Lat meg byrja við at siga, at tað frøir okkum ikki so lítið í Javnaðarflokkinum, at tað nú verða fyriskipaðir fundir kring landið um ríkisfelagsskapin, og at fjølmiðlarnir eisini hava tikið hetta evnið [...] garantar fyri, at einki verður vunnið á sjálvstýrisleið, tí einhvør broyting gerst bert við einum politiskum meiriluta. Um tað fer at bera til at fáa hesar mótpolar seinni at seta seg og viðgera spurningin [...] millum Føroyar og Danmark, sum báðir partar hava álit á og kenna seg tryggan við. Eitt samstarv, sum byggir á virðing og álit hvør fyri øðrum. Men fyrst og fremst verður tað neyðugt, at vit føroyingar
verður givin, og tí fer skattalættin onki at kosta. Landsstýrismaðurin í samskiftismálum væntar, at avlop verður á fíggjarlógini í 1998, og tí kann hann bjóða sær til vegna landskassan at seta almennan [...] samráðingunum í 1993 var tað ein partur av avtaluni millum donsku ríkisstjórnina og landsstýrið, at í 1998 skuldi javnvág verða á løgtingsfíggjarlógini. Hetta var somuleiðis ein treyt fyri, at ríkiskassin framhaldandi [...] Longu í 1994 kundu vit staðfesta, at hallið hjá landskassanum var í minking, og at tað eisini var væl minni enn roknað varð við, tá fíggjarlógin fyri 1994 varð viðgjørd og samtykt. Í 1995 gekk enn betur.
eitt og hvørt land eigur at tryggja sær, at menniskju, ið bera brek, verða vird, sum fólk flest. Búfólkini á Pensionatinum er ónøgd við støðuna, og kann hetta væl verra um teirra sjúku eisini. Tað undrar okkum [...] Aftaná at Sinnisbati hevur sent fleiri skriv, og enn onki hevur hoyrt aftur, loyva vit undirritaðu feløg enn einaferð at vísa á skeivleikan í avgerðini at lata aftur Pensionatið á Eirargarði 4. Bólkurin [...] MBF, og átala vit harðliga hesari avgerð, ið kann verða til óbótaligan skaða fyri búfólkini, um tey verða flutt á psykiatriskar deildir á LS, vegna fíggjarligar sparingar. Í ST reglunum stendur at eitt
fakliga kunnleikan, ið skal til fyri at halda fast um tað grundleggjandi arbeiðið. Tað er neyðugt, um ein greið og miðvís linja skal verða at síggja, og tað er neyðugt og verður avgerandi, um ein felagsskapur [...] Feløgini arbeiddu so væl saman, at tey skjótt fóru at tosa um, at hetta samstarvið átti at halda áfram, og at eitt meginfelag átti at verið stovnað. Tey umráddi seg ikki leingi, tí í sjálvum handikappárinum [...] hjá felagnum Bjørg, varð biðin um at taka sær av at samla tað skrivliga tilfarið frá øllum arbeiðsbólkunum, ið settir vóru. Hon kom soleiðis at verða eitt samlandi og bindandi lið frá fyrsta degi. Feløgini
okkara stóru dansifeløgum, um at fáa Sláið Ring at formidla kontakt millum ungdóm í teimum ymsu feløgunum, og gera tað møguligt at samla ungdóm (15-25 ár) úr øllum Føroyum til eitthvørt felags tiltak um føroyskan [...] fyrireikingini og vegleiðingum innan kravda undirvísingarevnið um kvæðamentan og føroyskan dans. Nevndin er longu farin til verka, og teir sum mynda nevndina eru Árni Dahl, Tórshavn, Jens Dalsgaard og Bynne Lamhauge [...] føroyskan dans. Uppskotið fekk góða móttøku, og Sláið Ring átók sær at finna kontaktpersónar og at stuðla einum møguligum tiltaki. Eitt nýtt dansifelag, Dansiringurin við Høgadalsá, Kaldbak, er komið aftrat
Veitst tú, at orsøkin til, at vit í dag halda tað vera náttúrligt at kvinnur hava sama rætt og møguleika til útbúgving er, at tað einaferð, og tað er slettis ikki so langt síðani, vóru nakrar kvinnur, [...] veitst tú, at tað er so ógvuliga stutt síðani at kvinnur í heila tikið fingu atkvøðurætt? Veist tú, at vit fingu henda rættin, tí at kvinnur tordu at seta krøv og í meira enn hálva øld hildu á at stríðast [...] má eg siga, at eg eri ikki samd við Rúni Sivertsen um, at javnstøðulógin er ein niðurgering av føroysku kvinnuni. Rúna Sivertsen nevnir at kvinnur í dag hava høvi til at arbeiða úti og at útbúgva seg á
børnum og ungum í býnum, og vit vita tí sjálvsagt eisini, at tað eru ymiskar orsøkir til at ung fólk viðhvørt taka vøru ella annað uttan at gjalda fyri tað, og at tey allar flestu munnu hava roynt tað á ein [...] Mortensen vóru bæði skilagóð og menniskjanslig, og havt eina ella aðra hugsan um, at øll børn gera tað, og at tað man fara at laga seg. Og hví í allari víðu verð blanda løgregluna uppí. Men aftan á fimm [...] gagns, og at nógvar familjur í seinasta enda eisini hava verið nøgd og fegin um tað. Samstarvið millum barnaverndina og løgregluna fer altíð fram í vissuni um, at vit umboða hvør sín part, men at vit vilja
Ecuador, og verður kjansur til tað eisini Cuba og Jamaica, har teir ætla at enda fjakkaraferðina. ? Eg og Dánjal (Hoydal) hava tosað um at fara á hesa ferðina síðani 1995, tá vit gingu í Hoydølum, og seinasta [...] Rio í Brasil og verða har í einar tríggjar dagar. Síðani er ætlanin at leggja leiðina til Buenos Aires í Argentina, og har frá ætla vit so at ferðast norðureftir aftur. Spart saman Teir ætla at vitja lond [...] ferðir, fara eystureystur, og tí høvdu vit líka so góðan hug at fara til Suðuramerika. Og líka síðani vit av fyrsta tíð fóru at tosa um hetta, hevur tað verið ein dreymur at sleppa avstað, sigur Theodor
Djurhuus, at fiskiskapurin var í hæddini, tá skipini byrjaðu. Okkurt kundi tí verið, sum bendir á, at til hevði borið at byrja fyrr á árinum. Hann sigur, at japanarar eru sinnaðir at sleppa at royna frá [...] til at fara varliga fram við hesum fiskiskapi. Tað er soleiðis, at eftir at japanarar raktu við tunfisk í føroyskum sjógvi, vóru beinanvegin fleiri føroyingar, sum søktu Landsstýrið um loyvi at fiska [...] ivasamur um, hvørt tað var rætt at gera stórar íløgur beinanvegin í ein so óvissan fiskiskap. Men eftir stendur, at Japanarar hava fiskað dýran fisk í føroyskum sjógvi og vilja fegnir sleppa at halda fram. Nógvir
dugnaskapur og góðska og trúskapur móti ætt, vinum, býi og føðilandi og øllum tí, sum henni tóktist virðismikið. Harafturat var hon vøkur, virðilig og fyrikomandi. Og ikki gavst hon á hendur fyri tað, um hon [...] mist alt. Alt var so listarliga vakurt. At Carl var so nógv burturi, og at hann síðani í seinni manndómsárum og á ellisárum misti nakað av gonguførleikanum gjørdi, at Malla í langar tíðir mátti vera teimum [...] ár. Eg minnist, at sagt varð um hana, at hon lyfti hetta heim upp, frá at vera eitt pláss, har bíðað varð eftir deyðanum, til eitt verdugt stað hjá teimum gomlu at vera. Fólk hildu tað vera undrunarvert