? Hvørt einasta starvsfólk, sum verður sagt upp á Suðuroyar Sjúkrahúsi er eitt starvsfólk ov nógv. Tí sjúkrahúsið hevur ikki fleiri fólk enn allarhægst neyðugt.
Bogi Djurhuus, yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi sigur, at leiðslan tí hevur gjørt, hvat hon kundi, fyri at finna konstruktiv uppskot so at sleppast kundi undan sparingum á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Og ein loysn, sum leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi mælti til, hevði ikki kostað landskassanum eina krónu.
Tey sparitiltøk, sum landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum hevur sett í verk, føra eina sparing uppá 680.000 krónur við sær.
Eitt nú skal tann ambulanta fysioterapiin halda uppat. Tvey fólk skulu sigast upp og tað sparir 200.000 krónur.
Eitt hálvt fólk skal sparast í køkini, og tað er ein sparing uppá 150.000 krónur.
Landsstýrismaðurin vil ikki spara meiri í køkini fyri ikki at missa mattænastuna til pensjónistar.
Í leiðbeiningini skal eitt fólk sigast upp, og tað sparir 80.000 í ár, tí talan er um hálvt ára uppsagnartíð.
Og at enda skal ein teknikari sigast upp. Sparing: 200.000 krónur.
Landsstýrismaðurin ger eisini greitt, at laboratoriutænastuni á Vági skal varðveitast.
Mangla 820.000 krónur
Tilsamans tørvaði Suðuroyar Sjúkrahús 1,5 millión fyri at kunna varðveita virksemið á sama støði sum í fjør.
Og tá ið hesar 680.000 krónurnar eru spardar, eru sostatt 820.000 krónur eftir at finna, fyri ar sleppa undan enn fleiri uppsagnum.
Men landsstýrismaðurin hevur sett sær fyri at søkja løgtingið um loyvi til at flyta 600.000 krónur frá rakstrinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi, til lønir.
Og Helena Dam á Neystabø hevur biðið umsjónarmannin um at bíða við uppsagnum á seingjadeildini og í ljósmóðurskipanini, til tað er avgreitt.
Men eftir eru so framvegis 220.000 krónur, sum skulu sparast, um onki annað hendir.
Og Helena Dam á Neystabø segði fyri Sosialinum legardagin, at hon fór at royna at finna meiri pening til Suðuroyar Sjúkrahús sum árið líður, hon fekk tó ikki lovað nakað.
Skuldi onki kosta
Ístaðin fyri hesar spariætlanirnar, mælti leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi til eina loysn, sum ikki hevði ført øktar útreiðslur við sær fyri landskassan.
Tey trý sjúkrahúsini hava fingið eina felags játtan upp á 3,9 milliónir til tól og útgerð.
Leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi vísir á, at seinast í fjør, fekk Landssjúkrahúsið eina eykajáttan uppá 5,1 millión til tól og útgerð.
Tí helt leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi, at felagsjáttanin uppá 3,9 milliónir í ár toldi at verða skerd nakað. Skotið varð tí upp, at Suðuroyar Sjúkrahús fekk eina millión av teirri játtanini til lønir, og at 500.000 krónur annars blivu fluttar frá rakstrinum til lønir.
Sostatt kundi tann 1,5 milliónin útvegast, sum manglaði í fyri at sleppa undan sparingum á Suðuroyar Sjúkrahúsi- uttan at økja útreiðslurnar hjá landskassanum og uttan at fara út um karmarnar hjá heilsuverkinum.
Men hetta uppskotið vann ikki frama í almanna og heilsumálastýrinum, og tískil vórðu sparingarnar settar í verk - og møguliga verða enn fleiri sparingar settar í verk seinni í ár.