nir um summarið vóru sera væl umtóktir, og tey vóru tí samd um, at hetta skuldi roynast. Tórgrímur hevði frí hendan fríggjadagin, og tí varð álagt honum at ringja til Strandferðsluna so tíðliga um morgunin [...] var skjót aftur. » _ Tað er gaman í! .Hava tit bil við?« » - Nei«, sigur Tórgrímur. » _ Vit hava hoyrt, at tað ber til at leiga sær bil har suðuri, er tað ikki so?« » _ Jú,tað ber væl til. Vit hava akkurát [...] varð støðgað á í Vági til ein kaffimunn og hagani gekk so leiðin bygd úr bygd heilt norður til Sandvíkar. Eitt satt upplivilsi, vóru tey øll samd um, tá ið tey settu kós aftur ímóti Krambatanga, har Smyril
takk til alt tingfólkið. Tit atkvøddu fyri øllum sum var Sandoynni og Sandoyar Valdømi til gagns. P.S. Tað er samgongan, sum skal taka tað súra við tí søta. Andstøðan kann so velja at atkvøða við ella [...] reklamu kann eg ikki nýta. Ein sending var við mær tíðliga ein morgunin. Hon bleiv tikin av aftur skránni um kvøldið. Hví, ja hví? Eg kann gera vart við, at hvørt tað einasta eitt uppskot sum andstøðan kom við [...] og eg sjálvur sum samgongulimur og sjálvsagt eisini hava koyrt minni hugalig uppskot ígjøgnum. Vit fingu 7 mió.kr. til Dals, 5 mió.kr. til undirsjóvartunnil. Stuðulin til flutning av skúlabørnum og hækkað
giftust inn tveir mánaðir seinni, og fingu seks børn, og vaks Birgit upp saman við okkum systkum, og var ein av okkum. Birgit var tvey ár eldri enn eg, so vit fingu eitt sera gott og tætt tilknýti hvør [...] Tað kom okkum ógvuliga dátt við, tá vit fingu boðini um at Birgit var vorðin sjúk og innløgd á Landssjúkrahúsið, tað kundi ikki passa hildu vit, »hon kundi ikki verða sjúk«. Vit høvdu júst tosa við hana [...] og Tummas. Vit hava góð minnir um gummu í Hoyvík, sum børnini kallaðu hana. Hon var altíð inni, og hurðin var altíð opin fyri okkum, tá vit komu á gátt, tað var ikki so sjáldan. Birgit var altíð tann sama
dag. Gullbrúdleypsdagin fara tit at halda í heiminum saman við ætt, vinum og kenningum. Vit vita eisini, at tit av hjarta siga, Honum, ið øllum valdar, takk fyri at tit fingu loyvi at liva saman í kærleika [...] uttan- og innangarðs. Væl hevur ligið fyri hjá mammu, tá ræður um mat og matgerð. Gestablíð hevur hon altíð verið, og hevur duga væl at hugna bæði um okkum børnini og øll, ið eru komin á gátt. Jú, sanniliga [...] at tæna. Hon hevði sum 6 ára gomul mist mammuna, og tá hon var 12 ár, fórst pápin við Guiding Star«, so byrjanin upp á lívið var alt annað enn løtt. Eftir at tey vórðu gift, hevur hon verið heimaarbeiðandi
hetta kundi ikki sigast at hava skund. Vit fingu heldur ikki at vita, um vit skuldu taka støðu til nakað, ella um vit skuldu atkvøða um málið ella ikki. Tað mugu tit bíða eftir, til málið kemur fyri, var svarið [...] hvat málið snýr seg um. Sostatt hava vanligir borgarar fingið kunning um eitt mál, áðrenn vit býráðslimir, sum skulu viðgerða tað, vita, hvat tað snýr seg um yvirhøvur og tað er so langt úti, at eg havi [...] býráðslimir lósu boðini so við og við seinnapartin, men onkur sá tey ongantíð. Jan Christiansen helt, at hetta var løgið, men hann helt, at talan mundi vera um okkurt smámál. Men so mikið stórur var skelkurin
møguleika at hugsavna seg um sítt komandi arbeiðspláss, og hetta er eitt nú gjørt við skeiðvirksemi. - Í dag hava tit so gjøgnumført hetta skeið innan dements, og hetta hava tit gjørt við áhuga og ágrýtni [...] til hesa hátíðarløtu, tí dagurin í dag er sanniliga ein merkisdagur í kommununi. So mikið størri er gleðin, tá ið eg hugsi um, at fleiri av tykkum koma úr ymsum økjum í landinum. Borgarstjórin vísti á, at [...] Eftir besta førimuni hava vit fyrireikað hesa verktælan so væl, sum gjørligt. Vit eru á ótroddum gøtum, men hava lagt stóran dent á at skapa so góðar og tryggar umstøður sum gjørligt. Áhugi og ágrýtni
fluttu tit aftur til Danmarkar, og nøkur ár seinni fingu tit børnini Thor, Liv og Mei. Tú arbeiddi sum korrespondentur tey fyrstu árini, ein part av tíðini í kendu fyritøkuni Berlitz. Men tá børnini so komu [...] minnast. Vit avgjørdu, at hvar enn í heiminum, vit fóru at festa búgv, so skuldu vit skriva til hvørja aðra í hvussu so er einaferð um árið, nevniliga á jólum. Og vit hildu orð. Eftir lokna útbúgving sum [...] tú heima eitt skifti, og fór so at arbeiða á skrivstovuni í einum skúla. Vit báðar hava altíð dámt væl at skriva brøv, og vit høvdu pennavinir víða um í Europa. Tú dugdi so sera væl at skriva, og tín áhugi
Matteus 7,15. Varðið tykkum fyri hinum skriftlærdu, sum fegin vilja ganga í síðum klæðum og verða heilsaðir á torgunum... Mark 12,38 Jesus nýtir hetta líknilsið um tey síðu seyðaklæðini, tí Hann var [...] visti, at seyðurin í Ísrael hevur so síða ull, at tá ið hann gongur, traðkar hann næstan í ullina. Hann kendi væl øll viðurskifti, og tí nýtti Hann hetta líknilsi um høvuðsprestarnar og fariseararnar [...] tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli. Matt. 7,21 Men náði er fyri øll, so leingi lív er. Jesus vil frelsa øll, so leingi, sum vón er. Men deyðin ger skilnað. Tá verður ov seint!
Men sviar kunnu so sanniliga eisini læra nógv av føroyingum, m.a. tá talan er um fiskivinnuna á landi og sjógvi. - Tit vita, hvat tað vil siga at liva í samsvari við náttúruna. Og tit hava somuleiðis dugað [...] skránni undir steðginum hjá svenska sendiharranum. Tey fingu eisini eyguni upp fyri nógv øðrum viðurskiftum, sum samstarvast kann meiri um í framtíðini. - Tit eiga ótrúliga góðar sniðgevar her á landi. Teir hava [...] ganga eftir tí sum hann sigur, so verður hann skjótur aftur. Skráin hesaferð loyvdi teimum ikki at hitta teir umleið 30 sviarnar, sum búgva í Føroyum. Men tað ætla tey so á næstu vitjanini. Ambitiónir í
mála umaftur. Tá so at siga tók Elsa ræðið av honum. Talan var um fínan málning, sum varð seldur, og sum hevur verið til stóra gleði. Og Amariel Norðoy hevur nógv at siga: - Ingálvur var so fjølbroyttur. [...] ivaleyst ymsar meiningar um. Eg haldi, at hann helt støðið alla tíðina. Tak eitt nú málningin, sum stendur á síðu 177 í bókini um Ingálv. Hann er málaður í 2000, og talan er um framúr listarverk. Á veg [...] okkara. Teir hava havt so nógv at siga okkum og at oysa av. Øll vita, at Ingálvur á ongan hátt og ongantíð hevur kent trongd til at føra seg fram. Men tá ið hann var saman við okkum, so gjørdist hann beinanvegin