19 dements samskiparar fingið prógv

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, helt við hátíðarløtuna fyri, at hetta er ein merkisdagur í kommununi, nú nýggju samskipararnir hava fingið prógv

Samskiparar

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, helt røðu undir hátíðarhaldinum á Hotel Hafnia týsdagin, tá ið tær 19 kvinnurnar, sum seinastu mánaðirnar hava luttikið á skeiði, fingu handað diplom sum dements-samskiparar.
Tað er Tórshavnar kommuna, sum hevur staðið aftanfyri skeiðið.
Jónvør Christiansen, sum er í starvi hjá kommununi sum samskipari á eldraøkinum, hevur verið samskipari av skeiðnum vegna Tórshavnar kommunu.
Hin samskiparin, sum er í starvi hjá Tórshavnar kommunu, er Lis Hansen, og hon var millum teirra, sum fekk prógv týsdagin.

Tryggari kor
- Tað er mær ein stór gleði at vera við til hesa hátíðarløtu, tí dagurin í dag er sanniliga ein merkisdagur í kommununi. So mikið størri er gleðin, tá ið eg hugsi um, at fleiri av tykkum koma úr ymsum økjum í landinum.
Borgarstjórin vísti á, at sitandi býráð setti sær sum aðalmál at leggja alla orku í at fáa teimum eldru í kommununi betri og tryggari kor  ásannandi, at hesi eins og onnur eiga rættin til eitt gott og virðiligt lív, eisini á ellisárum, ella tá ið sjúka og heilsa eru farin at bila.
- Skjøtil er settur á hetta arbeiði, og vit hava longu tikið fleiri tøk og hava fyrireikað enn fleiri.

Heimið í Vallalíð
Borgarstjórin vísti á, at eitt úrslit av hesum miðvísa arbeiði, sum hann kallaði tað, er Heimið fyri minnisveik í Vallalíð, sum varð handað kommununi, 9. desember í ár.
- Hetta "heim" er bæði heimligt og hugnaligt, segði Heðin.
Hann vísti eisini á, at brotið er upp úr nýggjum, tí hugskotið og ætlaninar við einum slíkum heimi eru ikki royndar áður í kommununi.
Sosialurin kann leggja aftrat, at Heimið á Mýruni, sum Runavíkar kommuna stendur aftanfyri, er fyrsta heimið av sínum slag í Føroyum.
Heðin helt fyri, at við góðum vilja og góðum samstarvi ber alt til.
- Eftir besta førimuni hava vit fyrireikað hesa verktælan so væl, sum gjørligt. Vit eru á ótroddum gøtum, men hava lagt stóran dent á at skapa so góðar og tryggar umstøður sum gjørligt.

Áhugi og ágrýtni
Heðin Mortensen segði, at starvsfólk hava fingið møguleika at hugsavna seg um sítt komandi arbeiðspláss, og hetta er eitt nú gjørt við skeiðvirksemi.
- Í dag hava tit so gjøgnumført hetta skeið innan dements, og hetta hava tit gjørt við áhuga og ágrýtni.
Borgarstjórin vendi sær eisini til donsku skeiðleiðararnar, Birgit Vølund og Mette Søndergaard, sum umboða Omsorgsorganisationernes Samråd, fyri sín stóra leiklut á skeiðnum.
- Eg vil takka tykkum fyri, at tit vildu koma upp higar at undirvísa. Uttan tykkara hjálp, hevði hetta ikki latið seg gera.
Heðin Mortensen takkaði eisini Jónvør Christiansen, sum vegna kommununa hevur staðið fyri samskipingini av dements-skeiðnum.
Alzheimerfelagið hevur áður skipað fyri skeiðum, har fólk, sum starvast innan eldraøkið, hava nomið sær útbúgving sum dements-samskiparar.