Statoil veitir Oljuútbúgvingarsamtakinum 400.000 kr. í stuðuli

-

Í februar 1997 stovnaðu Føroya Sjómansskúli, Tekniski Skúlin í Tórshavn, Tekniski Skúlin í Klaksvík, Maskinmeistaraskúlin og Undirvísingar- og Mentamálastýrið »Oljuútbúgvingarsamtakið«. Endamálið við samtakinum er at stíla fyri útbúgvingum í Føroyum við atliti at eini komandi oljuvinnu, so vit kunnu fáa nýggjan førleika inn á vinnuskúlunum, samstundis sum næmingarnir fáa eina útbúgving, sum í stóran mun er løgd til rættis við støði í føroyskum fortreytum vísir Oljuútbúgvingarsamtakið í tíðindaskrivi.

Fyrsta stig á vegnum í hesum arbeiði var, at 5 lærar frá skúlunum í Oljuútbúgvingarsamtakinum fóru á Stavanger maritime videregåede skole á heysti 1997 at taka Grundskeið í boring, so teir fingu undirvísingarførleika í hesum. Hetta útbúgvingartiltakið var ikki komið í lag, um vit ikki høvdu fingið sera góðan stuðul frá Statoil longu tá, bæði peningaliga og moralskt.

Heystið 1998 hildu okkara 5 lærarar grundskeið í boring fyri 10 næmingar. Grundskeiðið var sambært lesiætlanunum hjá Stavanger maritime videregående skole, sum vit eisini høvdu eitt tætt undirvísingarligt samstarv við, millum annað um internetið. Undirvísingin endaði við at næmingarnir fóru til Stavanger, har teir á Stavanger maritime videregående skole royndu simuleringsútgerð og sóu ymiska aðra útgerð, sum verður nýtt í sambandi við boring. Eftir heimkomu fóru næmingarnir til próvtøku, sum Stavanger maritime videregående skole stílaðu fyri. Hetta tryggjaði, at próvtøkan varð góðtikin av Oljeindustriens Landsforbund (OLF). Eisini hetta útbúgvingartiltakið varð stuðlað av Statoil.

Eftir at sáttmálin um undirgrundarmark varð undirskrivaður millum Føroya og Stóra Bretland ætlaði Oljuútbúgvingarsamtakið at skipa fyri nýggjum boriskeiði, av tí at útlit var fyri borivirksemi komandi ár í føroyskum sjóøki. Royndin at stíla fyri nýggjum útbúgvingarskeiði á heysti 1999 varð av ongum orsakað av tvørrandi peningajáttan á fíggjarlógini til endamálið. Hóast politiska dagsskráin sigur, at tað er avgerandi neyðugt at útbúgva fólk til ta komandi oljuvinnuna, hevur Oljuútbúgvingarsamtakið í 1999 ikki fingið pengar til eina føroyska grundútbúgving, sum kann nýtast í vinnuni.

At Oljuútbúgvingarsamtakið fær 400.000 kr. frá Statoil, síggja vit sum eitt herðaklapp frá vinnuni, men eisini sum ein ábending um, at Statoil raðfestir útbúgving sera høgt. Norðmenn hava sjálvir verið ígjøgnum prosessina og vita tí um, hvat er grundleggjandi neyðugt at gera útbúgvingarliga fyri at fáa ein so stóran samfelagságóða burturúr oljuvinnuni sum gjørligt.

Statoil hevur útbúgvingarliga sæð ikki bert stuðlað Oljuútbúgvingarsamtakinum, men eisini Náttúrurvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya viðvíkjandi Ph.D.-kandidati innan »bergmekanikk«. Herumframt er Statoil við til at stuðla einum parti av einum professorati innan kolvetnisfrøði á Náttúruvísindadeildini.

Í ætlanunum hjá Fróðskaparsetrinum er førleikamenning á Náttúruvísindadeildini við atliti at oljuvinnuni sett frammaliga. Vónandi koma fleiri lærarakreftir á Náttúruvísindadeildini innan hetta øki, sum eisini Oljuútbúgvingarsamtakið kann gagnýta í undirvísing síni í ávísum evnum innan boring. Á tann hátt fáa vit økt um og nýtt eina vitan í Føroyum, soleiðis at samlaði útbúgvingareffekturin í føroyska samfelagnum verður størri.

Tað er tí at fegnast um, at Statoil, sum er ein kommersiell fyritøka, ikki bert hugsar um vinning, men eisini um at skapa fortreytir fyri, at føroyingar kunnu fáa ein aktivan leiklut í einki komandi oljuvinnu, sigur Oljuútbúgvingarsamtakið í tíðindaskrivi.