Stjórar og leiðarar á tekning

Aftur í ár fer Bátafelagið á Toftum at skipa fyri meksikanskari uppboðssølu av eini tekning, sum aftur hesaferð er av kendum fólkum í kommununi. Eitt afturvendandi og umtókt tiltak á bátafestivalinum á Toftum er ein sonevnd meksikansk uppboðssøla, har ein tekning verður seld. Tekningin plagar at ímynda kendar persónar í Nes kommunu.

Høgni W. Høgnesen, formaður í Bátafelagnum, sigur, at tekningin hesaferð er av nøkrum kendum stjórum og leiðarum í kommununi, og tað er Eyðun Dahl Christiansen, sum hevur teknað.

- Tað verða brøðurnir, Kári og Tórður Mikkelsen, sum koma at standa fyri uppboðssøluni í ár, sigur hann.

Spurdur, hvussu nógv meksikanska uppboðssølan plagar at geva í peningi, sigur formaðurin í Bátafelagnum, at ágóðin hevur verið ymiskur, men alt millum 10.000 og einar 20.000 krónur.

Bátafestivalur verður á Toftum í morgin. Bátarnir møta í Skálafirði klokkan 12.30, og ein tíma seinni verður farið at sigla við kós móti Toftum. Klokkan 15 verður stevnt inn í Oyrahavnina, meðan ein lið av harmonikuleikarum fara at seta sín dám á hesa løtuna.

- Øll eru vælkomin á bátafestivalin leygardagin, og vit gleða okkum til at vera vertir á hesi fyrstu bátastevnuni í ár, sigur Høgni W. Høgnesen.