Landssjúkrahúsið
? Hetta vísir bara, hvussu lítið vit eru virdar.
Ingun Gaardbo, álitisfólk á B 6 á Landssjúkrahúsinum, heldur, at tað er langt úti, at Landssjúkrahúsið nú søkir eftir heilsurøktarum at manna deildina, saman við sjúkrasystrum.
Hetta vísir bara, hvussu lítið leiðslan á Landssjúkrahúsinum virðir okkum, sigur hon.
Higartil hava 23 sjúkrasystrar verið á B 6.
? Tað er uttan iva tí at brúk hevur verið fyri 23 sjúkrasystrum og og ikki øðrum starvsbólkum.
? Fara tey nú at seta starvsbólkar í starv, sum hava lægri útbúgving, er tað heilt týðiligt ein niðurgerðing av okkum, sigur hon.
?Men skal B 6 nú mannast við einum starvsbólki, sum hevur lægri útbúgving, má leiðslan sjálv taka ábyrgdina mótvegis heilsuverkinum og sjúklingunum upp á seg.
Hon sigur, at allar tær 18 sjúkrasystrarnar, sum upprunaliga søgdu seg úr starvi, standa við uppsagnirnar og tær fara 31. desember.
Ingun Gaardbo stúrir ikki fyri, at tær koma at ganga arbeiðsleysar leingi.
Kanska fara tær at bjóða seg fram ígjøgnum eina vikarstovu, ella á annan hátt.
?Tað ber eisini til at gera okkurt heilt annað í eina tíð, til okkurt vísir seg, sigur hon.
Annars heldur hon, at allar tær mongu stuðulsváttanirnar, sum tær hava fingið, áttu at sagt leiðsluni á Landssjúkrahúsinum okkurt.
?Sjálvt læknarnir hava alment boðað frá sínum stuðuli til sjúkrasystrarnar og tað er ikki gamalt á Landssjúkrahúsinum, tá ið hugsað verður um ósemjurnar, sum hava verið ímillum teir ymsu fakbólkarnar á Landsjúkrahúsinum í nógv ár.