Húsini vóru lítil. Men væl riggaði. Eg tori at siga at tað hava neyvan verið tveir brøður sum hava dugað betur at vera samdir og at duga væl saman. Eg minnist teir ikki hava munnhøgst um nakað slag. Pápabeiggin [...] fara nú í nøkrum Miðvikum at hava frásøgn frá Torleif Bech í Porkeri. Hann er føddur í 1930, og hann er ein av teimum, sum minnist so ótrúliga væl til. Eisini dugur hann væl at siga frá, bæði frá søgu í Porkeri [...] fyri á Strondum, so hon avgjørdi ikki at fara norður aftur. Hon kom so at arbeiða á Gjørðargarði her í Porkeri. Hesin garður var kendur fyri at vera væl rikin og at hava gott fólk. Her fann hon sær mann
hevur gjørt, at torvbáturin var farin at liva í sjónum og var farin at drekka sjógv. Hetta hevur alt gingið so skjótt fyri seg, at báturin helst er sokkin sum ein steinur. Hildið hevur verið, at hann er farin [...] “So kanst tú eisini bera mammu tíni boð um, at teir fóru út at heinta tað síðsta torvið.” So bleiv, og eg minnist, at eg var eitt sindur firtin um hetta, at Juul skuldi blanda seg uppí. John og pápi mín [...] kom og vakti okkum. Hon segði okkum, at pápi okkara kom ikki aftur kvøldið fyri. Hettar var ein ræðuligur boðskapur at fáa, og eg bleiv við at siga við meg sjálvan, at hetta kundi ikki passa. Pápi mín var
Sumbiarfjørð at hyggja, um nakað var at síggja. Tá funnu teir afturdekkið av Búgvanum. Hetta vóru ring boð at koma at landi við. Teir hoyrdu róp í Sumba klokkan fimm um dagin, og hildið var, at hann var farin [...] eg kundi havt nógv at sagt um teir, men tað rúmast ikki í eini lítlari blaðgrein. Eg vil bara siga, at eg havi alt gott at minnast á teir bæði sum børn og vaksnir, og tað sama siga øll, sum kendu teir [...] av fiski er at fáa. Ikki minst var nógvur útróður undir krígnum, og tað var nógv fólk til arbeiðis. Tað vóru eisini so fáir menn við hvørjum skipi, at tað var ikki lætt at fáa kjans. Men at rógva út kundu
tað var sjáldan, at øll vóru í skúla í senn. Umberingin var ikki altíð so góð, sum tá ein mamma segði, at hon hevði ikki kreftir at vekja gentuna! Tað merktist ikki so nógv á frálæruni, at Danbjørg var politiskt [...] gekk frá hinum. Vit sóu, at spannin var so lættfør í hondunum á henni og ánaðu, at her var ikki væl vorðið. Tá hon kom undir køksvindeygað hjá okkum, tá skar hon útí at gráta, tí kúgvin hjá okkum, sum var [...] vit ganga upp, vit kalla tað á Vegaskarð, nú síggja tær at okkurt stórt hongur á rennistronginum, og at tað er livandi. Tær máttu sjálvandi fara at vita, hvat tað var. Hetta var í brundtíðina seint á heysti
keldum. Her kann fyrst nevnast, at keldur eru sum ivast í leiklutinum hjá Esso Søldarfjørð í hesum sorgarleiki. Tær siga, at hesin bátur kom inn eftir fjørðinum aftaná, at vanlukkan var hend. Sum greitt [...] m, har hann millum annað skrivaði: ”Eingin veit frá einum at siga” sigur gamalt orðatak, og lagt verður aftrat ”Eingin veit frá fleiri at siga, tá ið eingin av teim ber boðini heim”. Soleiðis hevur ofta [...] eisini nýggjan motor. Ein dani fór at føra hana um várið og summarið í 1937 fyri at læra manningina, hvussu veiðast skuldi við hesum tá ókenda reiðskapi. Meiningin var so, at Niels skuldu gerast skipari. Men
sigur, at nú er mamma deyð. So hetta vóru syrgilig boð at fáa júst komin at húsum. Eg minnist, at vit settu okkum á ein stein at kúra. Læknin hevði verið hjá mammu, og hann hevði sagt um mammu, at nú var [...] Vági, tá lá ikki so væl fyri at leggja at. Vit fóru til Vágs at taka ímóti og vórðu so sett umborð við einum báti. Eg minnist væl, at vit komu á dekkið. Vit hava tosað, sum at pabba var í lugarinum, og hann [...] og pápi giftust inn til pápabeiggja mín, Zacharias. Men tað var skjótt, at pápi fór at byggja. Tað var ikki bara sum at siga tað at byggja hús tá á døgum. Tá ið pápi bygdi húsini í Hólinum, vóru teir ikki
saman ráð um at fáa ein teirra at fara til Lars um at fáa pening, tí hann ætlaði sær at keypa mammuni eitt kjólastykki. Lars lat sær siga, og so var sloppið, men tað er óneyðugt at siga, at kjólastykki [...] plagdu eisini at vera inni í Føroyingahavnini at taka útgerð ella onkur onnur ørindini. Tá fóru vit altíð niðan á føroyska sjómansheimið. Her lá væl fyri at skriva brøv heim. Eg minnist, at tað vóru tvær [...] Eitt, sum vit vóru ógvuliga glaðir fyri, var at sleppa at lána bátarnar at fara í land at henta hesi svørtu berini, tá vit lógu inni sunnudagar. Tað var bara at taka hondina gjøgnum lyngin, so fekst uppí
rímiligt er ordiliga í døpurhuga. Eg minnist, at vit skóru torv ein dagin. Pabba gekk og suffaði, hann visti ikki, hvat hann skuldi gera. Tá kom hann at hugsa um, at hann kendi gott teir, sum áttu Njarðling [...] av Glyvrum, var tá deyður av skotum hann hevði fingið. Hann var so meint raktur, at hann kendi á sær, at hann fór at doyggja. Hann bað til Harran fyri konu og børnum og gav seg í Harrans hendur, áðrenn [...] hann hana aftur frá sjókortinum. Eftir sat einkja við 13 børnum, sjey av teimum vóru ikki undankomin. Ein annar maður, Hilmar Egholm úr Hvalvík, var so meint raktur, at hann doyði á vegnum inn til Íslands
virksemi, sum vit altíð hava verið. Hann vísir á, at sum elstur av teirra børnum lá tað í kortunum, at Óli Kristian fór at festa garðin. Tað er ein veruleiki, at nógvir seyðabøndur í Føroyum hava garðin sum [...] alt hongt upp at ræsa ella turka, og á Torkilsheygsgarði verður einki etið feskt. Sjálvur heldur Leivur á Torkilsheyggi, at føroyska seyðakjøtið er so mikið gott, at tað næstan er synd at eta tað feskt [...] neytunum. Leivur á Torkilsheyggi minnist eisini, at tað var so nógv meira arbeiði av at hava neyt og seyð – enn bara at hava seyð, soleiðis sum garðurin hevur verið rikin, síðan neytini fóru. Eisini í ferðavinnuni
vælsignisið at gerast abbi, og áðrenn ondin var upp givin at gerast langabbi, hvat kann vera meiri vælsignað. Fríður verið við abbanum og langabbanum. Pápin var so svárur á at líta, minnist hann ikki hugtyngri [...] er so svár at bera. Við djúptøknum takksemi um alt tað, tú var fyri okkum, og framvegis fer at vera í dýrabæru minnum okkara, fara vit at lýsa frið yvir teg góði Torkil, við vón og álit á, at sálir okk [...] Og tey koma ivaleyst at renna í rúma tíð enn; men tað er prísurin fyri at elska Svanhild. Men um tú skuldi valt aftur, hevði tú so vilja verið kærleikan fyriuttan? Nei, tað veit eg at tú sigur av fullum