Tú hevði givið upp ond, tá ið eg sá teg.
Tú lá har so friðsælur eftir langa sjúkralegu,
og sárini vóru svunnin.
Elisabeth segði: »Babba hevur fingið hendur sínar aftur.«
Hon sá hendur tínar Torkil.
Tað var við teimum tú talaði.
Tí sinnið títt var følið farbróðir,
men hendur tínar talaðu vakurleikan og treiskni í sinni tínum;
við teimum skapaði tú, sum abbin so hegnisliga hevði lagt tær lag á.
Áttatifýra og skirvisligur á at líta.
Men minnið stendur um mannin,
sum nærum áttati pøsti mangan unglingan í verki,
lættur á fótum í svørtu tuflunum.
Ilt er at fáa orðini fram,
tí tað sum tú og Svanhild hava givið mær og okkum,
kunnu nakrar reglur festar á blað ikki lýsa.
Men takk fyri vælsignaðu tit.
Mangan mundi tú ikki verða skiltur til fulnar,
tí tú sat í tínum stilla sinni og grundaði,
og veruliga sá,
sum bert ein, ið veruliga grundar ger.
Og børn tíni, hvørt sum eitt skulu vita,
at kærleiki tín og eymleikin um tey var hjá teimum øllum,
og tit fyltu øll hjarta hansara við somu fylling,
eins og brimið dregur við somu megi í hvørt tarablaðið einsæris.
Friður verið við pápa tykkara.
So vælsignisið at gerast abbi,
og áðrenn ondin var upp givin at gerast langabbi,
hvat kann vera meiri vælsignað.
Fríður verið við abbanum og langabbanum.
Pápin var so svárur á at líta,
minnist hann ikki hugtyngri.
Ilt er at missa bróður sín.
Tit eru ein stórur systkina skari,
Og tykkum hevur verið langur lívstráður spunnin.
Torkil er fyrstur at trýna úr hesum heimi.
Friður veri við beiggja tykkara.
Svanhild góða, tú var Torkilsa lívskærleiki,
og hann var tín.
Tár tíni munnu ikki havt runnið stríðari enn nú,
ið kæri lívsvinur tín er farin.
Og tey koma ivaleyst at renna í rúma tíð enn;
men tað er prísurin fyri at elska Svanhild.
Men um tú skuldi valt aftur,
hevði tú so vilja verið kærleikan fyriuttan?
Nei, tað veit eg at tú sigur av fullum hjarta,
hóast tyngdin er so svár at bera.
Við djúptøknum takksemi um alt tað, tú var fyri okkum,
og framvegis fer at vera í dýrabæru minnum okkara,
fara vit at lýsa frið yvir teg góði Torkil,
við vón og álit á, at sálir okk ara skulu fevnast aftur ein dag.
Gakk tú fram við góðum treyst,
Tú er ei aleina.
Harrin tó er tann, ið best
leiðirnar kann beina.
Og vit kenna enn størri tryggleika á okkum nú,
ið eisini tú Torkil fylgir fetum okkara saman við einglunum.
Friður veri við minninum um Torkil Hentze.
------------
Bróðursonurin í Gøtu.










