við, at tær fóru at gera skjótt av við ÍF á Kambsdali leygardagin. Men so varð ikki. Mjølnir vann dystin 3-2, men tað var eftir at ÍF hevði vunnið tvey tey fyrstu settini og av álvara hótti við at seta [...] royndum áttu tær at vita, at tú ikki skalt geva Mjølni somikið sum ein lítlafingur. Vera Larsen og Sólva Eystberg vóru ikki við Mjølni hesuferð, men kortini eydnaðist tað at venda dystinum somikið, at tær [...] tær vunnu hann, tá avtornaði. Og tað má sigast at vera ein sterk ávaring til TB um, at kappingin so langt frá er liðug enn.
Ingun Gaardbo, álitisfólk á B 6 á Landssjúkrahúsinum, heldur, at tað er langt úti, at Landssjúkrahúsið nú søkir eftir heilsurøktarum at manna deildina, saman við sjúkrasystrum. Hetta vísir bara, hvussu [...] hava 23 sjúkrasystrar verið á B 6. ? Tað er uttan iva tí at brúk hevur verið fyri 23 sjúkrasystrum og og ikki øðrum starvsbólkum. ? Fara tey nú at seta starvsbólkar í starv, sum hava lægri útbúgving, er [...] seg. Hon sigur, at allar tær 18 sjúkrasystrarnar, sum upprunaliga søgdu seg úr starvi, standa við uppsagnirnar og tær fara 31. desember. Ingun Gaardbo stúrir ikki fyri, at tær koma at ganga arbeiðsleysar
Mervyn Dimon. Men tey eru tó samd um, at tey, sum ikki tíma, ella fáa upp í lag at melda seg í felgið, vita ikki, hvat tey missa. Í pensjonistafelagnum koma tey saman regluliga. Tey hittast í hølinum fyrsta [...] so beinasamur at stuðla tey við eini fittari peningagávu, so at tey eisini fingu keypt sær forsterkara, hátalarar og mikrofon. Men so hendi tað, at kommunan gav eisini dagrøktini rætt til at brúka hølið [...] hvønn dag. Tey í pensjonistafelagnum dylja ikki fyri, at tað var eitt vónbrot at tey ikki kundu hava hølið í frið. ? Tað er ikki blivið tað sama, síðani dagrøktin kom inn. Tey halda líkasum, at atmosferan
Tað er einki at taka seg aftur í, at føroyingar og grønlendingar áttu at samstarva meiri. Tað er tí eitt positivt tekin, at nýggju fólkatingslimirnir úr Grønlandi og tann eini fólkatingslimurin úr Føroyum [...] frá, at hon ætlaði ikki at taka orðið. Hon hevði hildið sína jomfrúrøðu í 1988. Álvaratos, er tað ikki at halda teir 7000 veljararnar, sum valdu Sambandsflokkin fyri gjøldur? Tað er at fegnast um, at gr [...] eru vorðnir meiri tilvitandi um, at vit eiga at skunda undir at fáa ein sjálvberandi búskap, og samstundis taka størri ábyrgd á okkum, so tykjast grønlendingar eisini at verða meiri tilvitandi um henda
ár? Um so er, áttu teir at fingið eitt heiðursmerki fyri hetta. Okkurt mitt ímillum Tað er onki skeivt í, at man sigur, at ein bólkur er ringur, tá hann er ringur. Men trupuleikin er, at hetta ikki er [...] til dømis verður sagt, at Unn Patursson kemur væl frá síni fyrstu soloútgávu, at All That Rain spæla væl, at Holger Laumann & Plúmm spæla framúr væl og at Jakkin hevur klárað at endurnýggja sín tónleik [...] Revival. Ella tann stórhending, at Føroyar fingu sín egna tónleika portal á netinum? At www.pop.fo bleiv stovnað? Hetta er slett ikki nevnt. Men tað er kanska ov nógv at krevja, at bókin skal minnast til øll
gevur eisini styrki. Eisini hildu summi, at tað var ikki rætt, at Havnar Arbeiðsmannafelag teknaði eina lívstrygging fyri limir sínar. Pengarnir áttu heldur at verið settir í ein vekfalsgrunn. Verkfalsgrunnar [...] framstig, skerst ikki burtur, at arbeiðslønin er ov lág í mun til kostnaðarstigið í landinum. Tíverri tykist lønarójavnin at økjast. Tað merkir, at í hesum tíðum eru stór tøk at taka hjá arbeiðrafeløgunum [...] fyrst og fremst at fáa nøkur oyru upp á krónuna, men so ásannaðu teir tilvitandi oddamenninir, at fakliga stríðið er eitt stríð fyri sosialum rættvísi, og uttan politiska ávirkan ber ikki til at røkka teimum
nú aftur at seta sjúkrahúsini upp móti hvørjum øðrum. Hetta hava vit annars roynt at mana í jørðina fyri at fáa sjúkrahúsverkið at hanga saman. Lat meg spyrja beinanvegin. Nær var tað seinast, at tað gekk [...] hava bygt upp, vil eg mæla til, at tit kunna tykkum eitt sindur óheft. Og áðrenn tit enn einaferð leggja eftir teimum smáu sjúkrahúsinum, haldi eg, at tit í minsta lagi áttu at spurt tykkum eitt sindur fyri [...] Landssjúkrahúsinum? Nær hoyrdu vit seinast frá Landssjúkrahúsinum, at nú vóru ongi fólk søgd upp, at nú høvdu ongi fólk sagt upp ella, at onki verkfall var. Nú arbeiði eg sjálvur bæði á Landssjúkrahúsinum
strangari krøv til tey, sum fáa fiskatilfeingi, fer tí ikki at steðga spekulatiónini, men skaffa teimum, sum yvirliva útveljingina, enn fleiri fyrimunir. Einki er tí at siga til, at tey, sum standa í bíðirøðini [...] gjarna vilja hava fatur á. At eftirspurningur er eftir avmarkaða tilfeinginum ger, at tað fær eitt búskaparligt virði, sum kann realiserast á ymsan hátt. Men greitt er, at av tí at nøgdin av tilfeingið frá [...] Ein annar er, at tað er ógvuliga tilvildarligt, hvørt tey, sum fáa tilluta fiskatilfeingi, eru tey, sum kunnu skapa størst virðir burtur úr tilfeinginum. Men størsti trupulleikin er, at henda mannagongd
Orsøkin er, at politisku flokkarnir hava stillað soleiðis upp, at meðan Runavíkar kommuna sum oftast hevur fleiri valevnir, hevur Fuglafjørður dugað so væl at skipa seg, at har er bert eitt valevni á hvørjum [...] hvørjum lista. Hetta hevur havt við sær, at hóast umboðini á eystara armi á Skálafjørðinum hava fingið væl av atkvøðum, hava tær verið so væl býttar millum valevnini, at fuglfirðingurin á listanum hevur drigið [...] Fjarða enn einaferð hevur verið á dagsskránni í tinginum, kann eg ikki lata vera við at hugsa, hvussu vandamikið tað er, at eitt stað verður yvirumboðað á Løgtingi. Fuglafjørður eigur heili 14,81% av umdømisvaldu
familju á skíggjanum. Vár greiðir okkum frá, at tað endaði við at gerast Glóa, tá tey settu nøkur hugskot saman. Tað er tó heldur bara sum at siga tað. Hetta við at gera barnatilfar krevur rættiliga nógv arbeiði [...] riggað óføra væl, sigur Vár Jacobsen. Hon leggur afturat, at tey í ár hava havt eitt luksusproblem, tí tey hava havt ovmikið av tilfarið, soleiðis at sendingar oftani kunnu halda á í næstan fjøruti minuttir [...] hon eisini ein dreym um at gera nógv meira barnatilfar. ? Vit áttu at havt okkurt hvønn dag fyri børn. Hetta eigur at vera so fjøllbroytt tilfar sum gjørligt, sigur Vár. Stóð til hana, so hevði tað verið