Peningurin ikki farin til sjúklingin

Skelkandi at lesa leiðaran í Sosialinum í dag. Farið verður nú aftur í gomlu skotgravirnar. Roynt verður nú aftur at lasta smáu sjúkrahúsunum fyri, at tað ikki gongur so væl á Landssjúkrahúsinum.

 

Roynt verður nú aftur at seta sjúkrahúsini upp móti hvørjum øðrum. Hetta hava vit annars roynt at mana í jørðina fyri at fáa sjúkrahúsverkið at hanga saman.

Lat meg spyrja beinanvegin. Nær var tað seinast, at tað gekk væl á Landssjúkrahúsinum? Nær hoyrdu vit seinast frá Landssjúkrahúsinum, at nú vóru ongi fólk søgd upp, at nú høvdu ongi fólk sagt upp ella, at onki verkfall var.

Nú arbeiði eg sjálvur bæði á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og síggi trupulleikarnar á báðum støðunum, men eg kann ikki siga nakað um Suðuroyar Sjúkrahús.

Landssjúkrahúsið hevur síðani kreppuna fingið ment seg upp á ta gomlu játtanina. Hetta vil siga, at Landssjúkrahúsið seinastu 10 árini hevur fingið 32 milliónir kr. upp á játtanina, sum er tað sama sum alt Suðuroyar Sjúkrahús kostar. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur bert fingið helvtina aftur av tí tað misti.

Landssjúkrahúsið hevur seinastu 10 árini fingið umleið 200 mill. kr. til íløgur meðan Klaksvíkar Sjúkrahús ikki hevur fingið eina krónu. Tann seinasta útbyggingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi liggur 15 ár aftur í tíðini og var ein skurðstova. Sjálvt sjúkrahúsið er 40 ára gamalt.

Tey smáu sjúkrahúsini hava seinastu árini ikki fingið tað sum líkist av hjálp til at manna tey við neyðugum starvsfólki.

Nei, áðrenn farið verður alt ov brádliga í blekkhúsið, vildi eg rátt til at tit kannaðu viðurskiftini eitt sindur óheft, og ikki bert gera tykkum meiningar, alt eftir hvat fólk í høvuðsstaðnum hava at siga tykkum.

Áðrenn tit smildra tað samarbeiði niður, sum vit í fleiri ár hava bygt upp, vil eg mæla til, at tit kunna tykkum eitt sindur óheft.

Og áðrenn tit enn einaferð leggja eftir teimum smáu sjúkrahúsinum, haldi eg, at tit í minsta lagi áttu at spurt tykkum eitt sindur fyri á teimum smáu sjúkrahúsunum.

Man tað ikki vera sannleikanum eitt sindur nærri, tá eg pástandi at peningurin til heilsuverkið seinastu árini í stóran mun er farin til leiðsluskipanir og minni til sjúklingin, og at tey viknaðu smáu sjúkrahúsini senda alt fleiri sjúklingar til Landssjúkrahúsið.

Við vón um arbeiðsfrið og góð jól.