mánaði. Tónleikararnir í After Math plaga eisini at spæla undir navninum Malan Eyðunsdóttir Band, men í Spot Amager brúktu tey fyri fyrstu ferð navnið After Math. Hetta navnið ætla tey at brúka, tá tey [...] spælt best, vóru teir á einum máli um, at tað hevði føroyski bólkurin. Áskoðararnir atkvøddu eisini, men tær atkvøðurnar skuldu bara brúkast, um dómararnir ikki kundu semjast. Og tað kundu teir saktans, tí [...] ætla at halda fram við tí. Tey tosa um at fara í upptøkuhøli fyri at taka sangir upp til eina fløgu, men tað liggur frammi í tíðini. Fyrsta tiltakið á skránni er seinni hesum mánaðinum, tá tey fara at spæla
At Oljuútbúgvingarsamtakið fær 400.000 kr. frá Statoil, síggja vit sum eitt herðaklapp frá vinnuni, men eisini sum ein ábending um, at Statoil raðfestir útbúgving sera høgt. Norðmenn hava sjálvir verið ígjøgnum [...] oljuvinnuni sum gjørligt. Statoil hevur útbúgvingarliga sæð ikki bert stuðlað Oljuútbúgvingarsamtakinum, men eisini Náttúrurvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya viðvíkjandi Ph.D.-kandidati innan »bergmekanikk« [...] Tað er tí at fegnast um, at Statoil, sum er ein kommersiell fyritøka, ikki bert hugsar um vinning, men eisini um at skapa fortreytir fyri, at føroyingar kunnu fáa ein aktivan leiklut í einki komandi oljuvinnu
stýrir nútíðini, stýrir fortíðini. Vónandi kemur søgurættan ongantíð uppá tal í Føroyum, men tá ið ein hoyrir menn tosa um landasvik, so koma minni um 50 árini fram aftur, har ókvæmisorð vóru dagligur kostur [...] meining, ið ikki tangerar nationalismu, uttan at hesi fólk verða løgd undir líkt og ólíkt. Bara tað, at menn taka sær einarætt uppá at definera røtt føroysk áhugamál og ikki røtt føroysk áhugamál átti at fingið
hann hevði væntað. Talan er nevnliga um nakrar sera ungar leikarar, sum eyðsæð hava góð fótbóltsevni, men sjálvur heldur Kári, at uppflytingin væl kundi bíðað í eitt ár, soleiðis at leikararnir høvdu fingið [...] yngru árini, umframt at hann onkran dystin í vaksnamannadeildunum hevur leikt á hesum plássi. Royndir menn Verða royndir máldar í dystartali, so eru tað tveir lutfalsliga royndir leikarar, sum Kári nú hevur [...] høvi at kunna seg um hvønn annan. Sum vera man, so er veðrið ikki tað besta at venja fótbólt í nú, men hetta man tó ikki gerast nakar trupulleiki, tí sum frættist, so skulu teir venja í eini stórari høll
málunum, sum VÍF fekk í fyrra, átti Rapa ikki færri enn 7! Í seinna hálvleiki gekk meira javnt á, men Neistin megnaði ongantíð at fáa VÍF aftur. Alla tíðina vóru nøkur mál á muni, og hvørja Neistin hevðtogað [...] við seg. Ileana er enn rættuliga nýggj á liðnum, og als ikki samanspæld við restina av leikarunum, men tað man ikki ganga so leingi afturat, áðrenn hon kann fara at gera meira um seg. Hinvegin eru fleiri [...] Klaksvíkar, har oddaliðið, Stjørnan, tekur ímóti. Enn hevur eingin megnað at koppað klaksvíksgentunum, men VÍF man helst vera eitt av teimum fáu liðum, sum hava møguleikan at gera nakað við oddaliðið. Dysturin
beinanvegin til familjuna og til tykkum umborð. Tað er óskiljandi hvussu ringt tit mugu hava havt tað. Men Hjalti, Eyðstein og manningin. Tit gjørdu tað tit kundu og meira enn tað. Tað er eitt Guðs undur at [...] til kennar tá tú keypti m/s Ågot í ´93, í ringastu kreppuárunum. Hetta sigur ikki bara nakað um teg, men vísir eisini at aðrir eisini høvdu alit á tær. Eg minnist hvussu stoltur tú vart av skipinum og hvussu [...] hjá øðrum ella onkur annar fiskaði meir. Tú hevði so nógvar lívskvalitetir, sum vit fingu smakka, men bert so stutt. Ein góður og trúgvur vinur hevur lagt árarnar inn. Tíðin var úti. Eg var stoltur av
virksemi og her serstakliga innan umsiting og tænastu-vinnu hevur altíð verið og fer altíð at verða. Men til tíðir er henda miðsavnan virknari enn vanligt, og seinastu 20 árini hevur hon rættiliga tikið dik [...] s, sum eisini krevja ymiskar førleikar. Førleikar, sum eisini útjaðaraungdómurin hevur nomið sær, men har arbeiðsplássini, ið seta hesi førleikakrøv, í løtuni stórt sæð bert liggja í miðstaðarøkinum. Stóri [...] eisini virksemi, sum hevur við eina komandi oljuvinnu at gera. Bæði tá tað snýr seg um úerðarstøðir, men sanniliga eisini tá tað snýr seg um eitt komandi oljudirektorat. Javnaðarflokkurin tekur hesar trupulleikar
higartil er farið av kappingarárinum. Sjálvsagt eigur at vera munur ímillum eitt topp- og eitt botnlið, men avrikið í Vestmanna mikukvøldið staðfesti enn einaferð, at møguliga er munurin í ferð við at gerast [...] ongan hátt vera nakað serliga motiverandi fyri leikararnar, hvørki á vinnandi ella tapandi liðnum, men støðan í føroyskum hondbólti er í løtuni, so er og verður tað soleiðis. Heldur ikki er líkt til, at [...] sjálvsagt eisini vera, at hetta er orsakað av frustratión, við tað at munurin tá var somikið stórur, men slíkar hendingar koma meira javnan fyri, tá venjingarstøðan ikki er nóg góð. Í hvussu so er, hoyrir
eru spardar, eru sostatt 820.000 krónur eftir at finna, fyri ar sleppa undan enn fleiri uppsagnum. Men landsstýrismaðurin hevur sett sær fyri at søkja løgtingið um loyvi til at flyta 600.000 krónur frá [...] umsjónarmannin um at bíða við uppsagnum á seingjadeildini og í ljósmóðurskipanini, til tað er avgreitt. Men eftir eru so framvegis 220.000 krónur, sum skulu sparast, um onki annað hendir. Og Helena Dam á Neystabø [...] uttan at økja útreiðslurnar hjá landskassanum og uttan at fara út um karmarnar hjá heilsuverkinum. Men hetta uppskotið vann ikki frama í almanna og heilsumálastýrinum, og tískil vórðu sparingarnar settar
hevur klárað at halda tað hann hevur lovað. Gunnar Hoydal veit ikki, um hetta fær nakrar avleiðingar, men málið verður tikið upp á fundi í Rithøvundafelagnum. Í føroysku nevndini, ið innstillar til Bókmen [...] nevndini langt síðani hevdu fyrireikað seg og enntá høvdu ferðaseðlar og rúm á gistingarhúsi til reiðar. Men Jógvan kundi bert staðfesta, at týðarin hevði ikki megnað sína uppgávu. Ebba Hentze staðfestir, at [...] Johansen var í uppskoti til virðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri bókina ?Í morgin er aftur ein dagur. Men hetta verður nú av ongum, tí týðarin ikki hevur megnað at gera týðingina, áðrenn tíðarfreistina. Oddvør