FSF-bossur
Tað var sama kvøldið, sum Russland og Føroyar spældu landsdyst á Tórsvølli, at FSF formaðurin í Dimmalætting almannakunngjørdi tað, sum inntil tá høvdu verið óváttað leysatíðindi.
Torleif Sigurðsson segði 5. september, at hann ætlaði sær frá sum formaður í FSF, og hann vísti sjálvur á 24. oktober, sum er 20 ára dagurin í formanssessinum.
Stutt eftir endurtók FSF formaðurin tíðindini í sendingini hjá Norðlýsinum í Rás 2. Tað vil siga, at komandi mánadag verður tað ein mánaði, inntil Torleif Sigurðsson ikki verður FSF bossur longur ? um hann framvegis hevur somu ætlan, sum hann hevur sagt seg at hava.
Fert tú úr sessinum 24. oktober?
? Tað rokni eg ikki við. Eg verði ivaleyst sitandi inntil aðalfundin, sum verður eina ferð eftir ársskiftið.
Hví hevur tú broytt støðu?
? Eg veit ikki, um eg havi broytt støðu. Tá eg nevndi 24. oktober, so var tað tí, at henda dagin hevði eg verið í sessinum í 20 ár. Eg helt eisini, at tað kanska var skilabest at fara frá, tá eitt kappingarár var liðugt ? bæði heima á landi og í landsliðshøpi. So hevði ein nýggjur formaður staðið fremst í fyrireikingunum til nýggja árið. Men nú verður skiftið at bíða inntil aðalfundin. Hinir nevndarlimirnir hava heitt á meg um at bíða inntil tá, og tað eri eg gingin við til.
Tú hevur áður tosað um at fara frá, men so hevur tú kortini tikið við afturvali. Verður tað á sama hátt hesa ferð?
? Avgjørt ikki. Eg havi gjørt upp við meg sjálvan, at nú er mín tíð í nevndararbeiði innan fótbóltin liðug. At eg havi alment boðað frá hesum, haldi eg hevur havt ta ávirkan, at hinir limirnir í FSF nevndini og vónandi eisini limafeløgini fara at fyrireika seg, so tað verður greitt, hvør skal taka við.
Ofta plagar tað at vera soleiðis, at tá ein formaður sigur seg frá, so er tað púra upplagt, hvør skal taka við. Men Torleif Sigurðsson sigur seg ikki hava nakað boð uppá, hvør skal vera formaður, tá hann hevur lagt frá sær:
? Eg vóni, at tann, sum verður valdur, fer at hava góða undirtøku. Tað verður óheppið, um talan verður um kampval millum seráhugamál, og at annað valevni verður valt við teprum meiriluta, heldur FSF formaðurin seinastu tjúgu árini.
Vandamikið
Tá Torleif Sigurðsson boðaði frá, at hann ætlar at leggja frá sær sum formaður í Fótbóltssambandinum, so endurtók hann, at hann helt tað vera sera óheppið fyri Fótbóltssambandið og føroyskan fótbólt, at tað aftur og aftur er talan um afturval, tá nevndin í FSF skal mannast. Hetta er tað sama, sum hann segði á aðalfundinum í fjør:
? Eg eri framvegis av hesi áskoðanini. Eg veit ikki, um útskiftingin skal tryggjast í ásetingunum, men undir øllum umstøðum er tað sera óheppið, at tað ikki kemur nýggjur íblástur í nevndararbeiðið. Eg kenni tað soleiðis, at eg havi ikki meiri at geva í hesum arbeiðnum. Og mínar royndir í altjóða samstarvi eru, at talan er um útskiftingar. Teir flestu sita í eini átta ár ella har á leið, so taka teir seg aftur.
Vilt tú harvið hava feløgini at vraka teir, sum tú hevur sitið saman við og velja aðrar í staðin?
? Feløgini gera sjálvi av, hvønn tey velja í FSF nevndina. Tað, sum eg kvígi fyri, er, at eingi onnur uppskot eru enn endurval. Tá sama nevnd hevrur sitið í eitt heilt ættarlið, so kann tað so skjótt verða, at tað verður neyðugt at skifta alla nevndina út í senn, og so fara nógvar royndir fyri skeytið, sum tað annars hevði verið nátúrligt, at nýggju nevndarlimirnir fingu í arbeiðnum frá teimum, sum hava sitið longri, heldur Torleif Sigurðsson.