínar inntøkur. Hetta hevði vaksið um útflutningsvirði okkara, og tað sum útflutningsvinnan gav av sær, hevði funnið fram til kassaapparatini í handlunum eins væl og teir donsku pengarnir fyrr.

Eitt annað, sum vit skulu minnast til, er, at gjørdust vit eitt sjálvstøðugt ríki, so skuldu handilsmenninir í Føroyum skipað sítt egna handilskamar. Hetta hevði fingið limaskap í Internatinal Charmbers of Commerce, sum hevur sæti í Paris. Í hesum felagsskapi verður ásett, hvørji øki eru í heiminum, tá ið tað kemur til agentur.

Sum er, eru vit í einum øki, sum fevnir um Grønland, Føroyar og Danmark. Í hesum øki skal ein fyritøka hava ein agent, og av tí at 98% av umsetninginum er í Danmark, er tað vanliga har agenturin býr og fær sína inntøku, eisini fyri tað sum selt verður í Føroyum.

Tá vit vera okkara egna øki, skal agenturin búgva her. Agentprovisiónin kemur tí at gerast ein inntøka, sum føroyska handilsvinnan fer at fáa.

Men er ikki alt hetta við agentum burturdottið, nú vit hava internet og ein og hvør kann leita sær fram til leverandørar um allan heim?

Sjálvandi er hetta ein partur av nútíðar veruleika, men meginparturin av handli fer framvegis fram gjøgnum agentar, og tað, at vit sleppa at vera fyri okkum sjálvar, fer tí at geva nógvum dugnaligum føroyskum handilsmonnum eyka møguleikar.

Tað er sostatt ikki svart í væntu fyri føroysku handilsstættina í einum frælsum landi.

Sjálvur havi eg annars altíð verið fyri at tað rætta er at skipa Føroyar sum eitt fríhandilsøki, so at tað ber til hjá okkum at keypa tollfrítt her heima hjá okkum sjálvum. Tað hevði kunnað økt munandi um umsetningin, tí so sluppu fólk frá at fara av landinum fyri at keypa bíligt aðrastaðni, men heldur komu útlendingar til Føroya fyri at keypa bíligt her. Tað hevði eitt nú komið væl við hjá tí nýggju Norrønu og Atlantsflog.