Bátafestivalurin 2010 á Toftum

Í morgin leygardagin 1. mai skipar Bátafelagið á Toftum fyri Bátafestivalinum fyri sættu ferð. Festivalurin byrjar við at bátarnir savnast inni í Skálafirði kl. 12.30, har kósin verður sett út á Toftir. Bátafylgið kemur í Oyrahavnina uml. kl. 15, har møguleiki verður at fáa landstreym, vatn og annað.

Stórt harmonikulið spælur við havnalagið, har Bátafelagið bjóðar bátsmanningunum til borðs. Borðreitt verður við heitari suppu og øðrum góðum í kantinuni hjá Fiskavirking. Á Festivaløkinum verða hoppiborgir og rodeotarvurin saman við øðrum til børnini. Eisini kemur Bassi at vitja á økinum við onkrum góðum til børnini.

Í tí stóra teltinum syngja kvinnukórið í Nebo eins og barnakórið. Eisini luttaka Hallur Joensen og onnur. Árliga skemtitekningin fer undur hamarin, har Mikkelsen brøðurnir, Kári og Tórður, halda stýr á søluni. Hesaferð eru stjórar og leiðarar komnir undur luppin. Síðani verður ein mótaframsýning í teltinum, har modell frá Navia og Insito vísa seinasta mótan. Petur Hans Hansen & Thomas Dam koma síðani at syngja nakrar sangir. Tiltøkini verða í teltinum frá kl 16.

Countrykongurin Hallur Joensen við sínum tónleikarum fer at spæla fyri dansi kl. 23.

Samarittar hjá Reyða Krossi verða á økinum við sínum vaktar- og hjálparfólki. Bátafelagið ynskjur øllum vælkomin til Toftir.