hon hvarv í 1941 á veg úr Aberdeen. Julius er ættaður av Húsum. Foreldur hansara vóru Fía (Anna Sofía) ættað úr Miðvági og Pól Mattias Sørensen á Bakka á Húsum. Pól var handilsmaður á Húsum í teirri tíðini [...] vera arbeiðsgenta. Hon var arbeiðgenta eitt nú hjá J.F.Kjølbro, og hon var eisini í krambúð á Stongunum og á Biskupstøð hjá Kjølbro. Tað er stuttligt at hoyra Honnu fortelja frá hesi tíðini, hvussu nógv [...] at fara til Danmarkar at uppliva “stóruverði.” Hanna fór fyrst á húsarhaldsskúla. Seinni bleiv hon arbeiðsgenta í Danmark, eisini uppi á Mors í Jyllandi, har hon átti eina mostir. Annars varð høvuðsyrkið
Kollafirði at virka, uttan at hetta hevur eydnast, hóast íløgur upp á 10-tals mió. kr. Tá ið byrjað varð, so varð hugt eftir lønarviðurskiftunum á øðrum virkjum. Einasta virkið, sum kundi samanberast við virkið [...] vørur, í dagtímunum og nógva ferðir minni nøgdir. Arbeiðstíðin pr kilo ráfisk er eisini nógv hægri á einum flakvirki, tí arbeiðir einki flakavirki um nætrirnar ella í vikuskiftunum. At samanbera eitt [...] verkætlanin at vinna meira úr pelagiska tilfeinginum við Føroyar ikki enn einaferð skal fella fyri bakka, so er neyðugt, at allir partar viðvirka jaliga og ásanna, at uppisjóarvirki ikki verður rikið sum
pallborðsfundur, har Regin Jacobsen á Bakka, stjórai á Bakkafrost, Sonja Jógvansdóttir, leiðari av Samtak, Sigurd Poulsen, landsbankastjóri og Mary í Garði, stjóri í Nærverkinum, fara at svara spurninginum: [...] politikki sínum? Skulu vit halda á við, og kanska útbyggja, politiska kvøldskúlan? Skulu nýggir skattir og gjøld ásetas? Er almenni yvirbygnaðurin ein hóttan móti vælferðini? Á skránni er eisini ein pallborðsfundur [...] Miðflokkurin hevur landsfund leygardagin 24. apríl í Løkshøll í Runavík. - Nógv týdningarmikil mál eru á skránni, mál, sum floksleiðslan ynskir ráðgeving um frá fundarluttakarunum, sigur Jenis av Rana, fl
er tað frægari enn onki kjøt, tí børnini standa í vøkstri. Ella hvat vit mammuni, sum fer oman á bakka við tráðu í hond eftir smáfiski, tí køliskápið er skralltómt. Støku uppihaldararnir siga við ein [...] harímillum eisini fýra politikarar, lýddi á skakandi føroyska veruleikan, tá tær báðar Siri Hansen og Annika Antoniussen, sum báðar hava lisið Cand. Ped. Soc á Danmarks Pedagogiske Universitet, greiddu [...] familjan altíð traðkar til, tá ringast veit við. - Men, tá samfelagið á hendan hátt skákar sær undan vælferðarábyrgdini og leggur hana yvir á familjurnar, er vandi fyri, at munurin millum fátøk og rík bara økist
eisini, nú Bátafelagið á Toftum og fólk í Nes kommunu skipa fyri sínum árliga bátafestivali leygardagin. Rás2 fer at senda beinleiðis, og hetta verður soleiðis fyrstu ferð, at Rás2 verður á floti á Toftum [...] mikrofonini, eitt nú millum bátarnar úti á fjørðinum. Greitt er hinvegin, at tað verður Heri Simonsen, sum kemur at sita í studio og soleiðis kemur at stýra festivalsendingini á Toftum.
Bert Norðlýsið Hans Óli Viberg sigur, at Bátafelagið á Toftum hevur bjóðað sluppum og seglskipum annars til bygdar, nú bátafestivalur verður, men mangt bendir á, at tað bara verður Norðlýsið, sum fær komið [...] Skálafirði og út á Toftir, og soleiðis verður eisini í ár, nú tað verður Norðlýsið, sum kemur at hava hesa uppgávu við lokalum og staðkendum fólki umborð. Skipað atløga Havnarmeistarin vísir á, at umráðandi [...] og út á Toftir í fjør, men tað eru altíð nakrir, sum ikki fara inn í deksbátahavnina. - Teir, sum ikki ætla sær at liggja fyri náttina, men bara vilja uppliva sigling, heita suppu og ein túr upp á land
Magnus at syngja og spæla á festivaløkinum, og í hølunum á honum fara Hallur Joensen Band á pallin. Uppboðssøla av tekning hevur verið eitt afturvendandi tiltak á bátafestivalinum á Toftum, og soleiðis verður [...] fær bátafólkið heita suppu í matstovuni hjá Faroe Seafood á Toftum. Ymisk tiltøk Út á seinnapartin leygardagin verða ymisk tiltøk á festivaløkinum á Toftum og longu, tá bátarnir byrja av sigla úr Skálafirði [...] motorsúklur koma á festivaløkið á Toftum klokkan 16.15. Andaligt og versligt Sum seinnaparturin gongur, verða bæði andalig og verslig tiltøk á Toftum. Klokkan 16 fer Kvinnukórið hjá Nebo at syngja á festivaløkinum
leygardagin 1. mai skipar Bátafelagið á Toftum fyri Bátafestivalinum fyri sættu ferð. Festivalurin byrjar við at bátarnir savnast inni í Skálafirði kl. 12.30, har kósin verður sett út á Toftir. Bátafylgið kemur [...] harmonikulið spælur við havnalagið, har Bátafelagið bjóðar bátsmanningunum til borðs. Borðreitt verður við heitari suppu og øðrum góðum í kantinuni hjá Fiskavirking. Á Festivaløkinum verða hoppiborgir og [...] tónleikarum fer at spæla fyri dansi kl. 23. Samarittar hjá Reyða Krossi verða á økinum við sínum vaktar- og hjálparfólki. Bátafelagið ynskjur øllum vælkomin til Toftir.
tjaldið, sum Bátafelagið á Toftum eigur, er nú sett upp á festivaløkinum. - Vit hildu, at tjaldið saktans kundi verið størri, og tí hava vit nú bygt tað út við 6 metrum. Tá fólk í Nes kommunu á fyrsta sinni [...] formaður í Bátafelagnum. Á Toftum eru fyrireikingarnar til sætta bátafestivalin í røðini nú av álvara í gongd, og í gjárkvøldið varð stóra tjaldið, sum felagið eigur, sett upp á festivaløkinum. Høgni W [...] sinni skipaðu fyri bátafestivali á Toftum, var bátatalið umleið 40. Seinnu árini eru fleiri og fleiri bátar komnir við, og í fjør lá talið um 85. ? Høvdu stívliga 100 bátar komið við í morgin, høvdu vit
ár fer Bátafelagið á Toftum at skipa fyri meksikanskari uppboðssølu av eini tekning, sum aftur hesaferð er av kendum fólkum í kommununi. Eitt afturvendandi og umtókt tiltak á bátafestivalinum á Toftum [...] ein lið av harmonikuleikarum fara at seta sín dám á hesa løtuna. - Øll eru vælkomin á bátafestivalin leygardagin, og vit gleða okkum til at vera vertir á hesi fyrstu bátastevnuni í ár, sigur Høgni W. Høgnesen [...] at ágóðin hevur verið ymiskur, men alt millum 10.000 og einar 20.000 krónur. Bátafestivalur verður á Toftum í morgin. Bátarnir møta í Skálafirði klokkan 12.30, og ein tíma seinni verður farið at sigla