Hanus Hansen
--------
Sum ein av partaeigarunum í PP Faroe Pelagic, so skulu vit koma við hesi frágreiðing um arbeiðsósemjuna í Kollafirði.
Vit hava sæð ein møguleika í at vinna pening úr eini størri virðisøking av pelagiska tilfeinginum í Føroyum. Tí eru vit farnir inn í hesa vinnu. Vit hava inngingið eitt samarbeiði við eina útlendska fyritøku, sum hevur arbeitt innan hesa vinnu í nógv ár. Fyritøkan hevur bæði pening, know-how og atgongd til marknaðin. Júst hetta er ein fyritreyt fyri at fáa rentabilitet í eitt slíkt virki.
Júst at vinna meira úr pelagiska tilfeinginum kann vera við til at bjarga hart kroysta føroyska búskapinum. So hetta er eisini eitt samfelagsáhugamál.
Byrjað var í Kollafirði um jóltíðir 2009. Virkið varð leigað frá Eik banka sum ein royndarverkætlan. Av tí at tað vóru so nógvar óvissur um verkætlanina t. d. framleiðsluevni, rávørunøgd og kostnaðin av framleiðsluni, so var farið í gongd óformligt, tí tað vóru stór sannlíkindi fyri, at hetta bara vildi røkka yvir nakrar vikur. Støðan hevur nevniliga verið, at í fleiri umførum hevur verið roynt at fingið pelagiska virkið í Kollafirði at virka, uttan at hetta hevur eydnast, hóast íløgur upp á 10-tals mió. kr.
Tá ið byrjað varð, so varð hugt eftir lønarviðurskiftunum á øðrum virkjum. Einasta virkið, sum kundi samanberast við virkið í Kollafirði, var Havsbrún, tí her verður arbeitt alt samdøgrið og í vikuskiftunum.
Tað er nevniliga so, tá ið arbeitt verður við pelagiskum fiski, at so er talan um stórar nøgdir, sum ikki kunnu goymast og sostatt má framleiðast alla tíðina. Tí var sami lønarleistur, sum Havsbrún arbeiðir eftir, valdur.
Føroya Arbeiðarafelag krevur nú, at virkið í Kollafirði skal nýta sama sáttmála sum vanlig flakavirki í Føroyum, sjálvt um hesar framleiðslur als ikki kunnu samanberast. Eitt flakavirki framleiðir dýrar vørur, í dagtímunum og nógva ferðir minni nøgdir. Arbeiðstíðin pr kilo ráfisk er eisini nógv hægri á einum flakvirki, tí arbeiðir einki flakavirki um nætrirnar ella í vikuskiftunum.
At samanbera eitt flakavirki, sum framleiðir dýran botnfisk við eitt virki, sum framleiðir bíligan uppisjóarfisk er sum at samanbera perur við bananir.
Fjølmiðlarnir hava verið fullir av tíðindum um, at kravið um trygdarkrøv ikki eru uppfylt. Sjálvandi skal hetta vera í lagi, og vit vilja fylgja formligu ásetingunum, men tað vit kenna til, so eru trygdarkrøvini í lagi.
Tað hevur eisini verið gjørt nógv burturúr matarsteðgum. Sjálvandi skulu fólk hava neyðugu matarsteðgirnar. Men lat tað verða sagt, at um nakað skil skal vera í rakstrinum av einum pelagiskum virki, so má tað vera ein samanhangandi rakstur alt samdøgrið, tí kunnu øll ikki fara til matarsteðg samstundis. Skipað er so fyri, at fólk fara til matarsteðg í skiftum, so virkið koyrir ótarnað.
Lønarseðlar verða sendir út sum teldupostur. Men nøkur hava kravt at fáa ein pappírlønarseðil, sum í onkrum førum hevur skapt trupulleikar. Hetta má síggjast sum ein verulig bagatell.
Hvat viðvíkir setanarskrivi, so fáa øll eitt slíkt í næstum, sjálvandi um virkinum verður lív lagað! Um verkætlanin at vinna meira úr pelagiska tilfeinginum við Føroyar ikki enn einaferð skal fella fyri bakka, so er neyðugt, at allir partar viðvirka jaliga og ásanna, at uppisjóarvirki ikki verður rikið sum eitt saltfiskavirki. Eydnast hetta, so er ikki ósannlíkt, at virkið í Kollafirði verður munandi útbygt í nærmastu framtíð.
Klaksvík 9. Apríl 2010